til at miðnámsskúlin í Suðuroy, sum liggur í Vági, fær betri karmar at arbeiða undir, tí teir eru ikki góðir sum er. Annars er at siga, at fundurin var góður, landsstýrið setti ein spurning um at flyta [...] sum ætlanin gekk út uppá, var at geva 35 arbeiðspláss til vágbingar, vælvitandi um, at er tað nakað, sum vit mangla í Vági, so er tað arbeiðspláss. Vit søgdu beinanveg, at vit fegin vildu skaffa teimum [...] um so var at teir høvdu ætlan um at byggja eitt slíkt, vit eiga stórt øki, sum er avlagt til endamálið og teir skuldu enntá fáa tað ókeypis, eisini kundu vit skaffa teimum onnur økir í býnum at byggja eitt
tað hevur hepnast somikið væl at hava ein ógvuliga mobilan Rógva Jacobsen sum fimta miðvallaranum. Møguleikarnir Í so máta er kanska ikki mest nærliggjandi at rokna við, at Rógvi verður fluttur av tí plássinum [...] ferðini. Ein annar møguleiki kundi verið, at Atli Danielsen kemur inn, soleiðis sum hann gjørdi tað á Cypros, og at Julian Johnsson síðani tekur plássið úti í vinstru. At døma eftir innskiftingunum, sum hava [...] fyrstu ellivu. Og endiliga kundi verið, at venjararnir gjørdu av at nýta Súna Olsen eitt vet longur uppi á vøllinum. Tað vil altso siga, at finna nýggjan leikara til vinstra bakk. Her eru sjálvandi eisini
í Klaksvík hava tey í hesum døgum úr at gera. Føroyingar vilja nevniliga sleppa at ferðast, og tað skal vera uttanlands. Bæði í Havn og í Klaksvík siga tey, at at um summarið er bróðurparturin av ferðaseðlunum [...] er sum so einki at tosa um, greiða tey frá. Á Faroe Travel siga tey, at tey undanfarin ár hava selt nógvar UNG REJS ferðir, men at talið er dalað markant í ár. Grundgevingin kann vera, at hetta slagið av [...] Klaksvík verður sagt, at minkandi áhugin fyri hesum ungdómsferðunum kanska skyldast, at føroyskir ungdómar heldur ynskja at slappa av og taka tað róligt í frítíðini, heldur enn at fylgja einum strømmum
miðflokkamonnunum, at vit, sum fáast við at skapa list, ikki hava familju, og tí ikki kunnu koma undir familjupolitik, at vit ikki hava brúk fyri barnagarðsplássum, at vit ikki drekka mjólk, og at vit ikki hava [...] vildi verið tað sama sum, at ein handverkari ikki fekk løn fyri at byggja eini hús, ella at ein flakakvinna ikki fekk løn fyri at flekja fisk. Øll hava vit tað til felags, at vit levera eitt produkt til [...] fram, og enn eina ferð sæst, at Føroyar eru IKKI fyri allar føroyingar. Listafólk og samkynd eru enn ikki vælkomin at liva og starvast her á landi. Miðflokkurin vil, at sparast skulu 69 milliónir á m
n eftir at Carita Bjørklund valdi ikki at stilla upp aftur. Tá avtornaði fekk Jarvin 100 atkvøður fleiri enn Ann. Men formaðurin leggur dent á, at valstríðið er av, og at tað nú snýr seg um at arbeiða [...] 34 ára gamli Jarvin Feilberg Hansen hevur nógv um at vera, tá Sosialurin roynir at fáa orðið á hann eftir døgurða. Sum nýggjur í nevndini er nógv at seta seg inn í, og tveir fundir eru á skránni seinnapartin [...] starvsfólk í høvuðsstaðarkommununi kunnu loyva sær at fara frá arbeiði, millum annað til jarðarferð. - Eg má siga, at tað kom rættuliga óvart á hjá mær, at eg skuldi gerast formaður. Nakrir limir í Klaksvík
hevur verið at sæð í Havnar Bio. At fokus serliga var á hesum filminum, ið hevur sum mál at seta George W. Bush í ringt ljós og at fáa veljararnar í USA at venda sær frá honum, komst av, at triði parturin [...] undarligt, tí einki er at ivast í, at tann, sum situr í Hvítu húsunum, situr í valdmiklasta starvinum í øllum heiminum. Viðhvørt hevur tað verið tikið til, at tað ikki bara áttu at verið amerikanararnir [...] sum næmingarnir ivaleyst fara at minnast, og eitt tiltak, sum ger, at næmingarnir ivaleyst hava betri hug og fyritreytir at fylgja við í kvøld og í nátt, hvussu tað fer at tørna út í USA.
er, sum krevst at skriva góða krimi um Føroyar í dag. Væl er fyrireikað til góða krimisøgu. Ólukkan er, at Jóannes dugir illa at skriva. Í øllum førum liggur illa fyri at fáa søguna at renna spennandi [...] lesið "Meðan sólin í eystri roðar". So kann tað vera, at Kjølbro fær hug at royna aftur (við kønari hjálp), ella at tey, ið duga at skriva, síggja, at pengar eru í lortinum. Hugsið tykkum krimisøgur eftir [...] Aðrir høvundar mugu stríðast at fáa lesaran við sær á ferð inn í søguna, mugu royna mangar snildir at fáa søguna at tykjast sannlíka og spennandi. Tann, ið skrivar krimi, veit, at lesarin altíð tekur við
fyrsta árið framvegis koma at bera gomlu heitini, og at tey framvegis koma at spæla í gomlu búnunum. Hetta tí VB og Sumba fylla ávíkavist 100 og 65 ár í 2005. Eisini er gjørt av, at besta lið felagsins skal [...] búnar, sum greitt boða frá, at talan er um nýtt felag. Í upplegginum skilst annars, at nevndirnar hava lagt eitt sera stórt arbeiði í at avtala allar smálutir, soleiðis at einki óneyðugt stríðsmál seinni [...] nevnliga, at starvsfólk skal setast hálva tíð. Bæði fyri at fáa eina betri samskipan, men eisini fyri at liva upp til krøvini, sum UEFA nú setur. Hesi krøv vóru annars upprunaliga við til at skumpa undir
uppundir at bankin skuldi einskiljast, vóru tað mong, sum stúrdu fyri, at hetta kundi fáa áhugaðar keyparar at missa álitið á bankan og at stinga halan ímillum beinini. Avleiðingin av tí kundi verið, at vit [...] aftur greið, leggur hann afturat Tá ið sagt verður, at verkfallið ikki hevur avgerðandi ávirkan á søluna, er tað tí, at tað sjálvandi ikki kann útihýsast, at tað fær onkra smávegis ávirkan og í so fall verður [...] neyvan ein positiv ávirkan. - Sostatt kunnu teir heldur ikki heilt afturvísa, at tað fer at hava eina ávirkan á prísin, tí tað, at tað yvirhøvur er verkfall í fígjarmarknaðinum kann reisa ein iva, tí tað er
umfarinum, og einki er at ivast í, at Kurt Mørkøre og hansara menn iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at gagnnýta møguleikan at vinna seg framum EB/Streym. Hjá Skála var úrslitið helst at liva við. Men eisini [...] løtuna royndi B36 at skora enn eitt mál, og tað var eisini um reppið, at hetta kom, men hesa ferð spældi hepnið ikki við í teirra parti. Javnleikurin merkir, at tað ikki eydnaðist at vinna seg á toppin [...] bendi á, at B36 skuldi skora sunnudagin. Skála var fyrst og fremst komið til Havnar fyri at halda fast um javnleiki. Frá byrjan hildu teir nógvum fólki á egnari hálvu, og tá B36 heldur ikki tóktist at satsa