fyri umstilling og hugflogi betri enn í stórum fyritøkum, og tað er júst hetta sum er grundarlagið fyri nýskapan í vinnulívinum. Tað er nevniliga fyrst og fremst tann teknologiska nýskapanin (innovasjónin) [...] fyri framleiðslu av skóm, Sunnmøre í Noreg er kent fyri møbilframleiðslu, Småland í Svøríki er kent fyri sínar glasverksmiðjur og Tríkantsumráðið í Jyllandi er kent fyri nógvar specialiseraðar smávinnur [...] ið tey hava uppiborið. Men nú er kortini okkurt, sum kundi týtt uppá, at vend spakuliga er við at koma í hugburðin innan fiskiídnaðin. Aftaná eina sera torføra byrjan er líkt til, at Fiskavirking bæði
hevur bara lagt seg her afturi, her er róligari. Seinni Klokkan er 16.45 og vit sigla uttan fyri Scarborough, ættin er útnyrðingur, vindmegin 15 m.sek og ferðin er 12 míl, men vindurin er minkaður nakað, segði [...] eg sovið nógvar tímar, tí longu nú klokkan er 5.30 sitið eg aftur her á Viking Club og festi hesar reglur á skerm. Her er tómt og bert ísterningamaskinan er at hoyra og klirr frá fløskum, tá ristingarnar [...] lýsa, klokkan er um 23, kanska meiri. Siglt verður við lítlari ferð móti brúnni, Tower Bridge, sum fer upp. Brúgvin er 109 ára gomul, men verkið sum hálar hana upp er ikki so gamalt, tað er nýggjari. Og
fleiri, ið hava skrivað, síðani er tað skrivað saman, og her er okkurt komið skeivt fyri. Tað er eisini møguligt, at tað hava verið málsligar forðingar av onkrum slag, men tað er heilt klárt, at hesir hugsa [...] eisini viðmerkjast, at Menas-frágreiðingin á føroyskum er ein samanskrivað frágreiðing, ið er gjørd so stutt sum gjørligt. Nakrar skøvur Føroyski búskapurin fyllur tíggju síður í Menas-frágreiðingini, [...] samfelagið tess meira bundið av oljuinntøkum.? ?Hetta er í veruleikanum akkurát øvut. Her vísa teir, ið hava skrivað sera lágt støði. Inflatión er neyðug. Vit finna fyrst olju, síðani skal inflatión til
fyri at veita hesi lán til okkum her heima? Líkt er til, at annar av pørtunum í øllum førum hevur eina væl betur avtalu enn hin parturin, men stóri taparin er føroyski húsaeigarin. Nú ein dagin var sera [...] flestu, at lán til privat ikki er tað sama, sum lán til vinnulív, men tað er eisini vælkent, at trygdin aftanfyri privatlánið mangan er betur. Tað sum vit eisini vita er, at føroyingar rinda væl meira [...] sum er danskt, verður ókritiskt tikið til Føroyar eftir smærri tillagingum. Bara lúsin útlendsk er... Eitt dømi um at føroyingar hava tikið skipan úr Danmark og smoykt hana yvir høvdið á okkum her heima
orð, sum óivað er frá sama tíðarskeiði, er »beli« úr enskum »belly«, t.e. »búkur« ella »magi«; hjá Svabo er e-ið stutt í »beli», var tað langt, hevði hann skrivað »beeli«. Eisini hetta orð er farið. - Fleiri [...] orðatilfeingið ella at gera nýggj orð er at smíða eitt orð á heimligari grund; dømi um hetta er orðið »telda«, sum er gjørt av navnorðinum »tal« og sagnorðinum »telja«. Hetta er eitt av heilt mongum nýgjørdum [...] Annar háttur at gera nýggj orð er at umseta útlendskt orð, dømi um hetta er orðið »frálandavinna«, sum er gjørt av vendingini »frá landi« og navnorðinum »vinna«. Orðið er grundað á tað enska »offshore«
prógv í kolvetnisverkfrøði á vári 2002. Nýggjasta útbúgvingartiltakið er opið setur útbúgving í KT-frøði, sum byrjar á heysti 2002. Talan er um parttíðarlestur, sum kann samskipast við arbeiði innan KT-vinnuna [...] Føroya, við tí endamáli at inna »vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði«. Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn. Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við [...] tjóðlívsnevndin sett í 1970 til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í 1972 at skipa fyri innsavning
tyktist als ikki merkt av krími. Lena er við tíðini vorðin tann sterkasti kvinniligi føroyski solisturin. Hon spælir og syngur altíð væl við stórari nærveru og innliving, her tykjast ikki at vera nøkur ring [...] ið vónandi ikki verður oyðiløgd í framleiðsluni av fløguni. It Wasn’t My Fault er um at vaksa upp í einum heimi, sum ikki er perfekt, og tað viðførið, ið hetta gevur tær í lívinum. Eitt gott lag, ið hevði [...] løgunum á nýggju fløguni, og her vóru serliga tey bæði inniligu løgini Budding Rose og Stones In My Pocket sterk. Stones In My Pocket hevur verið betur enn hetta kvøldið, men er samstundis eitt av bestu løgunum
málverjin hjá Andorra kom skeivt út, so er Tróndur vónríkur um, at stig kann vinnast í dystinum í kvøld. Men, sum altíð fer tað at krevja eitt optimalt avrik. Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen hevur ikki [...] TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Trónd Arge meta um dystin millum Lettland og Føroyar. Tróndur Arge er varin optimistur. Mett í mun til tað, sum hann hevur sæð Lettland og Føroyar avrika í seinastu dystunum [...] hvør fær møguleikan frá byrjan í kvøld. Til ber eisini at fylgja dystinum millum Lettland og Føroyar her á in.fo.
ur Afturvendandi pástandurin hjá SEV stjóranum at danski el-prísurin er hægri enn tann føroyski, er aftur frammi í miðlunum, og er tí neyðugt enn einaferð at afturvísa hesum. Vit hava ein grundkostnað [...] tað ikki er nøkur loysn at vit taka einkarstøðu SEV´s av og geva øðrum møguleika at verða við at menna orkuútbyggingar. Endurtikið verður at danskur EL-kostnaður er nógv hægri enn tann føroyski, og róð [...] enn tey vit hava í dag. Av stórsta tídningi er tí at hvør einstakur borgari sleppur at luttaka hvør í sínum lagi í framleiðslu av ravmagni. Her vita vit at tað er ógjørligt t.d. at seta sólkyknur til el-málaran
við løgunum beinanvegin. Hóast Brandur er oddamaðurin í bólkinum, so skal man minnast til, at hann ikki er einsamallur um at framføra tónleikin. Bólkurin Anytime er mannaður við ungum monnum, og tað leggur [...] samanspældir enn, men tað kemur við tíðini. Røddin hjá Brandi er útviklað heilt nógv, og hann er í dag ein veruligur klassasangari. Hansara klangur er ógviliga góður og hann torir at syngja ígjøgnum . Harafturat [...] teirra títta tónleiki, og teir er sera beinraknir í sínum tónleiki. Har er ikki so nógv fjas í tónleikinum. Teir koyra bara ahead. Sjálvur haldi eg, at teirra spælistílur er rættiliga einstáttaður, men tað