Samda løgtingið og útlátið av veðurlagsgassum

Tíðargrein:

Jú, endiliga nakað nýtt. Løgtingið er samt. (Oh nei, ikki um eina alneyðuga altjóða floghavn.) Tó er semja um, at Føroyar skulu í fremstu røð. (Ikki í ítrótti, sum fyllir 80% av tíðindaheimi landsins.) Ella at vera heimsins besta land at liva í. Tí tað kemur seinni. (Heilt vist í 2015, sambært álítandi politiskum signalum og pinnamatarbrigaduni við ótaldum undirbólkum.)
Nei, hesaferð skulu vit á altjóðastøði - ella enn betur - á alheimsstøði. Og tað er ikki so lítið. Fínt skal tað vera. Løgtingið bindur okkum øll til at skerja útlátið av veðurlagsgassum við 20% innan 2020 - við støði í 2005 (!).
Sambært bløðunum eru í ES bara: Danmark, Írland og Luxemburg (íalt 10,5 mió.), sum kunnu meta seg javnt við okkum, kæru landsmenn (og vit eru bara 0,05 mió.). Hinar neyðars 490 milliónirnar av íbúgvum í Europa við fundvísum ES-politikarum á odda darla hjálparleys aftan á okkum. Tí tey - væl saktans - eru so nógv býttari enn vit. Ella eru tey tað?

Tann ørstutta søgan um útlát:
Granskarar kring heimin høvdu ampa av og ávarðaðu móti mannaskaptum veðurlagsbroytingum. Hetta førdi til, at í juni 1992 samdust 154 lond í Rio de Janeiro undir ST-leiðslu (UNCED) at undirskriva Rio-konventióna um at byrgja upp fyri skaðiligum mannavoldum útlátunum.
Seinni - í Kyoto í Japan í december 1997 - skrivaðu 160 lond undir løgfrøðiligu bindandi Kyoto-protokollina (UNFCCC: United Nations Framework Convention on Climate Change) um at minka útlátið fram til árini 2008-2012 við í miðal 5,2% – við støði í 1990.
Síðani tá hava uppfylgjandi COP-fundir (Conference of the Parties) verðið hildnir av og á. Nú í december 2009 í Kjøpinhavn, sum tann 15. í røðini og tí nevndur COP-15.

Veðurlagsgass og mekanismur
Talan er um 6 sløg av gassum: koldioxid CO2, metan CH4, láturgass N2O umframt ídnaðargassini HFC, PFC og SF6. Av hesum er mest talan um CO2, hóast hini evnini eisini verða mett hættislig.
Til at andøva móti útlátsvøkstrinum eru nakrar sonevndar mekanismur tøkar, sum kunnu brúkast til at keypa einum landi avsláttur – og sum er eitt slag av “avláti” fyri loftrúmsdálkandi syndir sínar í heimlandinum.
Og hesum mekanismum kunnu vit - fyri harðan valuta - gera nyttu av, sum við:
at keypa/handla við kvotum millum lond, ET: (Emmission Trading)
at fremja útlátsminking í einum øðrum landi, JI: (Joint Implementation)
at byggja útlátsskerjandi verkætlanir í londum, sum eru uttanfyri Kyoto-avtaluna, CDM: (Clean Development Mechanism.)

Felags fyri allar hesar mekanismur - ella hálvu loysnir - er tann bági, at tær kosta pengar, og tað nógvan pening fyri “donorlandið”, eitt nú okkum, um vit vilja vera við í hesum leiki.
Og tí er fyrsti spurningur hesin:
»Ber tað til at keypa nakað sum helst fyri eina upphædd á fíggjarlóg landsins upp á 770 mió.kr – har eitt keðilig minus stendur frammanfyri? Ella fyri ein skarnsettan Blokk úr Danmark, sum – um talan er um sjálvberandi búskap - eisini hevur hetta forbidna minusi framman fyri tær 600 mió. kr.?«
Ja, hvør man leggja navn til hetta kompotenta kommersið?

Lomborg og Auken
Politiskt var gjørd ein roynd at lýsa hóttandi umhvørvis/orkumálið fyri almenninginum. Bjørn Lomborg var boðin at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Hann er einasti dani, sum á ovasta bredda er kendur um heimin fyri sínar meiningar í umhvørvis/orkuspurningum. Og sum andmælingar vóru fýra heimligir »ekspertar« (hetta segði orðstýrarin, fleiri ferðir) – og tú góðasti – jú, fittir menn hvør á sínum øki, men ekspertar í alheims útlátishøpi?!
Og eingin av teim komu – alt annað líka - Lomborg til knýggja í vitan ella innihaldi. Onkur var beinleiðis ófólkaligur við hann – og sum, skomm at siga, fekk nøkur óbúgvin í salinum at klappa afturvið. (Herskin heimføðisligheit?)
Seinni kom so Svend Auken, bæði kendur sum ágrýtin umhvørvisráðharri og góður talari. Men hann virkaði, tíverri, longu tá viknaður. Positivur, men einki nýtt soleiðis, hann nevndi nakað um orkuperur og stand by ljós.
Og tað var so tað.

Brigadan hevur orðið
Nýggja útlátsuppskot landsstýrisins 2009 bleiv lagt fyri nakrar ávísar felagsskapir til ummælis. Men úrslitið varð soltið. Tí andøvur nakar? – Nei, bara nakrar krímsettar hálv/heilpolitiskar yvirbjóðingar, og so hetta skoðsmáli: »Samtykt løgtingsins vil verða eitt gott signal, at senda út í heimin um okkum - sum eina pena, seriøsa og serstaka tjóð!« (Hóast undirskriftin helst verður við »påholden pen«). Og, mín tolni lesari: »Hvat signalvirði man vera í einum signali um givin lyfti, sum ikki kunnu haldast?« Jú, púra rætt svarað: »Júst tað øvuta!«. Ein boomerang - beint í nakkan!

Býtislykil fyri dálking
Tann valdi fordeilings-lykilin fyri útlát sambært Kyoto er fólkatalið í landinum. Hetta tyngir okkara umdømi sambært fyribils útrokningum. Men hesar útrokningar kunnu væl vera langt av leið. Um nú okkara formil fyri útlát ikki er tann sami, ið brúktur verður til heimsins ovurhonds skipaflota. So hongur roknistykkið als ikki saman. Og munnu vit eisini her hava verðið líka so vælsignað góðtrúgvin, sum vit plaga at vera í okkara samskifti við onnur lond?
Og hvat nú, um nevndi býtislykil t.d. heldur hevði havt sítt støði í víddini av okkara land- og sjóøki, har jú aðrir eisini flúgva og sigla um og dálka nakað, meðan tey dálka munandi meiri aðrastaðni. Tá høvdu vit verið á glæstrileið í mun til so mong onnur lond í heiminum. Fyri ikki at tala um alt loftrúminum í atmosferuni uppi yvir økinum.
Øll orka kemur so ella so frá tí kveikjandi sólini. Og summi lond liggja nærri ekvatori enn vit, og væl fyri undir tí bakandi sólini, har fólksins orkutørvur til klædna bara er ein snørisstubbi um búkin, í meðan onnur kunnu durva á gyllini dálkandi oljuríkidømi til útflutnings, og summi við alskyns glitrandi gimsteinum undir flagnum. Og meðan vit vála her norðuri við gásarholdi í slavi og kulda.
Og tí kann fólkatalið sum býtislykil – um ikki verður lagt upp fyri tær ymsu klimatisku umstøðurnar o.a. – tykjast bæði at vera heilt av leið og órættvíst.

Frostbitna land
Okkara orkunýtsla fyri hvønn íbúgva kann illa verða nógv minni, enn hon er í dag. Hetta av tí, at vit brúka umleið helvtina av orkutørvi landsins til veiðu og flutning av matvøru. Hesa framleiðslu av heimsins besta og krita-hvíta matfiski – bæði til okkum sjálvi og til ein svøltandi heim.
Eisini noyðast vit at brúka ein heilan hóp av orku til at verma kropp og sál í hesum kalda og veðurbarda umhvørvi oyggjalands - so norðalaga í ráliga Atlantshavinum. Tí annars livst her ikki. So einfalt er tað.
Hetta mátti verið eitt meiri skilagott og betri hóskandi útgangsstøði og samráðingar-signal at senda út í heimin - heldur enn ein óundirbygd skerjingarsamtykt í óðum verki – eisini í alheimshøpi!

Hvat verður orkan eisini brúkt til?
Enn verri tykist mismunurin at vera - meðan vit hugsa um tey hvítu fløkini – hvat ið onnur rík og máttmikil lond brúka teirra orku og CO2-útlát til. Milliardir oman á milliardir av krónum fara til hópframleiðslu av alskyns dýrum og øðiligum álopsvápnum, til ræðuligar og lívsoyðandi bumbur, rakettir, tanks, eiturgass, napalm, granatir og landminur, sum ríva limir og lív úr spælandi børnum og mammum teirra. (Nevndi nakar um mjúk virði?)
Alt meðan okkara sjófólk brúkar sín part av okkara orku í teirra harðvunna baksi um høvini fyri tann krita-hvíta fiskin í polarnáttarmyrkri undir ísbrúnni við Grønlands strendur og heilt til Novaja Zemlja. Alt meðan vápnaframleiðandi stórveldini – við afturlatnum eygum - í stórum stíli sílar síni »gøgn« út til desperatar terrorfelagsskapir sum Al Qaida, Taliban og onnur eirindaleys sjálvsdrápsfólk, ið ikki hvørki spara sakleys børn og ung ella teirra familjur.

Politikkarar til hvat -?
Politikkur er eisini: við demokratiskum orðum og vitbornum argumentum at royna at ávirka eina skeiva gongd inn á eina betri leið. Tí er spurningurin at enda hesin: »Gera vit nokk, ella yvirhøvur nakað, fyri at vísa á okkara serliga tørv og umstøður. Ger nakar vart við ein eyðsæddan mun á grundleggjandi ymiskum umstøðum landanna millum? Hevur nakar av brigadu-bólkunum roknað út, hvat ið samda løgtingssamtyktin kemur at kosta okkum - við støði í landsins syndarliga búskaparliga veruleika?«
Tí spurningurin er ikki bara um: hvat vit skulu gera! Men eisini um: hvussu vit gera hetta ella hitt – og hvørjar avleiðingarnar verða fyri okkum og okkara børn! Og mundi samfelda svarið verðið eitt rungandi: Ja! Um løgtingslimir og brigadan vórðu spurd um, um tey skuldu fara 20% niður í løn og forbrúki?

Løgtingið dregur eina línu -
Og løgtingið er samt. Ráðharrar og brigadan á ferð. Vit skriva bara undir. Senda signal út. Sum blágummur. (Og til hvønn?) Meðan vit – eftir mínum tykki – ongan livandi møguleika hava fyri at uppfylla hesar samtyktu skerjingarnar av útláti.
Tí so skulu heilt aðrir og nýggir bollar í suppuna. Og tað kostar. Og tað nógv. Okkara ferðaskip við góðari ferð brúka t.d. líka nógva olju, sum allur okkara fiskifloti undir Føroyum. So kanska skulu motorarnir á Smyrli og Norrønu bara plomberast til at sigla einar 10-12 míl, ella okkara heimligi fiskiskipafloti bindast við kai. Men er tað eitt gott signal?
Og hvat so, um vit nú ikki klára at halda samfeldu løgtingssamtyktina. Hvør fer tá at tala at okkum, og hvør verður revsingin tá frá “Big Brother”? Tí borðið fangar, onkursvegna, okkara háttvirdu damur og harrar!

Ella, álvaratos -?
Man alt hetta bara vera »bestilt arbeiði« ella úrslit av »venindu-snakki« við Connie Hedegaard, sum - í verandi konservativa rákinum um lond - sær sær ein møguleika fyri at sleppa burtur úr ballinum og longur út í heim til eitt betri bein? Og sum Tingið bara nikkar og nígur fyri? Ja, hvør veit?