Tað ber væl til at gera nakrar broytingar í kappróðrinum, so at hann hevði havt nógv størri áhuga ímillum fólk.
Tað heldur Magnus Gaard, róðraráhugaður.
Hann ásannar, at kappróðurin hevur verið í einum aldudali, men hann heldur, at seinastu árini er tað farið at ganga fram á aftur.
Tó heldur hann, at nakrar broytingar høvdu fingið enn meiri lív í kappróðurin.
Tí skjýtur hann upp, at kappróðrarárið verður longt, so at tað verða fleiri róðrar. Sum tað sæst í grein á in.fo fyrr í dag, heldur hann, at vit skulu velja okkum nøkur róðrarøki, har umstøðurnat eru so góðar sum tilber og har ber so eisini til at hava fleiri róðrar á sama fjørði.
Les eisini: Kappróðurin skal ikki vera bundin at stevnum
- Kappróðrarfólk venja hart og miðvíst alt árið, men tað eru bara tveir mánaðir um árið at stevnurnar eru, og tað er stuttligt at vera rógvari. Tí ber tað væl til at hava kappróðrarárið nógv longri enn tað er. Hann nevnir til samanberingar, at fótbóltsárið er minst eitt hálvt ár.
Magnus Gaard saknar eisini fleiri róðrarteinar. Sum er, rógva vit 1000 metrar, 1500 metrar og 2000 metrar summastaðni, men fyri rógvararnar líkjast hesir róðrarnir rættiliga nógv.
Hann heldur, at hinvegin vísir tað seg, at at tað, sum hevur størstan áhuga hjá áskoðarum, eru teir ordiligu spurtarnir. Í renning er tað kappingin á 100 metrum, sum hevur nógv størst áhuga. - Í nógvum ítróttargreinum er tað eksplotiónin, sum hevur størstan áhuga.
Magnus Gaard kundi væl hugsa sær, at hetta var ein táttur kappróðurin tók upp. - Tað hevði verið ómetaliga áhugavert at havt ein stuttan róðrartein á í mesta lagi 200 metrar, har tað galt um at spurta sum fyri lívinum allan teinin.
- Tað einasta, sum krevst er sera góð útgerð á málinum, tí tá verður talan um hundrað partar av s ekundum og tað krevst góð útgerð á startinum, tí tá mugu allir bátar liggja púra javnir.
Magnus Gaard heldur, at nógvir rógvarar høvdu meldað til ein slíkan róður, tí tað er avbera stutltigt at spurta. - Eitt nú kundi tað lokka nógvar sterkar rógvarar til, rógvarar, sum kanska ikki orka so væl at rógva teir longri teinarnar.
Hinvegin kundi Magnus Gaard eisini hugsað sær nakrar róðrar á heilt longum teinum, kanska fimm ella 10 kilometrar. Her hugsar hann serliga um eldri rógvarar.
- Eg kundi væl hugsað mær, at teir høvdu havt áhugað fyri slíkum róðuri, har tað kanska skal rógvast um Nólsoyar fjørð, úr Havnini til Nólsoyar og aftur til Havnar.
Í einum slíkum róðuri vindur vindur og streymur havt ein týðandi leiklut, men tað kundi verið ein partur av tí, har tað er seiggið í manningini, sálarliga styrkin, kunnleikin til streymviðurskiftini og royndirnar, sum fáa týdning fyri úrslitið. Magnus Gaard minnir á, at síðst í áttatiárunum og fyrst í nítiarunum vóru ógvuliga nógvir bátar, sum róðu kapp.
Á ólavsøku í 1990 vóru ikki færri enn 15 áttamánnafør og 12 tíggjumannafør, har fýra tíggjumannafør vóru úr Suðuroy.
- Teir rógvararnir eru í bestu árum í dag og tað ein kapping á einum longum teini hevði verið akkurát nakað fyri teir, heldur Magnus Gaard.
- Á ólavsøku í 1996 vóru nógv tíggjumannafør við og heili fimm av teimum høvdu møguleikan at verða Føroyameistari og tað var eitt øgiligt fólk á keiini og hugdi.
Tað er hagar til, vit fegin vilja koma aftur, sigur Magnus Gaard.
|