Hetta fer at elva til størri arbeiðsloysi

? Tað er skelkandi, at at tað nú er blivið loyvt at viðgera og frysta fisk umborð á skipunum, sigur Ingeborg Vinther

?Tað er onki at ivast í, at hetta fer at elva til enn størri arbeiðsloysi.

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at gongdin í fiskivinnuni er skelkandi.

? Tað er alt ov lítið arbeiði í fiskivinnuni frammanundan.

? Men nú landsins myndugleikar eisini eru farnir at geva loyvi til at skip viðgera og frysta fiskin umborð, verður tað uppaftur minni arbeiði.

Tað, hon sipar til, er, at landsstýrið hevur givið loyvi til, at fiskurin, sum tann nýggi línubáturin hjá miðvingum, West Freezer, fiskar, verður hagreiddur og frystur umborð.

Sostatt hava landsins myndugleikar slakað í einum aðalmáli, sum teir hava hildið ógvuliga fast um í nógv ár:

Og tað er, at allur fiskur skal førast til lands at verða virkaður, so ella so.

Men nú eitt skip hevur fingið loyvi til at viðgera og frysta umborð, er Ingeborg Vinther bangin fyri, at rættiligt glið kemur á, og at fleiri skip fara at arbeiða fiskin umborð.

? Vit vita, at hetta er tað, sum fólkaflokkurin hevur viljað í fleiri ár.

? Men tað hevur altíð verið stór mótstøða ímóti tí í tinginum.

?Mótstøðan hevur verið stór, tí tingið hevur ikki verið sinnað at flutt arbeiðsplássini, sum eru á landi, umborð á skipini.

? Men har ein skriða er lopin, er onnur væntandi. ? Og nú eitt skip hevur fingið loyvi at arbeiða og viðgera fisk umborð, er væntandi, at fleiri koma aftaná.


Elvir til størri arbeiðsloysi

Ingeborg Vinther sigur, at tað slepst ikki uttanum, at nú fiskurin verður arbeiddur og virkaður umborð á skipunum, fer tað at elva til enn størri arbeiðsloysi í fiskivinnuni á landi.

Og umframt tær vanligu avleiðingarnar, sum standast av arbeiðsloysi, sær Ingeborg Vinther ein enn størri vanda í hesi gongdini.

?Vit hava alt ov fá arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi, sum er.

? Hartil er talan um rættiliga óstøðugt arbeiði við tað, at nógv, hava bara arbeiði ein og tveir dagar um vikuna

? Orsøkin til, at arbeiðið er so óstøðugt er ikki bara at tað kemur ov lítið av fiski upp á land.

? Ein orsøk er eisini, at so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum.

Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at tað er onki at siga til, at fólk støðist so illa í fiskivinnuni.

? Vit fáa aldrin fólk at støðast í fiskivinunni so leingi arbeiðið er so óstøðugt.

? Men nú, arbeiðspláss verða flutt umborð á skipini, verða tað enn færri arbeiðspláss í fiskivinnuni á landi.

? Tvs, at tað fer at gangast enn verri at fáa fólk at støðast í fiskivinnuni.

? Sjálvandi fer fólkið at royna sær eydnuna alla aðrastaðni fyrst, tí øll vilja hava støðugt arbeiði.


Allur fiskurin til lands

Ingeborg Vinther sigur, at hennara tilmælið til landsins myndugleikar er, at teir bera so í bandi, at allur fiskur verður førdur til lands og virkaður í landi.

? Tað skapar nógv arbeiði og tað skuldi eisini skapt eitt størri útflutningsvirði, um vit virkaðu fiskin sjálvi.

? Øll onnur lond royna at virka sína rávøru sjálvi fyri at økja virðið á útflutninginum so nógv sum tilber.

? Í Føroyum gera vit júst tað øvugta.

? Og ikki bara tað: Vit útflyta ein stóran part av okkara fiski óvirkaðan, so at virkini í ES londunum kunnu arbeiða hann. Samstundis selja vit eisini tann fiskin, vit virka í Føroyum, til ES londini.

? Tvs, at tann fiskurin, sum vit virka í Føroyum, er í beinleiðis kapping við tann fiskin, sum vit flyta óvirkaðan av landinum.

? Sostatt kappast vit ímóti okkum sjálvum.

Ingeborg Vinther sigur, at hetta er ein vinnupolitikkur, sum er heilt burturvið.

? Men at myndugleikarnir nú eisini eru farnir at loyva skipunum at virka og frysta fiskin umborð, er ein gongd, sum vit stúra fyri, tí tað fer at gera eitt stórt arbeiðsloysi á landi enn størri, sigur formaðurin í FA.