bók kostar tað sama at keypa hjá einum seytjan ára gomlum sum hjá einum átjan ára gomlum, og alt annað í samfelagnum kostar tað sama. Somuleiðis hava tey ungu á hesum aldri næstan somu áhugamál í frítíðini [...] aftur á tingborð, og tað er so eiðasørt, at tað líkist tí, ið hesar kvinnur og hesir menn, ið valdir vórðu, góvu føgur lyfti um. Tey garteraðu í í hvørjum túni, í hvørjum skoti og í hvørjari stovu á mi [...] tí tá ið ein lesandi, sum í meðal er um tríogtjúgu við lestrarbyrjan, endiliga er liðugur, er hann um tey tríati, og tað halda teir er í minsta lagi trð til fýra ár ov gamalt. Tað ávirkar viljan og evnini
?Tað er onki at ivast í, at hetta fer at elva til enn størri arbeiðsloysi. Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at gongdin í fiskivinnuni er skelkandi. ? Tað er alt ov lítið arbeiði [...] at arbeiða fiskin umborð. ? Vit vita, at hetta er tað, sum fólkaflokkurin hevur viljað í fleiri ár. ? Men tað hevur altíð verið stór mótstøða ímóti tí í tinginum. ?Mótstøðan hevur verið stór, tí tingið [...] óvirkaður av landinum. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað er onki at siga til, at fólk støðist so illa í fiskivinnuni. ? Vit fáa aldrin fólk at støðast í fiskivinunni so leingi arbeiðið er
Í hesum døgum verður uppskot um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan viðgjørd í tinginum. Tað er Signar á Brúnni, landstýrismaður í skúlamálum, ið hevur evnað uppskotið til. Og uppskotið sigur í grein 1, at [...] taka undir við uppskotinum, um talan verður um eina skiftistíð fyri tey, sum í løtuni eru undir átjan ár og eru í ferð við at nema sær útbúgving. Hann heldur ikki, at tað hevði verið rímiligt, um hesi brádliga [...] brádliga kom í gildi. Ungi løgtingsmaðurin sigur at alneyðugt er, at útbúgvingarstuðulsskipanin verður so bílig at umsita sum møguligt. Hann heldur, at eingin meining er í, um ein rúgva av peningi verður nýttur
hevur tað bara til parttíðarfiskiskap. Og hann avreiðir bara til felagið, sum eigur hann, sum brúkar surimi í serligum framleiðslum. Annars verður meiri enn helvtin av øllum surimi, sum verður gjørt í heiminum [...] Nýggjur kostar ein trolari sum hesin um 300 milliónir at byggja. ? Hann er bygdur í USA í 1974, men í 1988 var hann gjørdur av nýggjum, líka úr skorsteininum, niður í kjølin, so tað er bara sjálvur skrokkurin [...] Eg havi trúð uppá svartkjaftin í 25 ár. Og nú haldi eg, at tíðin búgvin at gera nakað við tað. Sigurð Simonsen í Fuglafirði hevur ætlanir, sum eru líka spennandi, sum tær eru stórar. Hann ætlar sær undir
Massakran í Sharpwille er bara eitt dømi um, hvussu tey svørtu vóru skotin niður. Stórur partur av heiminum fordømdi stjórnina í Suðurafrika, men tað vóru lond og pollitikarar, sum tagdu. Kortini vóru tað politikarar [...] Mandela frá sær, og í hesum døgum er hann á takkarferð í Norðurlondum. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at Føroya løgmaður sleppur at vera við til almenna hátíðarhaldið í Danmark. Men tað kann ikki skírast [...] lagnunnar speisemi, at tað er oddamaður Fólkafloksins, sum verður við í heiðursgildinum fyri Nelson Mandela. Sosialurin ynskir Nelson Mandela hjartaliga vælkomnan til Norðurlond, sum vóru heitastu stuðlar
Tað varð rópt »Grindaboð!« í Havn fyrrapartin sunnudagin. Ikki sum í gomlum døgum, gamaní, men tað fór sum rótasúpan gjøgnum býin, at nú var eitt kók í væntu. Og tað var ikki eiti á kók tá til stykkis [...] sínum góða skinni, og tað var júst tað sum hendi sunnumorgunin. Um drápið sunnudagin bar heitið »Hvør fjøl á flot«, so hevði tað ikki verið mætari enn tað sama, so nógvur bátur var í fjørðinum. Russarnir [...] útrokningin tað einasta sum eftir var. Trýkvart skinn Seðlarnir komu út um sjey tíðina sunnukvøldið og tað vísti seg, at partarnir hilnaðust nógv betri enn teir flestu væntaðu tá teir sóu talið av bátum í fjørðinum
til finaluna í Prix Føroyar 99 leygarkvøldið tann 10. apríl. Við í fleiri bólkum Eitt, sum fleiri hava verið ónøgd við, er, at tað eru fleiri tónleikarar, ið hava verið við í fleiri bólkum í kappingini. [...] Átta bólkar hava spælt seg fram til finaluna í Prix Føroyar 1999, sum verður tann 10. apríl í Norðurlandahúsinum í Havn. Teir átta bólkarnir eru Kjølar, Flux, Diatribes, Visible Fish, Clickhaze, MC Hár [...] at tað ikki bert eru royndir og kendir tónleikabólkar, sum hava spælt seg í finaluna. Fleiri heilt ókendir bólkar eru enn við í kappingini, og summir teirra vunnu eisini sítt innleiðandi umfar. Í tí fyrsta
fleiri arbeiðspláss í fiskivinnuni. ? Tað er í øllum førum púra greitt, at tað fer at føra til, at arbeiðið í fiskivinnuni verður nógv meiri støðugt enn tað er í dag og hartil verður inntøkan nógv tryggari [...] tvíbýtta virkingin, sum nú er, kostar bæði pengar í sigling og øðrum, og hon kostar nógv í dygd, tí fiskurin er eldri. ? Tað er ongin sum helst ivi um, at fiskurin, sum verður viðgjørdur beinleiðis umborð [...] betri enn fiskurin, sum verður arbeiddur á landi. ? Tí fiskurin, sum verður virkaður umborð, er spillfeskur, hann er bara bara nakrar fáa tímar gamal, tá ið hann verður virkaður. ? At tað loysir seg best at
næstu undankappingina. Talan verður um HM undankapping, sum skal spælast í 2000 og 2001. Málið við undankappingini verður HM endaspælið, sum verður í Japan og Suðurkorea á sumri í 2002. Sjálvsøgd luttøka Fyrstu [...] hjástødd, tá lutur verður kastaður, og tað fara tey ivaleyst eisini at vera hesa ferð. Í sambandi við lutakastið verður ein av spennandi spurningunum, um tað hesa ferð fer at eydnast at koma í bólk við einari [...] Hevði tað gingið eftir tí ætlanini, sum fyrst var á borðinum, so hevði føroyska fótbóltslandsliðið í hesum døgum fyrireikað seg til EM undankappingardyst niðri í Bosnia. Men tá fundurin millum luttakandi
skuldu fáa bíbliuna á egnum máli. Í samsvar við andan í reformatiónini kom bíblian á svenskum í 1541, hin danska í 1550 og hin íslendska í 1584. Men føroyingar máttu bíða í 400 ár. Fyrsta føroyska royndin [...] leingi kirkjan kundi halda fólkinum í myrkri og vannkunnleika. Tað politiska vald og kúgan ið kirkjan stóð fyri stóð í andsøgn til boðskap nasarearans, og tað kendist tí sum ein hóttan, um fólk sjálvi fóru [...] Tyndales. Men tað man kennast sum lagnunar speisemi, at týðing Tyndales fá ár seinni varð viðurkend, og tann kenda útgávan ?King James Version? er í roynd og veru ein endurskoðað Tyndale týðing. Í søguligum