Havstovan skaðar Føroyskan fiskaútflutning

Seinastu tíðina hevur Føroya Reiðarafelag viðgjørt fiskidagaskipanina á heimasíðu síni.

Samstundis skrivar LÍÚ (Íslendska Reiðarafelagið) á síni heimasíðu um ein fyrilestur ið stjórin á Føroysku Havstovuni Hjalti í Jákupsstovu helt í Reykjavík. Hendan grein bar brá av at stjórin á Havstovuni tekur ikki undir við føroysku fiskidagaskipanini. Er hetta rætt so er hetta eitt álvarsmál !

Til tíðir heldur vinnan at Havstovan ikki kennir sína vitjunartíð, og at stjórin á Havstovuni tosar meira um politikk og strategi heldur enn at halda seg til tað hann er settur til, nevniliga at meta um hvussu fiskastovnarnir undir føroyum eru fyri og ráðgeva hareftir. Stjórin á Havstovuni úttalar seg um strategisk evnir, búskap og fiskivinnusamráðingar. Sum fiskifrøðingur skuldi hann hildu seg til sítt øki.

Stjórin á Havstovuni tosar um hvussu Føroyar skulu fyrihalda seg í komandi millumlanda samráðingum um makrelin. Hetta skuldi hann latið strategarnar í fiskimálaráðnum tikið sær av. Eisini kemur hann fram við pástandum um at tað eru gjørdar ovurhánds íløgur í okkara heimaflota, sum fiskifrøðiligur stovnur, hevur Havstovan ikki til uppgávu at greina okkara fiskiflota og lønsemið hjá flotanum. Tað er ikki teirra arbeiðsøki. Í lógini um vinnuligan fiskiskap er greitt tilskilað, at Havstovan hevur ábyrgdina av at geva landsins myndugleikum ráð um støðuna hjá teimum stovnum, føroysk fiskiskip troyta.

 

Stjórin á Havstovuni undirgrevur okkara fiskireguleringsskipan

Á heimasíðuni hjá Íslendska Reiðarafelagnum, LÍÚ verður ein norðurlendskur fundur viðgjørdur, har eitt evni var reguleringsskipanir. Tað sum teir serliga hava lagt til merkis, og tað sum stendur eftir, er fyrilestrinum hjá stjóranum á føroysku Havstovuni, har teir endurgeva ein part av fyrilestrinum hjá honum á teirra heimasíðu.

”Fiskidagaskipanin sum verður brúkt at stýra fiskiskapinum undir Føroyum gevur ikki tað ætlaða úrslitið.  Tað sum sæst í dag er ov stórar íløgur, vánalig gongd í flotanum og vánalig støða í fleiri týðandi fiskastovnum., serliga toskinum sum hevur kollapsað seinni árini. Hjalti segði í sínum fyrilestri frá Føroysku royndunum av fiskidagaskipanini.  Hann segði at ikki eydnaðist at fáa semju um kvotaskipan og tí var verandi skipan sett í verk, sum allir sjómenn og reiðarar vildu hava í sínari tíð.  Úrslitið hevur verið vánaligt. Eina av álvarsligastu fylgjunum av fiskidagaskipanini í Føroyum helt Hjalti vera, at  stýringin av royndini eftir ávísum fiskasløgum var fulkomiliga miseydnað.

Orsakað av minkandi fiskiskapi legði flotin seg eftir at fiska tann dýrasta fiskin.  Tað hevði við sær ov stórt veiðutrýst á toskastovnin við tilhoyrandi avleiðingum.  Toskafiskiskapurin undir Føroyum er munandi minkaður seinastu árini.

Hjalti tók samanum í endanum av fyrilestrinum og segði at størsti fyrimunurin við fiskidagaskipanini var at reglurnar vóru betur yvirhildnar og minni útblaking.  Vansanir vigaðu tó meir.  Veiðurættindi vóru tódnað, saman við ov stórar íløgur í effektivari skipum við tilhoyrandi tekniskari betran og øktum effektiviteti,  stór sving í veiðu og at rakstur av fiskiveiðufyritøkum var órentabul.”

 

Stjórin á Havstovuni hevur eftir okkara tykki, skyldu til at draga fram bæði vansar og fyrimunir við okkara fiskidagaskipan. Fyrimunirnir sum vit ikki síggja nevndar eru, stór gýtingarfriðaði øki, avmarkað troling innanfyri 12 fjórðingar og stór økir friðaði fyri troling alt árið. Teir fyrimunir íð her eru nevndir áttu at hjálpt føroyskari fiskivinnu at fáa okkara fisk umhvørvisgóðkendan. Tað er sera óheppið at onnur sita eftir við tí fatan at stjórin í Havstovuni tekur ikki undir við okkara fiskidagaskipan, sjálvt um hann var ein av teimum sum evnaðu hana til.

Tá tosað verður um ov stórar íløgur er eitt sindur margháttligt at geva fiskidagaskipanini skyldina fyri tað. Hyggja vit eftir teimum londum sum nýta kvotaskipanir, sæst at okkara íløgur eru fyri einki at rokna í mun til t.d. Ìsland.

 

Eftir okkara meting er fyrilesturin hjá stjóranum á Havstovuni ,reinur politikkur. Pástandurin er, at  skipini hava gjørt íløgur sum hava effektiviserað skipini so nógv, at stovnurin er niðurfiskaður. Hetta er púra burturvið. Hendan neiliga viðgerð av okkara fiskidagaskipan hevur eisin ført til at ICES ikki góðtekur okkara veiðu sum burðardygga og harvið hava føroyar í dag trupulleikar av at selja okkar fiskavørur á evropeiska marknaðinum, hetta er ein beinleiðs avleiðing av teimum signalum, Havstovan sendir út.

 

Húkaflotin sera gamal

Effektivisering hevur verið, men pástandurin um tað sera stóru effektiviseringina er ikki rættur. Hesin spurningurin hevur verið kannaður av óheftum persónum, og niðurstøðan var greið. Tað er ikki so nógv effektivisering farin fram, sum róð verður framundir.

Minnt skal vera á, at ein stórur partur av íløgunum er farnar í at gera umstøðurnar betri hjá manningini, tey flestu skipini eru sera gomul og ótíðarhóskandi. Linuskipini eru í miðal meira enn 40 ár og útróðrarbátarnir eru munandi eldri, tann samlaði føroyski húkaflotin stendur í minni pengum en til dømis 5 nýggj línuskip kosta. Her er veruliga talan um ”undur investering” og ikki yvir investering.

 

Fiskidagskipanin í dag

Føroya Løgting hevur samtykt at vit skulu nýta eina fiskidagaskipan heldur enn eina kvotaskipan. Hetta merkir at politiska skipanin sigur at hetta er leisturin og kann man sum alment settur embætismaður ikki fylgja hesum, so er bert eitt at gera og er tað at finna sær annað starv. Undanfarni fiskimálaráðharrin Jørgin Niclasen, hevur ferðast víða um og greitt sera væl frá, teimum dygdum, ið fiskidagaskipanini hevur.

Tá fiskidagaskipanin kom í gildi í 1996 vóru tað umleið 41.000 fiskidagar í skipanini. Í seinasta fiskiárið vóru tað umleið 32.000 dagar í fiskidagaskipanini, men av hesum vóru einans brúktir umleið 14.500 dagar. Tey seinastu árini eru tað einans brúkt umleið 40-50 % av tillutaðu døgunum um árið, so veiðutrýstið hevur verið sera lágt tey seinastu árini. Men vilja dagarnir og veiðan økjast aftur, tá meira fiskur er til. Hetta er jú ætlanin við skipanini. Men tað tykist vera sera torført at skilja ella viðurkenna hetta.

 

Hví kom fiskidagaskipanin

Orsøkin til at fiskidagaskipanin kom, var at kvotuskipanin, sum í 1994 var smoygd niðuryvir høvdi á okkum (av fiskifrøðingum og donskum embætismonnum) brendi fulkomuliga saman um várið 1996 sjálvt um kvoturnar eftir toski vóru útvið tvífaldaðar fra 6.500 til 12.000 tons. Tað bar snøgt sagt ikki til at fiska t.d. hýsu, upsa, longu og brosmu, tí toskatilráðingin var so lítil.

Tilráðingar frá fiskifrøðingum komu, ið søgdu at tað skuldi verða fiskastopp eftir toski, samstundis sum fiskimaðurin sá at havið var fult av toski.

Her sóu øll, at neyðugt var við heilt øðrum munagóðum amboðum og var fiskidagaskipan sett í verk í 1996. Fiskidagaskipanin var høvuðsorsøkin til, at vit kundu framleiða okkum úr føroysku búðskaparkreppuni frá 1992-93. Bæði vinnan og fiskifrøðingar viðmælti hesa skipan og var alttjóða viðurkendi fiskifrøðingurin Kjartan Hoydal, ið tá var aðalstjóri í fiskimálaráðnum formaður í nevndini íð tilevnaði skipanina, Reiðarafelagið og stjórin á Havstovini Hjalti í Jakupsstovu vóru eisini við í nevndini.

Vit eru stoltir av at hava hesa fiskireguleringsskipan við ongum ólógliga veiddum fiskasløgum og harvið ongari útblaking. Hendan skipan ger, at vit kunnu gagnnýta okkara fiskatilfeingi optimalt. Við at veiða stóran part av okkara toski og hýsu við eldri og bíligum skipum hava vit heimsins mest burðardyggu fiskivnnu og mest orkusparandi toska og hýsuveiðu í heiminum.

 

Klaksvík tann 21.09.2009

Óli M. Lassen, næstf. í Felagnum Línuskip

Auðunn Konraðsson, Formaður í Meginfelag Útróðrarmanna

Jákup Sólstein, fyrrv. formaður í reiðarafelagnum