Hvat hevur tú at siga um árið 2014?
- Arbeiðsárið hevur verið merkt av góðum samstarvi og treysti, samráðingum, ósemjum og semjum. Vit byrjaðu og endaðu árið við einari semju. 2014 var eitt hendingarríkt arbeiðsár, eisini eitt ár merkt av politiskum vónbrotum, tí hvørki í kommunalum - ella landspolitiskum høpi - hava vit sæð raðfestingar, sum sannføra okkum um, at námsfrøðiliga økið skuldi mennanst
Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag, vísir á, at persónliga hevur hetta verið eitt gott og mennandi ár.
- Tó hevur tað verið ein stór sorg at uppliva, at elsti sonur mín ikki hevur fingið tann stuðul og ta hjálp, honum tørvar til tess, at hann kann liva eitt - fyri hann - virðiligt lív. Tað er strævið dagliga at stríðast fyri mannarættindum, sum í okkara samfelag áttu at verið íborðin.
Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?
- Eg haldi nýggjár heima í grannalagnum. Eg plagi at gera ein góðan døgurða um kvøldið, baki kransakøku og blinis, t.e. russiskar smáar ósøtar pannukøkur, sum vit eta við súrróma, laksi, kaviar og leyki. Nei, eg keypi ikki fýrverk. Mær plagdi at dáma væl at skjóta saman við børnunum, men tey tíma tað ikki longur. Eg má siga, at tað er gott, at tey ikki tíma fýrverk longur, tí eg øtist yvir kostnaðin og nøgdirnar, sum summi fólk keypa. Tað er óðamannaverk, serliga tá hugsað verður um lønina, tey í Kina fáa fyri framleiðsluna.
Gevur tú nýggjárslyfti?
- Nei, tað eri eg givin við. Nú er meira talan um ymisk lyfti, eg gevi mær sjálvari gjøgnum árið, serliga eftir tær stóru ársveitslurnar, á páskum, ólavsøku og á jólum. Tað gongur so sum so við tí, men eg eri givin við at revsa meg sjálva fyri ikki klára at halda lyftini. Tó haldi eg fast í strembanini eftir at gerast eitt betri mennikja.
Hevur tú nakað nýggjársynski?
- Ja, at visjón 2015 var veruleiki, og at Føroyar varð besta land at veksa upp og liva í - fyri øll og ikki bert fyri summi. Mítt innligasta ynski er, at vit øll, bæði í dagligdegnum og í okkara yrki, síggja og skilja tørvin á at vera nakað fyri onnur og sleppa sjálvsøkni og egoismu uppá fjall. Eg takki øllum inniliga, sum hava stuðlað, troystað og bara verið har fyri meg og mína familju í 2014. “Friður á jørð og í menniskjum góður tokki” eru orð, sum nerta mítt hjarta. Tað er mitt ynski fyri 2015.
Men, hvussu metir so Maud Wang Hansen útlitini fyri 2015?
- Eg gleði meg til enn eitt spennandi arbeiðsár, har stórar og spennandi avbjóðingar eru fyri framman. Fíggjarlógin leggur ikki upp til, at tað verður lættari hjá teimum sum hava serligan tørv og teimum starvsfólkum, sum dagliga eru um tey. Sparingar á fleiri miljónir á trivnaðarøkinum í Almannaverkinum letur seg snøgt sagt ikki gera, tí har er langt síðan skorið inn á bein, og tað er longu átlauvert.
Hon vísir á, at útleggingin av eldraøkinum til kommunurnar eisini kann fara at føra við sær, at dagstovnaøkið aftur verður kroyst fíggjarliga, og heldur ikki har er nakað at taka burtur, tí í fleiri ár hava lyftir um betringar ikki verið ítøkilig, men bert valagn.
- Tað skal vera mín vón, at vit skjótt fáa eina nýggja stjórn, sum tekur síni politisku lyfti í álvara og virkar fyri einum betri samfelag fyri tey mongu - og bert ikki fyri tey, sum frammanundan klára seg væl og virðiliga. Ójavnin í føroyska samfelagnum kann og má ikki gerast størri, og hetta kann bert broytast við einum samhaldsføstum hugsunarhátti, sigur Maud Wang Hansen.