Frágreiðingin byggir á ósannindi

?Tey, ið hava skrivað partin um búskaparfrøði í Menas-frágreiðingini, hava ikki skil fyri búskaparfrøði. Tað er í fleiri førum beinleiðis ósannindi, ið verða ført fram, og frágreiðingin heldur fast við gamlar mýtur, sigur Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur

Menas-frágreiðingin

Tann nógv umrødda Menas-frágreiðingin viðger eisini føroyska búskapin. Tað er einamest árinini av, at ein oljuvinna verður veruleiki í Føroyum, sum verða umrødd. Vit hava spurt Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðing, um at gera viðmerkingar til henda partin av frágreiðingini. Jóannes starvast til dagligt sum skrivari hjá Búskaparráðnum og hevur gott innlit í búskaparligu viðurskiftini, ið viðvíkja Føroyum. Tað skal eisini viðmerkjast, at Menas-frágreiðingin á føroyskum er ein samanskrivað frágreiðing, ið er gjørd so stutt sum gjørligt.

Nakrar skøvur
Føroyski búskapurin fyllur tíggju síður í Menas-frágreiðingini, og tað kann altíð verða kjakast um, hvørt hetta er nóg mikið ella ei. Eisini verða búskaparlig atlit tikin við í parti viðvíkjandi Hetlandi og stýringini av oljubúskapinum. Jóannes Jacobsen er av teirri sannføring, at á summum økjum kundi frágreiðingin um búskapin verið gjørd styttri, tí frágreiðingin nevnir fleiri evni, ið tykjast bert verða nevnd fyri at verða nevnd.
?Tá tú lesur frágreiðingina, værnast tú, at frágreiðingin hevur nakrar skøvur. Fleiri ting eru væl frágreidd, men so kemur tú á ting, ið eru púrasta skeiv. Tað er heilt klárt, at tann ella tey, ið hava skrivað henda partin í frágreiðingini, ikki hava skil fyri búskaparfrøði, sigur Jóannes Jacobsen.
Sum dømi um eina skøvu nevnir hann partin 5.6.3 um burturtrokan og bústaðarviðurskiftini, har tað verður tosað um, at myndugleikarnir eiga at hava eftirlit við eftirspurninginum eftir bústaði í Havn og samstundis hyggja eftir, at prísurin varð hildin niðri. Hesin parturin passar ikki inn í heildina, heldur Jóannes.
Í frágreiðingini verður greitt frá fleiri fyribrigdum í føroyska búskapinum. Nortið verður við umstøðurnar í Føroyum eins og tað verður nortið við meira teknisk búskaparlig viðurskifti. Tað er einamest á hesum økinum, at Jóannes hevur flestu viðmerkingarnar.

Òsannindi
?Tað er fyri so vítt skeivt soleiðis, sum tingini eru samansett, tí har vanta nógvir samanhangir. Ein kann ímynda sær, at teir hava verið fleiri, ið hava skrivað, síðani er tað skrivað saman, og her er okkurt komið skeivt fyri. Tað er eisini møguligt, at tað hava verið málsligar forðingar av onkrum slag, men tað er heilt klárt, at hesir hugsa ikki búskaparfrøðiliga, sigur Jóannes Jacobsen.
Fyrsta dømi, ið Jóannes vísir á er kapitli 5.5 um makrobúskaparligu árinini av oljuframleiðslu. Har stendur:
?Yvirskotið á gjaldsjavnanum økist við vanda fyri ovhitan, sum hevur við sær inflatión og harav fylgjandi versnandi javnvág millum føroyska búskapin og búskapin hjá samhandilslondunum. Ein tílík gongd kann hava við sær, at verandi vinnuvegir verða trokaðir til viks, og samfelagið tess meira bundið av oljuinntøkum.?
?Hetta er í veruleikanum akkurát øvut. Her vísa teir, ið hava skrivað sera lágt støði. Inflatión er neyðug. Vit finna fyrst olju, síðani skal inflatión til fyri at fáa alt upp á pláss, og hetta eru allir búskaparfrøðingar samdir um, men kortini stendur júst tað øvuta í Menas-frágreiðingini, og hetta er vánaligt, sigur Jóannes Jacobsen.
Eisini parturin viðvíkjandi Hálendsku sjúkuni hevur skeivleikar í sær, sambært Jóannesi.
Har stendur m.a.: ?Fyribrigdið Hálendska sjúkan ger seg galdandi, um ein stór kolvetnisútflutningsvinna hevur við sær, at kursurin verður yvirmettur og á henda hátt veksur um prísin á útflutningi og minkar prísin á innflutningi. So við og við fer hetta at hava við sær, at handilsjavnin versnar, tá útflutningurin av øðrum.?
vørum enn kolvetnum minkar, og nøgdin á innflutningi veksur. Íløgur í aðrar vinnur enn kolvetnisvinnuna minka í stórum, og búskapurin verður meira og meira heftur at inntøkunum frá einum minkandi náttúrutilfeingi.
?Hesin parturin er púra skeivur. Oljuvinnan er einki at vera bangin fyri, og hetta við hálendsku sjúkuni passar heilt einfalt ikki. Fyribrigdið hálendsk sjúka hava teir fullkomiliga misskilt, sigur Jóannes Jacobsen.
Aðrastaðni í búskaparpartinum av Menas-frágreiðingini verður eisini tosað um, at gjaldoyrasamstarvið, ið Føroyar hava við Danmark, fer at verja Føroyar móti hálendsku sjúkuni, og hetta Jóannes eisinivera langt av leið og beinleiðis ósatt.
Tann parturin, sum Jóannes er mest keddur um er parturin útliti fyri fjølltáttan (5.10). Har stendur m.a.:
?Føroyar hava ein ófjøltáttaðan búskap, sum so at siga bara fær sítt ríkidømi við at gagnnýta náttúrutilfeingið í havinum.?
?Hetta er nakað øgiligt tvætl. Tað, vit liva av í Føroyum, er, hvat framleiðslumiðlarnir skapa. Tað er arbeiðsmegi, náttúrutilfeingi og kapitalur. Vit liva ikki av fiskivinnuni, men hon betalur fyri innflutning. Vit liva av øllum tí, ið framleiðslumiðlarnir skapa, tí ber ikki til at siga, at búskapurin í Føroyum ikki er fjølltáttaður. Hatta er ein øgiliga gamal hugsunarháttur, sum ikki kann nýtast longur, har vit bara tosa um virðisskapn, um hetta fer til útflutning, sigur Jóannes Jacobsen.

Skeivt støði
Jóannes Jacobsen heldur, at henda frágreiðingin loyvir nøkrum gomlum mytum um føroyska búskapin framhaldandi at halda sær á lívi.
?Hetta, sum teir hava skrivað, stuðlar beinleiðis uppundir tær mýtur, ið eru um føroyska búskapin, sigur Jóannes Jacobsen.
?Tað er hugstoytandi, at hetta skal vera grundarlagið fyri einum sakligum kjaki, tá hetta í nógvum førum byggir á beinleiðis ósannindi og skeivleikar, sigur Jóannes Jacobsen.
c