Halt fingrarnar vekk, løgmaður

Ein løgmaður, sum ikki "orkar" at síggja vinnulívið í sínum egna heimstaði blóma uttanfyri vindeygað og gevur 700 familjum fíggjarligan mønusting, honum kann ikki vera politiskt lív lagað!

- Hvat siga havnafólk til ein løgmann, sum "ikki orkar" at síggja vinnulívið blóma uttanfyri sítt egna vindeyga, sum hóttir kommunala sjálvræðið og vinnulívið, sum umboðar 700 arbeiðspláss á økinum hjá Tórshavnar havn, spyr Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er ikki blíður, nú eisini løgmaður hevur blandað seg upp í kjakið um komandi havnarútbyggingina í Tórshavn.

 

Løgmaður fær greið boð frá borgarstjóranum: Halt fingrarnar vekk. Hetta er ikki títt málsøki. Hann vísir á, at fyri 20 árum síðani vóru vørugjald ásett í almennari kunngerð, tað vil siga, at tá hevði landsstýrið møguleika at blanda seg.

- Men skipanin varð avtikin fyri 20 árum síðan, tí hon var kappingaravlagandi. Almennu Føroyar vildu hava fría kapping millum bæði havnir og kommunur, skrivar Heðin Mortensen.

 

- Fyri at tað ikki skal vera lygn, so sat løgmaður sjálvur í Tórshavnar býráð í 2000, tá kommunulógin varð broytt og vit fingu enn størri kommunalt sjálvræði. Men tað hevur hann lukkuliga gloymt.

 

Heðin Mortensen vísir á, at hóast tað hevur staðið kommununi frítt at kappast og áseta egin vørugjøld, so hevur Tórshavnar Havn havt somu gjøld síðani 1995.

 

Heðin Mortensen vísir á, at um helminginum av fólkinum í landinum býr í miðøkinum og 70 prosent av øllum innfluttum vørum verða leveraðar í høvuðsstaðarøkinum.

 

- Havnir gera ikki íløgur, bara fyri at fáa havnagjøld. Tað er eisini fyri at skapa arbeiðspláss, sum so geva inntøkur gjøgnum skattin. Og løgmaður skal bara vita, at í dag vinna 700 familjur sítt livibreyð á økinum hjá Tórshavnar havn. Tað er hesar familjurnar og vinnulívsfyritøkurnar, ið standa aftanfyri, sum løgmaður nú hóttir, samstundis sum hann beinleiðis hóttir kommunala sjálvræði.

 

- Men vertin á familjurnar og vinnulívið - tí ein bingjuhavn "býður honum ímóti", og hann "orkar ikki" at síggja vinnulívið blóma uttanfyri vindeygað, skrivar Heðin Mortensen.

 

Heðin Mortensen heldur lítið um uppskotið hjá løgmannu um at byggja eina bingjuhavn í Runavík og vísir á, at hóast sjálv havnin kanska er bíligari, so kostart tunnilin eina miljard umframt nýggja innkomuvegin til Havnar, sum Tórshavnar kommuna og Landsverk enn skeldast um, hvør skal gera og rinda. Harumframt vísir borgarstjórin á at flutningurin aftur og fram verður øgiligur og umhvørvisliga ein vanlukka.

 

Heðin Mortensen ilskast eisini inn á útsagnirnar hjá løgmanni um, at Havnin ikki skal fara avstað við øllum gjøldunum. Her er boðini frá borgarstjóranum líka greið. Lat havnirnar kappast í frið, heldur enn at javna vørugjaldið og niðurleggja hundraðtals arbeiðspláss í høvuðsstaðnum.

 

- Eg havi spurt áður, um løgmaður veit, hvar hann býr. Viss hetta ikki er at fremja politiskt sjálvmorð, so skilji eg onki. Ein løgmaður, sum ikki "orkar" at síggja vinnulívið í sínum egna heimstaði blóma uttanfyri vindeygað og gevur 700 familjum fíggjarligan mønusting, honum kann ikki vera politiskt lív lagað!

 

Heðin Mortensen tykist vera troyttur av at áhaldandi skula verja Havnina móti tí, hann kallar eini herferð hjá landsmyndugleikunum móti høvuðsstaðnum. Sjúkrahúsið, Bacalao og Sjómansskúlin hava verið fyri álopum. Nú er tað Tórshavnar Havn og tað skal ikki undra borgarstjóran, um Tekniski skúli verður næsta offurið.

 

- So mín áheitan á løgmann skal vera, at royna at stýra sínum egna húsarhaldi sum frægast hiðan og til løgtingsvalið. Vit stýra Havnini og her skal løgmaður halda fingrarnar langt vekk.

 

- At løgmaður ikki orkar at síggja eina bingjuhavn uttanfyri vindeygað avdúkar bara eina manglandi fatan av, hvussu samfelagið er skrúvað saman. Hetta minnir um mótmæli móti at aliringar oyðileggja útsýni hjá fólki og at vatnorkuútbygging hóttir mýggjabitastovnin. Ein totalt vantandi fatan av, hvar vit liva og hvørjum vit liva av, skrivar Heðin Mortensen at enda.

 

Les lesarabrævið her.