Royndin at gera ein serligan flokk á studentaskúlanum í Hoydølum fyri næmingar við autismu, hevur eydnast væl
Tað segði Herleif Hammer, stjóri á skúlanum á fundin hjá Meginfelag teirra Brekaðu um útbúgvingarmøguleikarnar hjá fólki sum bera brek.
Hann sigur, at tá ið skúlin varð spurdur, um tey vildu royna at gera ein flokk við næmingum við autismum, vóru tey ikki í iva.
Vit hildu, at tað var rímuligt, at vit sum størsti skúli vóru við í slíkari royndarverkætlan. Harafturat mettu vit, at hetta kundi verða við til at menna skúlan bæði fakliga og námsfrøðiliga, segði Herleif Hammer.
Hann sigur, at tað gekst hampuliga væl at fyrireika lærarar, høli og skúlan annars, og eftir summarfríðina í fjør vórðu níggju næmingar vóru tiknir inn.
- Næmingar, lærarar, foreldur og myndugleikar vóru vælnøgdir við byrjanina. Eisini hinir “vanligu” næmingarnir tóku væl ímóti hesum flokki, sigur skúlastjórin.
- Endamálið var at geva hesum næmingum eina trýára fulla miðnámsútbúgving, eftir vanligum treytum. Tó skuldi meiri gerast burtur úr hølunum, innrættingini og meiri orka skuldi setast av til vegleiðing til næmingar og lærarar, umframt til skeið og annað.
- Hóast vit vóru so sæl fyrireikað sum gjørligt, gjørdust vit varug við, at talan var um eina avbjóðingar, hvørki lærarar ella næmingar vóru heilt fyrireikað til.
- Sera nógvir av hesum næmingunum hava eisini aðrar stórar avbjóðingar, sum trupulleikar við svøvni og koncentratión, skriviblokadur ella sálarligar trupulleikar, bara fyri at nevna nakrar. Nakrir av næmingunum fingu trupulleikar við uppmøting og trupulleikar at lata skrivligt arbeiði inn.
- Hóast skúlin legði nógva orku í bøta um hetta, var tað ikki nokk hjá trimum av næmingunum, sum nú eru givnir.
- Í løtuni eru sostatt seks næmingar í flokkinum, men tveir av teimum sum góvust, eru kortini byrjaðir aftur á fyrsta ári.
Herleif Hammer sigur, at hóast hetta, tykjast næmingarnir at trívast á skúlanum bæði fakliga og sosialt.
- Fakliga prógvið eru tey sera góðu úrslitini, tey fingu við próvtøkurnar í summar.
Skúlastjórin sigur, at hóast hesir næmingar halda seg mest fyri seg sjálvar, er eitt ávíst samanhald at síggja í flokkinum.
- Mál okkara er eisini at venja hesar næmingar at vera saman við “vanligu” næmingum okkara og spakuliga slúsa hesir næmingar út í onnur blandað hold, eitt sindur nú í 2. flokki og enn meira í triðja flokki.
- Skúlin vísti í fjør fleiri ferðir á, at hesir næmingar eisini skulu hava hjálp og stuðul eftir skúliatíð og kanska eisini áðrenn skúlatíð, t.v.s. um morgunin. Henda spurning verður nú nakað gjørt við, við tað at allir næmingarnir eru komnir víð í eina mentorskipan undir Almannaráðnum og tað eru tey spent upp á, tí skal flokkinum verða lív lagað, skulu helst ikki fleiri fella frá.
- Hetta vísir bara, at skal ein slík verkætlan eydnast, mugu øll virka saman, skúli, Mentamálaráð, Almannaráð og foreldur.
Herleif Hammer sigur, at eftirmetingin hevur avdúkað nógvar støður, sum kundu verið taklaðar øðrvísi.
- Eg haldi, at eingin hevði væntað, at alt fór at ganga, sum eftir glerinum, tá vit nú fyrstu ferð skuldu undir hesa uppgávu. Men hyggja vit eftir heildini, er niðurstøðan kortini, at verkætlanina við autismuflokkinum er væleydnað, sigur Herleif Hammer.
- Vit hava lært sera nógv, bæði sum leiðsla og sum lærarar og hetta eru royndir, vit kunnu brúka, tá líknandi uppgávur skulu loysast í framtíðini. Men hetta gevur okkum eisini aðra barlast, ið vit kunnu brúka í okkara dagliga yrki, segði skúlastjórin.