Nú verða umstøðurnar hjá summum av teimum arbeiðsleysu í ALS, verri enn tær hava verið. Men hinvegin fáa onnur betri sømdir. Men samstundis hækkar inngjaldið eisini hjá teimum, sum hava góðar inntøkur.
Orsøkin er, at skipanin má spara, tí útgjaldið hevur verið so nógv størri enn inngjaldið, at verður einki gjørt, fer skipanin fyri bakka. Tí hevur ALS mælt til at skipanin verður broytt við tí endamálið at økja um inngjaldið og at spara í útgjaldi og nú fer Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um at seta tilmælið frá ALS stýrinum í gildið. Tilsamans fara tiltøkini at geva ALS einar 14 milliónir um árið í eyka inntøkum og spardum útgjaldið.
Johan Dahl staðfestir, at arbeiðsloysið hevur verið so stórt seinastu árini, at bara tey fýra árini frá 2010 til 2013, hevur ALS havt eitt hall sum táttar í 400 milliónir krónur tilsamans. - Av somu orsøk er eginognin minkað úr nærum 750 milliónum, tá hon var størst miðskeiðis í 2009, til stívliga 300 milliónir krónur við árslok í 2013.
Og hóast arbeiðsloysið bara er 3,7 prosent, hevði ALS framvegis eitt hall á 28,5 milliónir í fjør.
Tí er skipanin rætt og slætt ikki haldfør sum tað er nú og tí er bráðneyðugt at seta tiltøk í verk, sigur Johan Dahl.
Fyrsta stig at tillaga skipanina verður nú tikið við við tiltøkum, sum útvega Arbeiðsloysisskipanini einar 14 milliónir krónur um árið. Men sum heild er neyðugt at bøta um støðuna hjá ALS við einum 15-30 milliónum um árið.
Ein broyting, sum nú kemur í gildi, er, at hereftir skulu fólk rinda ALS av allari løn upp til 650.000 krónur. Tað er 150.000 krónur meiri enn nú, har onki verður goldið av inntøkum omanfyri 520.000 krónur. Tað fer at geva ALS einar 2,2 milliónir krónur um árið.
Í løtuni er karantenan fyri at siga seg úr starvi, ella fyri at verða burturvíst av tænastumisbroti, fýra vikum. Nú verður hon longd upp í átta vikur og tað fer at geva ALS 3,2 milliónir um árið.
Somuleiðis verður skipanin við bíðidøgum broytt. Nú hava øll eina bíðitíð upp á 10 dagar áðrenn tey sleppa upp í AlS, men hereftir verður hon tengd at inntøkuni.
Í hesum sambandi verður bíðitíðin fyri at sleppa í ALS, nú tveir dagar fyri tær lægstu inntøkurnar upp til 250.000 krónur um árið, men síðani hækkar hon tveir dagar fyri hvørjar 100.000 krónur inntøkan hækkar, men hon verður kortini ongantíð longri enn 10 dagar.
Sostatt kunnu fólk við lægri inntøkum átaka sær fyribils arbeiði, uttan at hugsa um at verða sett í karantenu í 10 dagar aftan á Men skipsmanningar, har mynstringin er styttri enn ein mánað, fáa ikki bíðidagar við nýggju reglunum. - Hetta fer væntandi at gera tað lættari hjá skipum at fáa manning, sigur Johan Dahl.
Eftir galdandi reglum fellur rætturin til útgjald burtur, tá ið ein hevur fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan í 648 dagar í undanfarna trý ára skeiði.
Sum ein liður at fáa skipanina aftur á beint, verður skotið upp, at tíðarskeiðið, sum fólk kunnu koma upp á fult dagatal, verður longt úr trimum árum upp í fýra ár og tað fer at spara 8-8,5 milliónir krónur um árið. Samstundis verður skipanin, har fastlønt kunnu fara í farloyvi og fá útgjald úr ALS, samstundis sum onkur í ALS fær starvið, tikin av.
|