Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroyum. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felagsins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar.
Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlag, samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna »vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði«. Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn.
Fróðskaparsetrið byrjaði virksemið við einum professara, Christiani Matras, og einum skrivara, Maud Heinesen. Virksemi tey fyrstu árini fevndi um ársskeið í náttúrusøgu og í føroyskum fyri lærarar. Hetta vóru skeið, sum Fróðskaparfelagið hevði tikið stig til, og sum Fróðskaparsetrið helt áfram við. Ársskeiðini fyri lærarar vórðu hildin toluliga regluliga á setrinum til tað seinast í 1980?unum varð avgjørt, at eftirútbúgving av lærarum skuldi skipast á Landsskúlafyrisitingini.
Umframt ársskeiðini skipaði setrið fyri almennum fyrilestrum um ymisk evni og kvøldskeiðum í føroyskum. Tey fyrstu árini stílaði setrið fyri eini innsavningarnevnd, ið varð sett í 1967, og hevði til uppgávu at bjarga føroyskari fólkamentan. Sum framhald av hesi nevnd varð tjóðlívsnevndin sett í 1970 til at savna tilfar um føroyskt fólkalív og føroysk fólkaminni. Hetta tilfar er í dag á goymslu á Føroyamálsdeildini. Harumframt varð sett ein nevnd í 1972 at skipa fyri innsavning av føroyskum sálmasangi og andaligum vísusongi. Øll árini hevur setrið skipað fyri ritgerðarkappingum, har øll kundu luttaka.
Útbúgvingar
Verulig akademisk útbúgving byrjaði í 1970 við heim-speki og skeiði til »filosofikum«.
Tann akademiski próvlesturin byrjaði við eini náttúruvísindaligari-heimspekiligari støðisútbúgving í 1972. Síðani 1981 hevur verið undirvíst regluliga í stødd-/alisfrøði og lív-/evnafrøði, og frá 1987 eisini til BS í ymsum greinum.
Á Føroyamálsdeildini varð farið undir próvlestur í 1974. Fyrsta árið bert sum eitt ára lestur, men síðani 1976 sum 2 ára lestur til exam.art. Eisini her varð farið undir víðari lestur í 1987, til cand.phil.
Í 1976 varð farið undir eina 2 ára útbúgving í gudfrøði. Tey fyrstu árini vóru royndarár, men í 1978 varð avgjørt at seta Gudfrøðideildina á stovn. Avtala varð gjørd við universitet í Íslandi og í Danmark um, at studentarnir kundu gera lesnaðin lidnan har. Gudfrøði og søguvísindi vórðu løgd saman til eina deild, og í 1987 farð varið undir at undirvísa í søguvísindum, fyrst til exam.art, síðani til BA og cand.phil. Av ymsum grundum steðgaði undirvísingin í guðfrøði í 1988.
Í tíðarskeiðnum 1993-95 varð skipað fyri ársnámum í ávíkavist samfelagsvísindum og búskapi, handli og máli. Hesin lestur steðgaði í kreppuárunum, men í 2000 eru studentar aftur tiknir inn til ársnám.
Frá 1999 hevur Náttúruvísindadeildin við dyggum stuðli frá oljufeløgum kunnað bjóðað út útbúgving í kolvetnisverkfrøði. Fyrstu studentarnir fingu prógv í kolvetnisverkfrøði á vári 2002.
Nýggjasta útbúgvingartiltakið er opið setur útbúgving í KT-frøði, sum byrjar á heysti 2002. Talan er um parttíðarlestur, sum kann samskipast við arbeiði innan KT-vinnuna.
Lógin
Í 1987 kom í gildi nýggj lóg fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hon varð broytt í 1990, tá Fróðskaparsetrið fekk universitetsstøðu, og aftur í 1995, tá bygnaðurin var gjørdur einfaldari. Sambært lógini stendur Fróðskaparsetrið fyrisitingarliga beint undir landsstýrinum, og leiðsluna av setrinum hevur rektarin saman við setursráðnum og megindeildarráðunum. Rektarin hevur dagligu ábyrgdina av leiðsluni og hevur til hjálpar eina fyrisiting við setursskrivaranum á odda.
Petur Zachariassen var fyrsti rektarin á Fróðskaparsetrinum, frá juni 1987 til desember 1990. Jóan Pauli Joensen var rektari frá januar 1991 til mars 1998 og Arne Nørrevang frá apríl til november 1998. Frá desember 1998 til 31. november 2004 Malan Marnersdóttir. Tann 2. november í 2004 varð Jóan Pauli Joensen valdur til rektara, og tók hann við 1. desember 2004.
Professarar
Christian Matras var professari frá byrjanini á Fróðskaparsetrinum. Í 1986 fekk Fróðskaparsetrið tveir professarar afturat, tá Mortan Nolsøe varð tilnevndur professari í fólkaminnum, og Jóhan Hendrik Winther Poulsen varð tilnevndur professari í norðurlendskum, serliga føroyskum máli.
Í 1989 varð Hans Jacob Debes, dr.phil. tilnevndur professari í Føroya søgu og almennari søgu, og Jóan Pauli Joensen, dr.phil& fil.dr., í siðsøgu og fólkalívsfrøði.
Magnus Danielsen, Ph.D., varð tilnevndur professari í ravmagnsverkfrøði í 1991. Arne Nørrevang, dr. phil., varð tilnevndur professari í lívfrøði í 1995 og Eyðun Andreassen, dr. phil., professari í fólkaminnisfrøði í 1996.
Í 2001 varð Morten Sparre Andersen settur í starv sum professari í jarðfrøði. Hann gavst í 2004 og í hansara stað er Robert James Brown settur sum professari.
Dorete Bloch varð í 2001 tilnevnd adjungeraður professari í djóralívfrøði.
31. mars 2004 varð Malan Marnersdóttir, rektari, tilnevnd profesari í bókmentum.
Ph.D.lestur
Í 1996 var kunngerð um Ph.D. lestur lýst, sum heimilar Fróðskaparsetrinum at føra studentar fram til Ph.D. prógv. Jóannes Dalsgaard vardi sum tann fyrsti Ph.D. ritgerð í mai 1997 við heitinum: »Fylking 75 ár. Ein rannsókn av verkamannarørsluni á Tvøroyri og ein lýsing av málum, menning, skipan og úrslitum hennara - við denti á tíðarskeiðið 1915-1951.«
Andras Mortensen vardi 9.2.2001 Ph.D. ritgerðina: »Hin føroyski róðrarbáturin. Sjómentir føroyinga í eldri tíð.«
Kirsten Brix vardi 14.6.2002 Ph.D. ritgerðina: »Dialog i Babelstårnet.«
Erland Viberg Joensen vardi 21.3.2003 Ph.D. ritgerðina: »Lossingarmenn í Havn«.
Jóannes Djurhuus vardi 6.6.2003 Ph.D. ritgerðina: »Analytical investigations of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fractures«.
Í løtuni eru 7 ph.d. studentar innskrivaðir. 3 væntast at verja ritgerð sína í 2005.
Kelda. www.setur.fo
????
Fróðskaparsetrið 40 ár
20. mai 2005 eru 40 ár síðani at Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn. Dagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni fríggjadagin 20. mai frá kl. 15 til 17.
Umframt móttøkuna verður 40 ára dagurin eisini hildin við stóru fyrilestrarøðini Setrið á ferð. Í røðini verða okkurt um 40 fyrilestrar, sum vera um alt landið. Avtala er fingin við kunningarstovur kring landið og við Mentanardeildina hjá Klaksvíkar býráð um at í felag at skipa fyri røðini. Tveir fyrilestrar hava longu verið og tveir eru eftir fyri summarfrítíðina, annar verður í Fuglafirði og annar í Bø. Røðin verður tikin uppaftur í heyst, tá ið restina av fyrilestrunum vera á skránni.