- Tað undrar, at landsstýrismaðurin, sum í sambandi við heilsunýskipan hevur ført fram, at tað eru trý lyklaorð, sum er galdandi, og tað er fyribyrging, fyribyrging og fyribyrging, at tað soleiðis verður latið vera við at gera ta fyribyrging, sum danska Heilsustýrið beinleiðis mælir til. Her er ikki samsvar millum tað, sum verður sagt, og tað, sum verður gjørt, skrivar Eyðgunn Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen hevur sett Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum nakrar skrivaligar fyrispurningar um tilboð um screening til krabbameinssjúklingar. Hon spyr millum annað landsstýrismannin hvussu langt er komi við at seta á stovn screeningseind fyri krabbamein, sum tilmælt verður í krabbameinsætlanini fyri Føroyar.
- Sambært krabbameinsætlan fyri Føroyar, ið kom út í 2009, er greitt at uml. ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast um tiltøk verða sett í verk, sum hava til endamáls at minka um tilburðirnar.
- Vit fingu í 2009 eina dygdargóða og umfatandi ætlan fyri, hvussu vit skulu fara fram á krabbameinsøkinum, og kom hendan ætlan við nógvum góðum tilmælum til, hvussu vit kunnu bøta um fyribyrging og viðgerð av krabbameini. Sagt verður beinleiðis í hesi ætlan, at sannlíkt er, at uml. ein triðingur av øllum krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast, og at tað tí er týdningarmikið, at vit í Føroyum fara undir tiltøk við atliti at minka um tilburðirnar og harvið deyðatalið av krabbameini.
Hon nevnir so nøkur konkret øki, har tilmælini frá krabbameinsætlanini ikki eru sett í verk enn. Ein screeningseind skuldi blíva partur av Heilsuverkinum, at samskipa arbeiði við krabbameinsætlanini, men hetta er ikki gjørt enn, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hon vil tí hava at vita hví og nær hetta kann hugsast at verða gjørt.
- Tað verður eisini tilmælt, at sett verður í verk screening fyri bróstkrabba, sum fevnir um allar kvinnur í aldrinum 50-69 ár og seinni møguliga víðka til aðrar aldursbólkar. Ein kann undra seg yvir, hví hetta ikki er sett í verk enn.
Eyðgunn Samulesen sigur eisini at í Danmark sett í verk screening at galda frá 1. mars 2014 og fevnir um allar kvinnur og menn í aldrinum 50-74 ár, sum eru undir illgruna fyri at hava krabbamein í langa ella baktarmi.
- Hetta er tó ikki sett í verk í Føroyum, og man kann undrast á, hvørjar grundgevingar landsstýrismaðurin hevur fyri ikki at fylgja danska Heilsustýrinum á hesum økinum. Tað átti ikki at verið neyðugt at verið eftirbátur á hesum økinum, tá tilmælini eru so greið, og ein kann fáa varhugan av, at tað eru tær umfatandi sparingarnar í Heilsuverkinum, sum samgongan hevur framt, sum forða fyri, at hesi átøk verða sett í verk.
- Tiltøkini kosta pening her og nú, men spara bæði pening og líðing, sum frá líður, skrivar løgtingskvinnan hjá Javnaðarflokkinum.
Sóknast verður tí eftir, at landsstýrsimaðurin, nú tað nærum eru gingin 5 ár síðani, krabbameinsætlanin kom, kann koma við einum ítøkiligum svari uppá, hvussu hesin parturin av ætlanini, fyribyrgingin, kann setast í verk beinanvegin, so vit sum minsta krav eru á hædd við grannalond okkara.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu ber tað til, at vit í Føroyum ikki hava fingið sett í verk screening fyri krabbamein í langa og baktarmi, sum danska Heilsustýrið hevur mælt til?
2. Hvussu langt er komið við at seta á stovn screeningseind fyri krabbamein, sum tilmælt verður í krabbameinsætlanini fyri Føroyar?
3. Nær verður landsumfatandi screening fyri bróstkrabba sett í verk?
4. Er gjørd ein endurskoðan av screening fyri lívmóðurhálskrabba, sum eisini er tilmælt í Krabbameinsætlanini?