Elin er dóttir Eliesar og Siggu Joensen. Tey fingu trý børn: Meinhard, føddur í 1924 og deyður í 1997, Elisa fødd í 1927, og Elin.
Familjan búði á Eiði, til tey í 1930 fluttu til Klaksvíkar at búgva. Elin var tá nakar fáar mánaðir gomul.
Elin giftist í 1956 við Torleif Joensen úr Norðdepli. Tey fingu børnini: Jógvan Páll, Siggvard og Torgunn. Torleif sigldi, og doyði tá hann sló út av Norðingi í 1963.
Elin giftist upp aftur í 1966 við Thorstein Thomsen úr Nólsoy, og tey eiga tvær døtur: Margreth og Sigrun. Ommubørnini eru 12 á tali.
Elin er mest kend frá handlinum "hjá Skós", sum pápin stovnaði, tá tey fluttu til Klaksvíkar at búgva. Hon er nærum uppvaksin í handlinum, har hon hevur arbeitt so gott sum alt sítt lív.
Vit vilja ynskja Elini hjartaliga tillukku við 75 ára føðingardegnum.
Børnini