Mál
Tórður Jóansson
Tað fyrsta var í sokallaðu Vágsbotnstíðini, næsta, táið bretskir trolarar vóru nógv í Føroyum og høvdu partvís føroyska manning, triðja, stríðsárini, tá ið fleiri túsund bretskir hermenn vóru í landinum. Nú frálandavinnan tekur seg upp, kunnu vit vænta nýggj árin
Samfelagsligar rembingar og broytingar, menning í søguni hjá eini tjóð, broytingar í framleiðslu og gerandislívi, framstig og økt samskifti við onnur lond rína altíð við málið. So statt kunnu vit í føroyska málinum finna ábendingar um slíkar hendingar, ið eru farnar fram fyri nógvum árum, mansaldrum og øldum síðani. Eisini tær broytingar og tann menning, sum fara fram í nútíðini, merkja málið á ymiskan hátt. Nýggj orð og nýggjar vendingar taka seg upp. Annaðhvørt afturat teimum, ið áður vóru, ella í staðin fyri.
Vágsbotnshandilin
Samband við fólk úr øðrum londum hevur rinið við og rínur alvegis við málið.
Tíðarskeið, har slíkt samband hevur verið meira enn annars, hevur málið tikið stórt tal á nýyrðum uppí seg. Eitt slíkt tíðarskeið var sokallaða Vágsbotnstíðin, tá ið altjóðaligur handil á fyrsta sinni fór fram í Føroyum.
Í aðrari grein verður okkurt sagt um hesa hending.
Vágsbotnshandilin virkaði einans tjúgu ár, frá 1767 til 1788; men kortini var árinið stórt. Hendingarnar í 19. øld spruttu óivað úr hesum tíðarskeiði, sum góvu føroyingum nýggjar royndir og lótu oyggjarnar upp fyri útheiminum. Fleiri føroyingar starvaðust í vørugoymslunum og smiðjum saman við útlendingum, mest bretum. Og fleiri havnarfólk gjørdust kring í ymiskum handverkum. Eisini var hetta fyrstu ferð, at veruligur fiskiskapur var í Føroyum; fleiri fólk arbeiddu í fiskavirking, turkaðu saltaðan tosk, saltaðu sild í tunnur og so framvegis.
Hetta var eisini fyrstu ferð at útlendingar í stórum tali válaðu í havnartúnum. Umframt útlendingar, ið starvaðust fast í Vágsbotnshandlinum, vóru manningar av atlantiskum hendilsskipum og smugglarar. Úrslitið varð, at
flestu havnarfólk - og helst aðrir føroyingar við - skiltu og talaðu hampiligt enskt fleiri ár aftan á, at handilin læt aftur. Og fleiri ensk og onnur orð komu inn í føroyska málið.
Vit eru so heppin, at fyrsta føroyska orðabókin varð skrivað stutt aftan á hetta mundið. Tað var Jens Chr. Svabo, sum frá 1770árunum og til deyðadags í 1824 arbeiddi við stóru føroysku-donsku-látínsku orðabók síni, sum tó ikki varð prentað fyrr enn í 1959. Her eru fleiri orð, ið óivað stava frá Vágsbotnstíðini.
Eisini J. H. Schroter (1771-1851), sum var føddur og uppvaksin í Havn, skrivar, at málið, ið talað varð í Tórshavn hetta tíðarskeiðið, var ein blending av føroyskum, enskum og donskum.
Her skulu nevnast onkur ensk orð, ið komu inn í føroyskt hetta tíðarskeiðið; summi verða nýtt enn, onnur eru horvin úr málinum aftur. - Orðið »batlari«, nú burturdottið, týðir Svabo til »fløsku«, frá enskum »bottle«, og við vanliga føroyska lýsingareftirfestinum »-ari«, hóast meira sannlíkt er, at her verður meint við starvið »butler« í gamla týdninginum, nevniliga ein, sum letur vín og brennivín á fløskur; heilt vanligt arbeiði tá - ikki minst í Vágsbotnshandlinum.
Annað orð, sum óivað er frá sama tíðarskeiði, er »beli« úr enskum »belly«, t.e. »búkur« ella »magi«; hjá Svabo er e-ið stutt í »beli», var tað langt, hevði hann skrivað »beeli«. Eisini hetta orð er farið. - Fleiri dømi kunnu nevnast, so sum »fuss« og »fussa« úr enskum »fuss«; »lubbi« og »lubbutur« frá »lubber«; »stumbla« og »stumbul« úr enskum »stumble«; »trupul« og »trupulleiki«, seinna við eftirfestinum »-leiki«, úr enskum »trouble«, og so framvegis. - Fúlorðið »fukka« er eisini í orðabók Svabos, og hetta ítriv hevur helst verið í hæddini í tíðarskeiðnum; tað kemur óivað úr enskum »fuck«, er so horvið úr aftur føroyskum, men komið aftur í aftur seinni í enska sniðnum »fokk«. Navnháttarendingin »-a« varð náttúrliga skoytt uppí í fyrra førinum.
Her koma vit til tað týdningarmesta, tá ið útlendsk orð verða tikin inn í føroyskt. Tey mugu kunna sigast á málinum, t.e. framburðurin má laga seg til føroysku ljóðskipanina, og orðið má fáast at virka í málskipanini, tað er at siga, at tað má kunna bendast, fáa skilagott snið og kyn, sum samsvarar við føroyskt annars.
Bretskir trolarar
Frá miðju 19. aldar var nógv samstarv og samskifti millum føroyskar og útlendskar, serliga bretskar, fiskimenn. Í reglugerð til donsk rannsóknar- og verjuskip undir Føroyum verður mælt til at eygleiða og læra nýggjar veiðihættir, sum útlendsk fiskiskip nýta. Og umleið 1850 veiddu fleiri hetlendingar, skotar og aðrir bretar undir Føroyum. So við og við fóru føroyingar í hópatali við hesum skipum, serliga trolarunum, og hetta stóð við langt inn í 20. øld. Skotskir og enskir fiskimenn vóru javnan í landi, og nógv samskifti var millum føroyingar og sjómenn úr Aberdeen, Hull, Grimsby og aðrastaðni í Bretlandi frá umleið 1860. Og til dømis í maj 1900 fóru fleiri føroyingar til Bretlands at arbeiða fisk har.
Sjálvsagt stóðust kreppur av hesum, og nógvar ósemjur vóru eisini millum føroyingar og bretar. Mest av tí, at føroyski veiðiflotin var aftari, tí einans seglskip úr viði vórðu nýtt, og bretar høvdu nógv munabetri eimriknar trolarar, so veiða teirra var nógv størri enn hin føroyska. Og fleiri føroyskir fiskimenn fóru heldur við bretskum trolarum enn við føroyskum sluppum, serliga um 1920.
Men samskiftið og samvinnan millum bretar og føroyingar elvi til stórt tal á nýggjum orðum. Nógv orðatilfar í sambandi við fiskivinnu, veiðifør, útgerð og annað kom inn í málið. Nýggj framlop í vinnulívi høvdu nýggj orð við sær.
Dømi um slík orð eru: »fullspit« frá »full speed«, »keys« frá »case«, »boya« frá »buoy«, »kjokkfullur« frá »chock-full«, »slóa« frá »slow«, »tóva« frá »tow«, »tveinur« frá »twine«, »fumma« (um royk ella eim) frá »fume«, »gella« frá »girl« í skotskum framburði, »hál« frá »haul«, »jompa« frá »jump«, »keppur« frá »cap«, »rukka« frá »rooky« ella »rookie«, »skeilett« frá »skylight«, »trolari« frá »trawler«, »dreggj« frá »dredge«, »lora« frá »lower«, og fleiri onnur. - Øll tey føroysku orðini eru vorðin heimasnið, t.e. laga til føroyska ljóð- og málskipan, so sum kallkynsendingin »-ur«, navnháttaendingin »-a« og so framvegis.
Stríðsárini
Fleiri túsund bretskir hermenn vóru í Føroyum frá 1940 til 1945, flestir teirra í Vágunum og í Havn, men eisini á Tvøroyri, á Skálafjørðinum og aðrastaðni í landinum. Yvirhøvur vóru sera góð viðurskifti millum føroyingar og bretarnar, samskiftið og samstarvið var gott, nógv vinabond knýtt og fleiri føroyskar gentur giftust við bretum í hesum árum.
Tá ið hugsað verður um, at fólkatalið í Føroyum tá var einans um 30.000, so má tað hava havt stórt árin á málið, at um 6.000 bretar eitt drúgt skifti búleikaðust í oyggjunum. Nógvir føroyingar dugdu væl talað enskt hesi ár og fleiri ár aftaná, og nógv ensk orð komu inn í føroyska málið. Í flestu førum fingu tey hóskandi heimasnið, t.e. lagaðu seg væl til ljóð- og málskipanina.
Nøkur fá dømi kunnu verða nevnd her: »ókey« frá »okay«, »beibei« frá »bye-bye«, »halló« frá »hello«, »vell« frá »well«, »lorri« frá »lorry«, »dreivari« frá »driver«, »distroyari« ella »oyðari« frá »destroyer«, »radari« frá »radar«, »svapa« og »svapari« frá »swab«, »spikka« (einans nýtt um enskt) frá »speak«, »tinna« frá »tin« og so framvegis. - Summi eru framvegis til í føroyskum, onnur eru horvin aftur.
Nýggjar avbjóðingar
So hvørt sum nýggj fyribrigdi og hugtøk koma fram, annaðhvørt í einum samfelag ella uttaneftir, verður eitt málsligt tómrúm, ið má fyllast á einhvønn hátt. Eitt orð má fáast til vega fyri nýggja fyribrigdið ella hugtakið.
Føroyska er í hesi støðu aftur nú, ið nýggj stórvinna tekur seg upp, nevniliga frálandavinnan. Avbjóðingin snýr seg um tann hóp av hugtøkum og heitum, ið tengd eru at hesi nýggju vinnu; neyðugt er at hava orðatilfar og vendingar, skulu vit kunna tala, skriva og samskifta um frálandavinnu.
Hetta verður gjørt á ymiskar hættir, og ofta verður nýggja orðið til mestsum av sær sjálvum, grundað á ta málfrøðiligu og ljódligu skipan, viðkomandi mál hevur. Soleiðis hevur verið <breve> og er <breve> bæði í føroyskum og í øðrum málum. Ikki minst í okkara øld, nú túsundtals nýggj fyribrigdi hava tikið seg upp, ikki minst innan tøknifrøði.
Ein háttur at økja um orðatilfeingið er at læna orð úr øðrum málum, t.e. lánorð úr útlendskum málum, á okkara døgum oftast enskum, hóast flestu lánorð í føroyskum eru úr donskum ella komin inn í málið um danskt. ? Dømi um nøkur ensk lánorð eru omanfyri.
Aðrir hættir at økja um orðatilfeingið ella at gera nýggj orð er at smíða eitt orð á heimligari grund; dømi um hetta er orðið »telda«, sum er gjørt av navnorðinum »tal« og sagnorðinum »telja«. Hetta er eitt av heilt mongum nýgjørdum føroyskum orðum, sum fólk hava tikið til sín; og á okkara døgum munnu vera fá, ið nýta orðið »kompjútari«, úr enskum »computer«.
Annar háttur at gera nýggj orð er at umseta útlendskt orð, dømi um hetta er orðið »frálandavinna«, sum er gjørt av vendingini »frá landi« og navnorðinum »vinna«. Orðið er grundað á tað enska »offshore« og kundi kanska eisini verið gjørt av »úr landi«, men tá hevði týdningurin helst verið skeiklaður.
Stundum fáa gomul, ofta ikki longur nýtt, orð nýggja merking; og hetta er ikki óvanligur háttur at víðka um nútíðarliga orðatilfeingið, ikki einans í føroyskum, heldur í flest øllum málum. Dømi um hetta er »skuggi« í sambandi við sjónvarp og teldur, har flestu føroyingar nýta forna orðið í nýggja týdninginum í staðin fyri »skerm«.
Vanligur háttur í orðasmíði er at gera nýggjar orðasamansetingar, sum í sjálvum sær greiða frá nýggja týdninginum. Dømi um hetta er »akfar«, har sagnorðið »at aka« er sett saman við navnorðinum »far«; ella »evnafrøði«, sett saman av »evni« og »frøði«.
Ofta verða forfesti ella eftirfesti nýtt, tá ið nýggj orð verða gjørd; eitt nú »forskúli« og »órin«; ella »óttafullur« og »meinaleysur«. Fleiri nýyrði eru vorðin til á aðrar hættir, eitt nú av fyrstu bókstøvunum í vendingur ella heitum, av persónsnøvnum og so framvegis.
So ivasamt er, hvørt vit hava fyri neyðini at nýta ensk ella onnur útlendsk orð í øllum teimum viðurskiftum og øllum teimum høpum, frálandavinnan fevnir um. Seinastu fimti árini hava til fulnar sýnt, at føroyska málið framvegis er væl ført fyri at evna heimasnið á fyribrigdum og hugtøkum, ið alsamt stinga seg upp. - Eisini innan frálandavinnu.