har. Dupult kvartettin hevur við sínum framúr góða sangi verið til gleði og troyst og uppmuntran so nógva staðni. Jens Christian giftist í 1982 við Kristinu, fødd Joensen og ættað úr Klaksvík. Tey búðu [...] og Gunrið. Jóna og Gunrið búgva í Havnini og Katrin býr á Eiði. Tíðliga í tíðini fór Jens Christian til Danmarkar at nema sær kunnleika í cellospæli. Seinni var hann í Noregi, og nú hevur hann í fleiri enn [...] í musikkskúlanum. Umframt at hava undirvíst í Havnini hevur hann ferðast eitt nú í Eysturoynna og til Klaksvíkar at undirvísa. Síðani Føroya Symfoniorkestur varð sett á stovn, hevur Jens Christian verið
hann, meðan hann stóð við abbasoninum, sum eisini var komin til móttøkuna, í føvninginum. Kunoyingur Oddur er ættaður úr Kunoy. Sum ungur giftist hann Eyðbjørg, sum er ættað av Toftum. Tey búsettust í Saltangará [...] Nógv fólk vóru til móttøku, tá ið Miðberg Bakarí í Saltangará ynskti at "markera", at Oddur Heinesen hevur verið í starvi sum bakari hjá bakarínum í samfull 35 ár. Fólk komu við blómum og heilsanum, og [...] ikki tikin í sínum arbeiði, siga tey, sum kenna hann. Lærdi hjá Alla Oddur fór í sínari tíð at læra til bakara hjá Alla í Klokkaragøtu í Havn, og har arbeiddi hann eisini eitt ár eftir, at hann var vorðin
posti, og so hjálptu hini í húsinum til. Eisini Liva plagdi at ganga við posti, og tað vildi eisini siga, at hon einsamøll fór gjøgnum hagan og til Æðuvíkar. Liva giftist við Jústinus Hansen, sum er ættaður [...] at vitja tiltøk, sum hava verið í Saltangará, og hon er framvegis løtt upp á sporið. Signhild giftist til Fuglafirðar við Kára Zachariassen. Tey eiga trý børn. Fyri Livu og Jústinus og alla familjuna kendist [...] tað, sum so nógva aðra staðni, kúgv og seyður, so umframt tað, sum nú á døgum verður roknað at hoyra til húsarhaldið, hevði Liva eisini við hoygging, mjólking og alt annað í tí sambandinum at gera. Aksel
ikki bar til at sleppa avstað í lestraørindum, fór Essa 1 1/2 ár við Norðbúgvanum hjá Hans Paula Johannesen, sála, har hann vann sær pening fyri fyri lestrakostnaðin. Í 1945 bar aftur til at fara til Danmarkar [...] Danmarkar í lestrarørindum og Essa fór tískil til Keypmannahavnar á heysti 1945 og tók har á lærda háskúlanum prógv sum lækni í 1952. Í 1950 giftist Essa við Lydiu, dóttir Hans Hendrik Hansen, av Eiði, sum [...] bleiv tað eisini til, áðrenn Essa í feb.1965 bleiv yvirlækni á skurðdeildini á Dr. Alexandrines hospital. Mong eru tey, ið gjøgnum árini hava notið gott av góða handalagnum hjá Essa, til hann á várið í 1994
hann var kringur í høvuðspælinum. Karl Gudmund var við til at vinna meistaraskapin í fótbólti í 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og í 1972. Hann var við til at vinna Ísafjarðarsúluna í 1966 og í 1967. Tríggjar [...] Kristina, sum býr í Klaksvík, Oddfríð, sum býr á Argjum og Sólgerð, sum býr í Havnini. Karl Gudmund lærdi til smið hjá Klaksvíkar Byggivirki, sum Mallu menninir áttu. Umframt í tí yrkinum hevur hann verið útr [...] kirkjuni. 60 ára føðingardagsbarnið fór at spæla á dreingjaliðnum hjá KÍ í 1962. Frá 1964 og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum var hann fastur maður á meistaradeildarliðnum. Fyrstu árini var hann oftast
miðvíst legði seg eftir at skriva uppskriftir, sum hon so margfaldaði til næmingarnar. Hetta var fyrsta stigið ímóti bókini. Í fororðunum til Góðaráð segði Jonhild í oktober í 1987, at ynskið at geva uppskriftirnar [...] Klaksvík, og Hedvig og Ingrid, sum búgva í Danmark. Jonhild tænti ymsa staðni, áðrenn hon í 1952 giftist við Jósupi Henriksen úr Sørvági. Tey búsettust á Lítlubrekku, og Jonhild var, sum flestu aðrar konur [...] uppskriftirnar út í bók hevði nøkur ár á baki, og tá ið hetta gjørdist til veruleika, segði Jonhild, at tað var við dyggum stuðli frá børnunum Petru og Jóhan og hjúnarfeløgum teirra. Góðaráð fekk framúr móttøku
skipan". Tók tí súkkluna, fór til Danmarkar, fekk sær starv á fiskavirki, fór síðani til Noregs og so til skips. Soleiðis lívbjargaði hann sær í nøkur ár, inntil hann kom aftur til Føroya, har hann síðani hevur [...] Hetta starvið røkti hann, til honum varð boðið starv í Norðoya Banka, sum var deild av Sjóvinnubankanum. Í sjeytiárunum fekk hann starv sum roknskaparleiðari hjá Klaksvíkar Býráði, til hann í áttatiárunum tók [...] kreppuni fyrst í nítiárunum var Com-Data noytt til at skerja sítt virksemi, og fyri hesum fall Mikkjal. Gavst ikki á hondum Hann var tá komin eitt sindur til árs, men segði, at "eingin skuldi fáa seg at
Frederiksen. Í 1943 fluttu Justinus og familjan til Havnar at búgva. Justinus hevði ymiskt fyrifallandi arbeiði, var eitt tíðarskeið til skips og fór eitt skifti til Íslands at arbeiða á bóndagarði. Afturkomin [...] arbeiddi hann hjá Peturi í Gong, byggimeistara, og bleiv hann har útlærdur sum húsasmiður. Í 1952 giftist hann við Sonju Olsson, ættað av Tvøroyri og fingu tey børnini Sólrún og Jógvan. Justinus eigur 4 [...] 4 abbabørn og 4 langabbabørn. Eitt skifti koyrdi Justinus hýruvogn í Havn. Í 1985 var hann við til at starta P/F Polyplast saman við soninum. Konuna misti hann longu í 1988, bert 56 ára gomul. Justinus
Elisa fødd í 1927, og Elin. Familjan búði á Eiði, til tey í 1930 fluttu til Klaksvíkar at búgva. Elin var tá nakar fáar mánaðir gomul. Elin giftist í 1956 við Torleif Joensen úr Norðdepli. Tey fingu børnini: [...] Jógvan Páll, Siggvard og Torgunn. Torleif sigldi, og doyði tá hann sló út av Norðingi í 1963. Elin giftist upp aftur í 1966 við Thorstein Thomsen úr Nólsoy, og tey eiga tvær døtur: Margreth og Sigrun. Ommubørnini [...] Ommubørnini eru 12 á tali. Elin er mest kend frá handlinum "hjá Skós", sum pápin stovnaði, tá tey fluttu til Klaksvíkar at búgva. Hon er nærum uppvaksin í handlinum, har hon hevur arbeitt so gott sum alt sítt
komin til skaða umborð á Hjørdis - Lat straukin koma umborð til okkara, helt skiparin á Egili Reyða fyri. Manningin í tí fyrra bátinum varð tikin umborð á Egil Reyða, og so varð kósin sett inn til Føro [...] Olivinus var sonur til Jógvan í Tøðuni, sum var ættaður av Hellinum, men var fosturbarn av Toftum og kom við fastrini, Margrethu, seinnu konu Sakarisar-Jóannesi undan Kuldarasteini í Oyndafiråi til Fuglafjarðar [...] maskirúmið og frammi í keysini eitt kamar til 1. meistara. Opið var millum smeltihúsið og keysina. Her var ein durur í bagborðssíðu, so komast kundi inn til kokkhúsið og messuna, men tú skuldi gjøgnum