Frits Johannesen
????
Hjalmar er sonur Andreu og Olivinus Joensen í Tøðuni í Fuglafirði. Skyldskapur var ímillum Ansastovu í Oyndarfirði og Tøðuna. Olivinus var sonur til Jógvan í Tøðuni, sum var ættaður av Hellinum, men var fosturbarn av Toftum og kom við fastrini, Margrethu, seinnu konu Sakarisar-Jóannesi undan Kuldarasteini í Oyndafiråi til Fuglafjarðar, tá ið hesin fór at handla fyri Bekkers handil.
Kona Jógvan bleiv rópt fyri Sjúrða-Sigga og var systir Ansa-Kathrinu, sostatt vóru abbi, Daniel Anthoniussen, bátasmiður úr Oyndarfirði, og Olivinus, systkinabørn. Sjúrða-Sigga og Ansa-Kathrina vóru ættaðar úr Fuglafirði - døtur Sjúrð við Gjógvará og seinnu konuna, Jóhannu úr Miðtúni av Kirkju.
Hjalmar giftist við Helmu hjá Gordoni 1957. Helma doyði 1999 72 ára gomul eftir drúgva parkinsonsjúku, sum nívdi hana í mong ár, men sigast má um hana, at tignarliga flutti hon fótin eftir tún og stræti øll hesi tungu ár.
Mangan, tá ið vit hava hitst, hevur Hjalmar umrøtt , tá ið Hjørdis brendi í Grønlandi l954 og sakk. Onkuntíð havi eg sagt við hann, at forvitnisligt hevði tað verið at skriva eitt sindur um hetta og kanska sett tað í bløðini. Nú maðurin fer um tey sjeyti-fimm, var eg ein dagin inni á gólvinum hjá honum, og skifti orð við hann um hesa hending. Havi sostatt fest okkurt á blað, hvussu hetta barst á. Eg havi eisini tosað við Evald Johannesen, úr Fuglafirði, sum eisini var við henda lagnutúr.
Hjalmar missir tummilin
Hetta var á várið undir Grønlandi á Fíla bank. Hjørdis fór avstað seinast í mars mánaði. Sofus Olsen í Rituvík var skipari, Magnus Olsen í Rituvík var 1. stýrimaður og Theodor Johannesen (faðir) var 2. stýrimaður. Millum onnur før, sum royndu undir Grønlandi hetta árið, vóru Viðoyggin og Polarfarið. Eisini vóru bæði føroyskir og íslendskir trolarar á feltinum. Rituvíksingar høvdu silgt t. d. við Egil Reyða. Eingin ivi er um, at Sofus hevði samband við Egil Reyða, meðan teir fiskaðu, so teir vistu hvør av øðrum, og nørdi hetta um fiskiskapin kanska hjá báðum pørtum.
10. juni høvdu teir næstan fult skip. - Okkum vantaði eini 5 tons í last. Sofus ætlaði at fara inn í Føroyingahavnina eftir eitt sindur av salti og olju, so skuldi kósin setast heim.- Eg gloymi ikki henda vanlukkudag 13. juni 1954, so leingi eg livi, segði Hjalmar
Hjalmar hevði frívakt, bleiv útpurraður kl 6:00 á kvøldið til deksvakt. Vit fóru so aftur at skaffa. Hjørdis var ein umbygd skonnart og hevði heila keys. Smeltihúsið var aftur á hekkuni, so kom kokkhúsið, messan, maskirúmið og frammi í keysini eitt kamar til 1. meistara. Opið var millum smeltihúsið og keysina. Her var ein durur í bagborðssíðu, so komast kundi inn til kokkhúsið og messuna, men tú skuldi gjøgnum messuna og maskirúmið fyri at koma fram til kamarið hjá 1. meistara. Steingrim Petersen var 1. meistari, ættaðaður úr Oyndarfirði búsitandi í Leirvík. Hann hevði frívakt og lá og svav.
Viggo Johannesen, Viggo á Hædd, var kokkur. Hjalmar sigur við Viggo, at vit síggjast skjótt aftur, trolið verður ikki meira enn komið á botn, so komi eg aftur at fáa mær kaffi. - Tað var í lagi, svaraði Viggo.
Meðan teir skutu, heitti Hjalmar á Theodor Johannesen 2. stýrimann um at sleppa fram á dekkið at blóðga fiskin, teir høvdu fingið, sum lá í pavninum. Hetta var í lagi. So varð skverað og koyrt fulla ferð á motorin, síðani loraðu teir veirin ... tað hvein í rullunum, so nógv stóð á. Tað var gott veður. - Eg var ikki í oljuklæðum, men troyggju og gummistyvlum. Hevði blóðgað einar tveir fiskar og skuldi rætti meg eftir tí triðja fiskinum, men var áhaldsin og datt. Veirurin kom fram eftir miðjum dekki í eina rullu, sum stóð við síðuna av mastrini og í eina deksrullu næst gálganum. Hjørdis kundi bara trola í Stýriborð.
Hjalmar sær at hetta verður galið. Hann var góður fótbóltspælari og vildi brúka allar snildir ikki at detta niður á veirin. Hendi tað, so fór hann í rulluna. Hann tekur hondina fyri seg niður á skivuna, ið mól runt í á rulluni. Tummilin fer í rulluna og kvettist av, men løgið tykist tað Hjalmari, at hann kom á føtur aftur, men so var. Hjalmar var í føroyskum vøttum, tummilin var farin á dekki og úr vøttinum. Hann sær tummilin, har hann liggur við einari hvítari spong afturúr sær.
Hjalmar verður lagdur aftur í messuna á eina madrassu, sum lá á tveimum skottfjalum og bundin til av Theodori. Tung luft var í kahyttuni, so avrátt varð at Hjalmar varð lagdur í messuna og heitt varð á Evald Johannesen, sum var 2. meistari við Hjørdisi, at sita hjá honum. Evald hevði vakt.
Eldur kemur í motorin
Trolið varð tikið inn, og full fer koyrd á motorin. Evald fór niður at hyggja at motorinum. Skamma stund eftir hetta kom hann upp aftur og segði frá, at eldur var í motorinum. Hann rann upp á Brúnna, boðaði frá eldsbrunanum og rópt varð út á dekkið, at eldur var í maskirúminum. Eldur var komin í luftkanalina í motorinum, og fór hann um alt maskinrúmið beinanvegin. Moturin var ein B.M.W. 420 hestar.
Hjalmar kom upp á bátadekkið í øllum góðum. Eldurin breiddi seg skjótt, og tí ráddi um at bera skjótt at. Bjargingabátarnir vórðu lyftir av bátastólinum við gilsinum, sum varð lagdur um koppin á spælinum. Tíbetur gekk motorurin á Hjørdis, so manningin fekk brúkt spælið. Spælið var reimdrivið og kundi brúkast so leingi, eldurin ikki hevði brent reimarnar. Hjalmar leyp niður í tann fyrsta bátin og kom væl undan lopinum. Evald lá ímillum bátin og eina tunnu, í tí teir settu bagborsbát á sjógvin. Hann meislaði seg eitt sindur, men slapp væl frá hesum - Tú kanst ætla, at øll keysin var næstan sum gløðandi jarn, og var hetta í evstu løtu, at teir fingu bátarnar settar á sjógvin, sigur Hjalmar.
Sum sagt hevði Steingrim Petersen 1. meistari frívakt, og lá og svav í kamarinum frammi í keysini. Evald Johannesen fór ígjøgnum royk og eld og fekk vakt mannin og so báðir útaftur. Teir vóru ikki álvuligir á at líta, tá ið teir aftur komu í ljósmála. Báðir skoldaðir um andlitið. Hetta má sigast at vera eitt satt bragd, ið Evald útinti, tí stigu teir við síðuna av ristverkinum, sum var at ganga eftir frá messuni og fram í kamarið, fóru teir í tann logandi deyðan. Eisini var tað um reppið at Hans Chr. Anthoniussen, morbróðir úr Oyndarfirði, misfórt. Hann gjørdi sum allir hinir, tá ið hann fór í bátin, men fór niðurfyri. Eiðis Hans- Hans Poulsen og Rudolf hjá Bakka Jógvan, fingu í kríllin á honum og tóku hann inn um stokkin.. Fór hann aftur við borðinum bar ikki í bøtur, tí Hjørdis hevði framskrúðu og sigldi í klingur..
Sofus í Rituvík, skiparin, segði at 10 mans skuldu í hvønn bátin. Evald hevði skrivað nøvnini á manningini á ein lepa, og krossaði nøvnin av, og fekk hetta at passa at 10 komu í hvønn bátin.Tað eydnaðist Sofusi at senda út neyðarkall bert ta einu ferðina, tí eldurin breiddi seg skjótt, at ikki vóru umstøður til enn at senda meira enn tað eina neyðarkallið. Hetta varð hoyrt - so løgið tað ljóðar- í New Foundlandi av íslendska trolarinum þorkell Mána, sum boðaði trolaranum Egil Reyða frá hendingini. Egil Reyði, sum var eitt sindur sunnari á Fíla bank, setti beina kós ímóti vanlukkustaðnum. Eitt portugisiskt doriuskip var eisini komið á staðið. Tann fyrsti báturin róði til hetta skipið, og vóru teir allir í bátinum tiknir umborð á portugisaran.. Hjalmar kundi verið hjálptur í síni sváru støðu av lækna og sjúkrasystrum umborð á hesum skipi, men vildi ikki, sum kanska betri var. Theodor lænti neyðsendaran umborð á portugisarinum og sendi neyðarkall út.
Egil Reyði og Viðoyggin
Knappliga síggja teir Egil Reyða koma grøvandi úr táminum, sum var um vanlukkustaðið. Hann fekk at vita, at maður var komin til skaða umborð á Hjørdis - Lat straukin koma umborð til okkara, helt skiparin á Egili Reyða fyri.
Manningin í tí fyrra bátinum varð tikin umborð á Egil Reyða, og so varð kósin sett inn til Føroyingahavnina.
Viðoyggin var eisni komin at hjálpa. Hon setti enda á Hjørdis og fór undir at sleipa. Tann seinni báturin varð bundin í gelendarin frammi á bógnum. Sofus vildi ikki fara frá skipinum. Teir høvdu 120 tons av saltfiski inni, og var hetta ein dýr last. Tá ið Svínoyggin hevði sleipað í nakrar tímar og komnir inn á Godthåbsfjørðin, sakk Hjørdis. Manningin í hesum bjargingarbátinum varð tikin umborð á Svínoynna og sett inn í Føroyingahavnina.
Á sjúkrahúsinum
Sofus hevði boðað hospitalinum frá, at teir komu inn við manni, sum var komin til skaða. Tað tók einar seks tímar at sigla inn. Hesi boð vórðu givin, áðrenn eldur kom í Hjørdis, men sum um-støðurnar tóku seg upp, vóru teir ikki inni í Føroyingahavnini fyrr enn uml. midnáttarleitið, og stóð kvinnan eitt sindur spyrjandi, sum kom í durin, tá ið Viggo á Hædd og Hjalmar komu á gátt á sjúkrahúsinum í Føroyingahavnini. Hon var eitt sindur rísin, daman, tí teir átti at verið komnir fleiri tímar fyrr. Viggo, sum ikki var skorin fyri tungubandinum, greiddi frá tilgongdini. Hetta blíðkaði sjúkrarøktarfrøðingin. Læknin lá og svav, men varð vaktur og kom upp og tók sær væl av Hjalmari.. Hjalmar segði, at hann bleiv ikki lagdur undir fulla maskudoyving, men fekk einar tvær sproytur, so hann var "lokal bedøvaður", men hetta virkaði ikki, sum tað skuldi, og var hann seymaður og bundin til ódoyvdur, men glaður var Hjalmar, tá ið hann var undan-komin vanlukkudagin 13. januar 1954.
Tá ið Hjalmar kom inn á stovuna, har hann skuldi liggja, sær hann tveir fuglfirðingar. Tað vóru Grias og Fredag, sum høvdu fingið hald í ryggin og vórðu innlagdir. Tað var hugaligt at møta tveimum fuglfirðingum, tá ið teir so brosmubardir komu aftur at landi frá hesum skaðatilburði. Evald kom eisini undir læknahond samtíðis sum Hjalmar. Hann hevði skoldað andlitið og meltað síðuna, men tók tað seg væl upp.
Steingrim var við tí seinra bátinum, og kom hann á sjúkrahúsið væl seinni enn hinir. Sama kvinna setti knyglar í brýr og fýsti at honum, hví hann ikki var komin saman við hinum? Hetta danska sprund fekk søguna sagda einaferð afturat. Hon blíðkaðist, og var Steingrim væl havdur av lækna og sjúkrasystrum.
Læknin segði við teir, at um einar 14 dagar, so fer ein týskur dampari til Føroya, sum eitur Ehrenfält. Fleiri av manningini fóru heim við hesum skipi. Ehrenfält var komin við agni og frystigóðsi til Føroyingahavnina, og var manningin á Hjørdis við at lossa henda farm.
Vert er at nevna, at Piddi leigaði sluppini Vestmanna hetta heystið, so manningin kundi fara á sild.
Eg var 10 ára gamal, tá ið henda hending fór fram, men eg má siga at pápi (Theodor) segði lítið um hetta. Vit fingu eitt fjarrit úr Grønlandi henda dag 13. juni 1954: Alt væl, heilsan Theodor. Pápi fór til Íslands og silgdi út frá Flatoyri við trolarinum Gyllir og var við trolaranum Jón Baldvinssyni, tá ið hesin fórt á Reykjanesi, hugsi tað var 1957. Tá fingu vit eisini eitt fjarrit: Alt væl, heilsan Theodor.
Hjartaliga tillukku við sjeytifimm ára degnum!