Hví KRIS eitrar sambandið millum børn og vaksin

Tíðargrein:

KRIS tykist vera heltikið av at læra øll børn í Føroyum, at einhvør vaksin er ein møguligur misbrúkari; at børn ikki longur kunna líta á vaksin


Nú tá ið Jan Jacobsen, formaður í KRIS, heilt óoriginalt vil hava okkum at kortleggja pedofilar og soleiðis avhenda rættindi og ábyrgd til ein støðugt altumfatandi stát, er tað mær ein gáta, hví hann er nøgdur við bert at herma eftir dønum. At nationalsosialistiskir danir, ið halda seg vera liberalir, prísa slíkan politikk, tekur meg ikki á bóli, men tað er mær ein gáta, at vit enn eru so pedantisk at halda, at politisk hugskot fáa eitt meirvirði bert við at vera donsk.
At síggja til tykist tilmælið, upprunaliga ein innblástur úr Amerika, ið pliktar politiið at ávara teg, um ein pedofilur flytur til ella býr í grannalagnum, ikki at vera annað enn vanligt skynsemi. Í 1994 var Megan Kanka, ein sjey ára gomul genta úr New Jersey, lokkað inn í heimið hjá nábúgvanum, Jesse Timmendequas, við at bjóða henni at síggja hansara hvølp. Hann neyðtók hana í fleiri dagar áðrenn hann kvaldi hana við eini reim.
Í kjalarvørrinum á sváru sorgini kom fram, at Timmendequas áður hevði verið sakfeldur í dómi fyri barnayvirgang. Mamma Megan gjørdist forfard av ikki at hava verið kunnað um hetta, og setti í gongd eitt átak, har løgreglan við lóg hevði skyldu til at ávara familjur, tá ið ein pedofilur flytur inn í grannalagið. Eg meini, kann nakar tala at slíkum lógaruppskoti?
Jú, tí veruleikin er ikki altíð heilt so einfaldur, tó at politikarir elska lóggávu, ið er ókeypis og fær fólk at fara á føtur, og “Megansa lóg” sendir bara uppaftur fleiri børn í føvningin á pedofilum.

Hevði Jan Jacobsen tímað — og helst áðrenn hann fór í holt við at tosa humbukk í Eygsjón — at hugt at próvtilfarinum, og sum er í yvirflóð, hevði hann alt fyri eitt sæð, at sovorðið sum kortlegging av pedofilum, og at kanna hvønn Hanus og Janus, sum hevur samband við børn og ung, ber við sær, at talið av pedofiloffrum fer skarpliga uppfrá. So heldur enn at verja lítlar gentur sum Megan, vil lógin, kallað upp eftir henni, økja um talið av gentum og dreingjabørnum, ið verða misbrúkt.
Nei, ístaðin mælir formaðurin í KRIS, ráðgeving fyri seksuelt misbrúkt, so evindaliga banalt og óumhugsað til at kortleggja pedofilar so at minka um teirra “rásarúm”. Men tað er júst hetta rásarúm, sum hasi, ið halda børn vera eiggilig, hava tørv á. Rásarúmið ger, at hugurin at hava sex við børn, verður verandi ein hugur—tað, ið hindrar tað óvirkna at gerast virkið. Hin mega bróðurparturin av pedofilum eru nevniliga einstaklingar, sum, jú, heilt andstyggiligani, men kortini lutfalsliga skaðafrítt, nøkta sín tørv á alnótini. Tað er fyrst, tá ið hesi kenna seg hótt sum úrslit av eini konstantari forfylging, hvat ein kortlegging í fúlasta mát er, at tey, um tú vilt, “realisera seg” og verða veruligir pedofilar.
Sum við narkomanum mugu vit viðurkenna, at pedofilar altíð hava verið her, og altíð fara at vera her, og at ein moralsk heksajagstran einans fer at verra støðuna. Og hvat pedofilum viðvíkur, er avleiðingin sostatt, at tey, ið hava hug at børnum, flyta seg frá heimatelduni og út í veruliga lívið.
“Men barnið í telduni, hvat við tí, er tað kanska ikki eisini veruligt,” hoyri eg onkran rópa. Jú, sjálvandi er tað tað, so at skilja, at tað er á lívi... enn. Men her kemur nyttulæran inn: tí tað er væl betur, at eitt barn, so synd og ræðuligt tað eisini er fyri tað, at tað verður “teldumisbrúkt” av einum ólekrum manni afturat, enn at hesin ger seg kropsliga inn á eitt annað barn.
Av hesum er tað, at rættvorðni libertianarin í mær er fyri “rættinum at hava barnaporno”. Av nyttuávum, av tí at rætturin, so óglæsiligur hann enn er, rætt og slætt merkir færri verulig offur.

Fyri ordiliga at skilja hetta, mást tú lurta eftir teimum, ið dagliga arbeiða við pedofilum. Pamela Welsh, ein fangavørður, ið hevur drúgvar royndir á økinum, greiðir frá: “Tað er, tá ið hesi fólk kenna seg avbyrgd og vinaleys, at vágin fyri at endurtaka brotsgerðina er størstur. Tey føla, at um verðin hugsar um tey sum skrímsl, kunna tey eins væl bera seg at sum eitt.”
Men Megansa lóg ger, at ein leysgivin pedofilur endar í slíkari støðu. Og tað er hetta, Jan Jacobsen vanlukkuliga mælir til. Heldur enn at kunna finna sær eitt arbeiði, nøra vaksnamanna vinarbond og fáa hjálp at standa ímóti myrkum freistingum, verða teir blakaðir í eitt kolandi heitt bað av haturi.
Sjálvandi, teir ógvusligastu pedofilarnir eiga, eftir mínum tykki, ikki at sleppa leysir, sjálvt um teir vera tað, serliga í prinsippfátæka Danmark. Hinir eiga sjálvandi aftur at sleppa síggja dagsljós, og gera tað eisini.

Eitt álvarablað í Amerika, Times Herald-Record, dokumenteraði ávirkanina av Megansa lóg á Newburgh, ein lítil býur í noðurpartinum av New York-statinum. Tá ið ein pedofilur, John Duck Jnr, bleiv royndarleyslatin við boðum um at búgva hjá sínum gomlu foreldrum, blivu grannarnir ávaraðir av myndugleikunum. Teir tríggir familjulimirnir fingu dagligar deyðshóttanir. Ein geylandi riðil av tilkomnum fólki, nøkur við børnum, stóðu eitt langt og eitt breitt uttan fyri húsini við kravinum “Duck, far út nú!”—ætlandi til ein dularfullan stað við ongum børnum. Hann fekk ikki frið, og teir fáu grannarnir, ið dittaðu sær at práta við hann, blivu eisini hóttir við lívinum.
Eg havi trupult við at ímynda mær eina støðu meiri sannlík at fáa ein pedofil at detta afturáaftur og oyðileggja enn eitt barnalív. Hetta er hví, at talið av barnaneyðtøkum og morðum er vaksið í mestsum øllum statum í Amerika, ið hava viðtikið Megansa lóg.
Ein lóg, sum kriminal-advokatar í Amerika skíra “ineffective”, men ein lóg, sum KRIS nú vil innflyta. Ikki tí, har eru ivaleyst ein ørgrynna av stuttskygdum skilafólki við sama ynski. Tað er bara tað, at Jan Jacobsen, umboðandi økið, átti at vitað betur.

Men við at mæla til at barnakanna vaksin, steðgar formaðurin í KRIS ikki so. Og eisini her átti hann at vitað betur, tí enn einaferð hava vit við eitt fullvegis høpisleyst uppskot at gera.
Frammanundan er sambandið, vaksin og børn, kringað av einum ómátaligum paranoia. Og frælsisstjalandi uppskotið hjá KRIS, at kanna vaksin, ið hava samband við børn, fullger paranoiaið og økir um eitt longu yvirkannanð og kontrollerandi samfelag.
Uppskotið bæði speglar og stimbrar mistrúnna á vaksin. Tað sipar til, at einhvør vaksin er ein potentiellur pedofilur, og má stemplast “tryggur” áðrenn tey hava nakað samvirkni við børn. Um KRIS fær sín vilja, merkir hetta, at tað, at skula vera við børnum, ið ikki eru tíni egnu, gerst ein serstøk mannagongd við kravi um státsliga avgreiðsluváttan, heldur enn ein vanligur partur av tí at vera ein vaksin borgari. So við og við fer hetta ósvitaliga at hava eina eitrandi ávirkan á sambandið millum ættarliðini.
Sambært KRIS hava tey ókannaðu einki at gera í námind av børnum. Um tey ikki pilla av, fáa tey vitjan av løgguni. Tað vil siga, farvæl til lokalar eldsálir og eitthvørt óformligt samband millum vaksin og børn.
Spell, tí tað eru nevniliga veldigir fyrimunir við samveru millum vaksin og børn, ið ikki er regulerað. Børn eru ikki bert uppdrigin av familjum og lærarum. Vaksin fólk í einum samfelagi hava altíð verið saman um ábyrgdina at hava umsorgan fyri komandi ættarliðum. Talan er um óskrivaðar semjur og skyldur, avtalaðar millum grannar, vinir og vinir hjá vinum. Men politikkur, ið snýr seg um at barnakanna tilkomin, fer at bureaukratisera óformlig bond.

Herma vit eftir dønum, og uppskotið gerst veruleiki, tá verður tað eisini uppaftur truplari at útvega fólk ímillum ungdómin, at fáa sjálvboðin at hjálpa til hjá skótunum, at hjálpa til í staðbundna hondbóltsfelagnum, av tí at tey kanska eru eitt sindur løgin ella bara, sum eg, ikki finna seg í at blíva kannað.
Hetta er fakta frá teim londum, ið hava góðtikið ráðaríka og mannafíggindaliga uppskotið hjá Jan Jacobsen. Aðalendamálið við at íðka hondbólt, til dømis, verður ikki longur nakað so vilt sum at, ja, læra at spæla hondbólt, men at syrgja fyri, at barnið kemur heim ómisbrúkt!
Linjan, “jú, men um tú einki hevur at fjala, hvat er tá problemið”, er bara so autoritaristisk. Vit hava faktiskt nakað, sum eitur privatlív. Trupulleikin, at landið í tíð og ótíð, í einum og øllum, kann kanna teg.
Sum við Megansa lóg tekur uppskotið, at barnakanna vaksin, ikki hædd fyri tí sannroynd, at børn kenna seg munandi tryggari, og eru tað eisini, um vaksin kenna seg føran fyri at ansa eftir børnunum hjá hvørjumøðrum. Um nakað, verður talan um ein falskan tryggleika, og kann tað lættliga hugsast, at slík lóg fer at verða brúkt at krógva og umskylda seg við—fyri ikki longur at brúka vanligt vit og skil.

Eg veit, at tey smáborgarligu og vinstravendu hava eitt fantastiska mystiskt álit á státin og tess kommunur og fylgjandi myndugleikar at ordna alt fyri seg, harímillum nakað so íborið sum menniskjaligar relatiónir. Men stóribeiggi skal slettis ikki leggja seg uppí privat viðurskifti, sosum hvussu tilkomin velja at skipa sín gerandisdag saman við øðrum, ella hvønn eitt áhugafelag setur í starv ella loyvir at hjálpa til.
Eginliga skuldi stóribeiggi heldur koyrt sær ein túr niðan á rennibreytina hjá Heðini og klænka seg eitt sindur, og soleiðis, so sera hóskandi, hildið seg av tramanum til frá fullvaksnum fólki. Við tilmælinum tykist KRIS vera heltikið av at læra øll børn í Føroyum, at einhvør vaksin er ein møguligur misbrúkari; at børn ikki longur kunna líta á vaksin.
Eitt tilmæli, ið áleggur øll hasi, ið á onkran hátt eru saman við børnum, at verða kannað út í æsir, og har sjálvt ein hissini illgruni hjá okkara politistum verður skrásettur og brúktur sum “próvtilfar”, kann ikki annað enn syndra sambandið millum vaksin og børn, og harumframt mata undan førleikan hjá vaksnum at vera við í barnsins vælferð.

Hvat kortlegging av pedofilum um ræður, veit Jan Jacobsen fullvæl, at tað slettis ikki er neyðugt hjá honum at fara til Amerika at kanna ógvusligu prógvini um, hví tað er heilt burturvið at ávara grannar um, at ein pedofilur er á veg; serliga tá ið aðrir framferðarhættir vísa framúr úrslit. Í Englandi koyrir ein glógvandi verkætlan undir leiðslu av Thames Valley Police, har leysgivnir pedofilar fáa eitt stuðlandi netverk við professjonellum “vinum”, sum teir kunna ringja til 24/7 til tess at endurbyggja sítt lív, men eisini, um teir kenna á sær, at teir eru í ferð við at detta útí aftur. Ikki ein hin einasti av teimum 48 fólkunum í verkætlanini hevur forbrotið seg aftur.
Nokkso speisamt er tað, og lat tað vera mítt skikkaða git, at foreldrini, ið ansa minst eftir sínum børnum og geva sær minst far um tey, óivað eisini eru tey, sum rópa harðast um at fáa eina pedofilávaring í lag og kanna øll vaksin, ið ansa teirra børn — hasi, tey hava evstu ábyrgd og umsiting av.
Eg skjóti ikki endiliga upp, at okkara børn skula liva eina fongsulstilveru, og soleiðis fáa fólkafobi, men um tú sum foreldur ikki hoyrir ella sært børnini, tá eigur tú sum minsta krav at vita, hvar og hjá hvørjum tey eru. Kortini vitna vit alt ov nógv børn og tannáringar, sum valtra á miðjari nátt, tað veri seg á havnargøtum ella í onkrum forkunnugum kjallara, púrasta óansað og óvard.
Tesvegna, um kortlegging av pedofilum veruliga snýr seg um at verja børn, skuldi KRIS heldur lenað seg at próvtilarinum og bjóðað pedofilum, sum av sonnum vilja betur, víðfevndan stuðul og viðgerð til tess at tempra sína grimmu girnd.
Tað harmar meg tí at gera av, at tilmælini hjá Jan Jacobsen, at almannagera navn og bústað hjá øllum pedofilum og barnakanna vaksin, treyðugt snýr seg so nógv um “barnsins trygd”, sum vitanarskerdi KRIS-formaðurin vil vera við, men heldur um kenslupolitikk.
Ein politikkur grundaður á, hvussu andstyggilig tey vaksnu halda pedofilar eru, og í hesum brúka børnini sum amboð í teirra haturi til hesar óndsinnaðu seksualfrikar, “at gera lívið uppaftur truplari hjá teimum”, sjálvt um hetta fer at merkja fleiri offur, fleiri misbrúkt børn.
Í besta føri, KRIS, er hetta ótilætlað sjálvsøkni, í ringasta... ja, strika ótilætlað.