Karl Gudmund Henriksen 60 ár

Í dag, hósdagin 16. juni, verður Karl Gudmund Henriksen í Klaksvík 60 ár.

Karl Gudmund munnu flestu miðaldrandi og eldri enn tað komast við. Hann var ein av stinnu verjuspælarunum á tiltikna fótbóltsliðnum hjá klaksvíkingum, sum framvegis eigur metið við flest vunnum meistaraheitum á rað.
Karl Gudmund er innføddur klaksvíkingur og uppvaksin í Gerðum. Foreldrini hjá honum eru Jonhild og Sámal Henriksen. Jonhild er dóttur Karolinu og Karl, sum var bóndi í Norðurstovu í Gerðum, og Sámal, sum doyði fyri nú fleiri árum síðani, var sonur Fíu og Gudda á Dalinum.
Karl Gudmund er elstur av fýra systkjum. Hini eru Kristina, sum býr í Klaksvík, Oddfríð, sum býr á Argjum og Sólgerð, sum býr í Havnini.
Karl Gudmund lærdi til smið hjá Klaksvíkar Byggivirki, sum Mallu menninir áttu. Umframt í tí yrkinum hevur hann verið útróðrarmaður, og so hevur hann tykist við ymiskt handverk.
Seinastu tíggju árini hevur Karl Gudmund saman við Hákuni Dam røkt deknatænastuna í Christianskirkjuni.
60 ára føðingardagsbarnið fór at spæla á dreingjaliðnum hjá KÍ í 1962. Frá 1964 og fram til miðskeiðis í sjeyti árunum var hann fastur maður á meistaradeildarliðnum. Fyrstu árini var hann oftast høgri bakkur, og tey seinnu árini var hann í miðverjuni, har hann vísti stóra kropsstykri og skjótleika, og har hann var kringur í høvuðspælinum.
Karl Gudmund var við til at vinna meistaraskapin í fótbólti í 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og í 1972. Hann var við til at vinna Ísafjarðarsúluna í 1966 og í 1967. Tríggjar ferðir var Karl Gudmund á landsliðnum. Fyrsti dysturin var móti Oyrknoyum í Kirkwall í 1970, og síðani spældi hann eina ferð afturat ímóti Orknoyum og eina ferð ímóti Hetlandi.
Í 1972 giftist Karl Gudmund við Elini Heinesen, sum var ættað av Viðareiði. Tey bygdu í nýggjari útstykking omanfyri gamla býlingin í Gerðum, og tey fingu tveir synir - Sámal og Heri. Teir búgva báðir í Klaksvík. Elin doyði av herviligari sjúku í 1999. Nú eru fleiri ár síðani, at Karl Gudmund, sum eigur ein abbason, fann saman við Randi Jacobsen, sum í mong ár arbeiddi á Sosialinum og nú er blaðkvinna á Dimmalætting.