Yvirlækni Arge 80 ár.

10.juni verður Elieser Arge, vanliga nevndur Essa 80 ár.
Essa er Havnardrongur, sonur Sigrid Paulinu Johonnu Petrinu Sofíu f. Simonsen úr Jørundsstovu í NorðraGøtu og Niels Martin Andreas Arge, róptur Diss, úr Klokkarastovu í Tórshavn.
Essa tók í 1943 studentsprógv á "lagtingets studenterkursus", ið tá húsaðist í Realskúlanum.
Síðani arbeiddi hann í ?43 - ?44 sum voluntørur á laboratoriinum á Dr. Alexandrines hospitali. Tá tað framvegis ikki bar til at sleppa avstað í lestraørindum, fór Essa 1 1/2 ár við Norðbúgvanum hjá Hans Paula Johannesen, sála, har hann vann sær pening fyri fyri lestrakostnaðin.
Í 1945 bar aftur til at fara til Danmarkar í lestrarørindum og Essa fór tískil til Keypmannahavnar á heysti 1945 og tók har á lærda háskúlanum prógv sum lækni í 1952.
Í 1950 giftist Essa við Lydiu, dóttir Hans Hendrik Hansen, av Eiði, sum í mong ár sigldi sum skipari fyri DFDS, og Elsebeth Frederikku, f. Poulsen við Neyst í Hvalba. Saman hava Essa og Lydia døturnar Hannu, f. 1951, búsitandi í Ísrael og Sigrid, f. 1954, ið býr í Havn.
Aftaná loknan lestur og kravda turnusskipanin var av, fór Essa undir specialisering í kirurgi og anæstesiologi. Hann hevur starvast á Kommunuhospitalinum, Blegdammen og á Ríkissjúkrahúsinum. Eitt skiftið í 1960 til 1962 fór leiðin aftur heim á Dr. Alexandrines hospital, at starvast saman við tí legendariska yvirlækna Dahl. Eitt ár uttan fyri høvuðsstaðirnar, nevniliga á Thisted Amtsygehus, bleiv tað eisini til, áðrenn Essa í feb.1965 bleiv yvirlækni á skurðdeildini á Dr. Alexandrines hospital.
Mong eru tey, ið gjøgnum árini hava notið gott av góða handalagnum hjá Essa, til hann á várið í 1994 fór frá við eftirløn.
Essa hevur eisini verið virkin á nógvum øðrum økjum. Hann var býráðslimur í Tórshavnar býráð 3 setur frá 1974, samstundis sum hann var løgtingslimur fyri Fólkaflokkin.
Íðin golf- og badmintonspælari og harumaður í nógv ár, men er tó nú givin við hesum.
Føðingardagurin verður hildin í summarhúsinum "Puk" í Gilleleje, ið Essa og Lydia hava havt gleði av síðani 1959.

+ mynd úr arkivinum