Justinus Háskor 80 ár

Jóansøkudag 24. juni verður Justinus Háskor í Havn 80 ár.

Justinus er føddur úti í Svínoy í 1925. Foreldur hansara vóru Julia og Jóannes Frederiksen.

Í 1943 fluttu Justinus og familjan til Havnar at búgva. Justinus hevði ymiskt fyrifallandi arbeiði, var eitt tíðarskeið til skips og fór eitt skifti til Íslands at arbeiða á bóndagarði.

Afturkomin úr Íslandi arbeiddi hann hjá Peturi í Gong, byggimeistara, og bleiv hann har útlærdur sum húsasmiður.

Í 1952 giftist hann við Sonju Olsson, ættað av Tvøroyri og fingu tey børnini Sólrún og Jógvan. Justinus eigur 4 abbabørn og 4 langabbabørn.
Eitt skifti koyrdi Justinus hýruvogn í Havn.

Í 1985 var hann við til at starta P/F Polyplast saman við soninum.
Konuna misti hann longu í 1988, bert 56 ára gomul.

Justinus hevur tey síðstu árini havt stóra gleði av Tilhaldinum í Havn, har hann trúliga hevur møtt upp.

Tey ið ynskja at gleða Justinus á føðingardegnum eru vælkomin í Tilhaldið í Tórsgøtu fríggjadagin 24.juni millum kl.17.00-20.00.