Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi
-----
"Danskarar eru óluksáliga gírigir". "Danskarar tosa bara um hvat alt kostar". Hetta eru vendingar, sum vit føroyingar vanliga nýta, tá vit tosa um okkara norðurlendsku grannar fyri sunnan. Ofta verða hesar vendingar nýttar av órøttum, men sjálvandi eisini av røttum, tí fleiri hava royndir av hesum. Tó eru føroyingar, á fleiri økjum, háttaðir soleiðis, at nógv, fyri ikki at siga alt, sum er danskt, verður ókritiskt tikið til Føroyar eftir smærri tillagingum. Bara lúsin útlendsk er...
Eitt dømi um at føroyingar hava tikið skipan úr Danmark og smoykt hana yvir høvdið á okkum her heima, eru realkredittlánini. Tað er eyðsæð, at ein føroyskur realkredittmarknaður als ikki hevði verið kappingarførur og at nógvir trupuleikar høvdu staðið av, at hava ein slíkan, ið bert hevði verið ein evarka lítil píningur, sammett við danska realkredittmarknaðin. So far so good...
Tá realkredittlánini komu til Føroyar, fyri góðum 6 árum síðani, var árligi kostnaðurin ella bidragssatsurin umleið 1,3% árliga. Í einum lopi var sokallaða bidragið herfyri hækkað í 1,9%, uttan at nakar fekk vart seg fyri tí. Sigi bara, stakkals tey, ið hava eina sethúsaskuld í milliónflokkinum. Nakrar fáar røddir gjørdu vart við hetta, men føroyingum líkt, so hendi einki meira. Tað skuldi eita seg, at hækkingin lutvíst skuldi dekka økta ráðgeving, men hvøja ráðgeving kunnu tey flestu, sum í dag hava realkredittlán, óivað spyrja.
Legg til merkis, at tá árligi kostnaðurin lá um hesi 1,3%-ini í Føroyum, var sami kostnaður í Danmark um 0,5%. Men hví hendan stóran mun? Jú jú, sum ført er fram átaka peningastovnarnir í Føroyum á seg váðan, og partur av teimum 1,3%-unum, ið nú bráddliga eru hækkaði til 1,9%, verða send til Danmarkar. Her er vert at leggja til merkis, at danski stovnurin at kalla ongan váða átekur sær. Fáa donsku stovnarnir so ikki alt ov nógv fyri at veita hesi lán til okkum her heima? Líkt er til, at annar av pørtunum í øllum førum hevur eina væl betur avtalu enn hin parturin, men stóri taparin er føroyski húsaeigarin.
Nú ein dagin var sera áhugaverd grein í donskum dagblaði. Greinin kallaðist "Bidragssatser er en pengemaskine". Greinin vísir á, at realkredittstovnarnir í Danmark hava hækkað hesar sokallaðu bidragssatsir nógv meira enn neyðugt og so nógv, at øktar útreiðslur frá nýggjum kapitalkrøvum o.ø. als ikki er frágreiðingin fyri øktu bidrøgini.
Í Danmark verður realkreditt lán eisini veitt vinnuni. Tí sigur millum Dansk Erhverv, ið er arbeiðsgevarafelag og ráðgevi fyri dansk vinnulív, at tey óttast, at bidragssatsarnir, verða øktir alt ov nógv.
Nú vita tey flestu, at lán til privat ikki er tað sama, sum lán til vinnulív, men tað er eisini vælkent, at trygdin aftanfyri privatlánið mangan er betur. Tað sum vit eisini vita er, at føroyingar rinda væl meira fyri teirra realkredittlán enn danir. Tí kundi mann ofta ynskt, at føroyingar vóru meira sum danir - verið meira gírigir og kanska tosað meira um, hvat alt kostar. Sjálvdan verður tó lurtað eftir meiniga føroyinginum, tó er tað av týdningi hesin stóri trupuleikin verður loystur. Tí hetta er ein sera stórur trupuleiki, sum hópin av ungum barnafamiljum, ið hava sett føtur undur egið borð berjast við hvønn dag. Og tað er ikki nøktandi. Onkur má vakna og taka hesa uppgávu á seg. Fólkatalið fer ikki at økjast í Føroyum fyrr enn vit gerast meira kappingarfør, eisini á hesum økinum.