landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, hevur boðað frá niðurskurði í fiskidagatalinum næsta í fiskiári, sum byrjar 1. september, longu áðrenn hann hevur sett seg inn í tilmælið frá Skip [...] hann verið í Noregi, Svøríki og Svalbard og gingið. Í gjár fór Keith heimaftur til Oklahoma í USA, har hann skal vera í tríggjar vikur, áðrenn leiðin gongur til Pólands, har hann skal vera við í eini felags [...] frá ári. Í blaðnum í morgin, sum verður at fáa nógva staðni í kvøld, hava vit eina meiri nágreinliga frágreiðing frá Óla Jacobsen, fiskimannafelagsformanni um, hví tey fýra umboðini fyri vinnuna í Skipan
desember í ár fór Løgtingið í jólafrí. Um sammett verður við í fjør, so kundi tað sæð út sum um, at talið á tingfundum verður hægri í ár, enn tað var í fjør. Tá ið tingið fór í jólafrí 17. desember í fjør [...] Hvørja ferð tað er tingfundur, eru í miðal tvey teirra, sum fólkið hevur valt at umboða seg í tinginum, ikki á fundi. Tað sæst í gerðabókini hjá Løgtinginum, sum finst á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Síðani [...] verið burturstaddur í fjúrtan av teimum 50 tingfundunum. Næstflest fráverur eigur Vilhelm Johannesen, sum er valdur á javnaðarlistanum í Norðoya valdømi. Hann hevur verið burtur í tíggju av teimum 50
nýggjar rásir í listaliga umhvørvinum í Føroyum við fleiri spennandi verkætlanum. Tey hava av álvara gjørt um seg við fleiri spennandi dansisýningum og sett dagsskránna í modernaðum dansi í Føroyum. Vert [...] sinnis- og kenslulendi, ið áskoðarin ferðast í. Tað er hesa grundkenslu vit ynskja at raka, tá ið áskoðararnir traðka inn í høllina í Norðurlandahúsinum, siga tey trý í Riva. Verkið verður eftir ætlan pallsett [...] gin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum’. - Umframt sjálvur at vera virkin, hevur Kim Simonsen stóran týdning fyri føroyskar bókmentir við forlagnum Eksil. Eisini hevur hann í nógv
sum í kenslum og arburði tóktist vera størri, enn tá ið GÍ í yvirtíðini í síðsta umfarinum í 1994 tryggjaði sær FM heitið í Klaksvík. Tað hevur ferð eftir ferð verið staðfest, at tann, sum er í neyð, [...] hann var í steypafinaluni á Ólavsøku, fekk GÍ upp í part aftur. Eftir langa framlegging úr vinstru og eitt sindur trilvandi avrik í Skála miðverjuni høgdi miðvallarin í høgru til. Bólturin brast í tvørtræið [...] Miðverjarnir hingu væl í, og tað var nógv ein fyri allar og allir fyri ein. Onkra ferðina vóru gøtumenn í so ágangandi. Einki forgjørt hevði verið í tí, um dómarin - serliga í 2. hálvleiki hevði hann
eftir at hann í trý ár hevur búð í Århus. Símun Eliasen er fuglfirðingur, og burtursæð frá einum hálvum ári, tá hann spældi við KÍ, hevur hann altíð spælt við ÍF, tá hann hevur verið í Føroyum. Símun [...] royndi seg í donskum fótbólti, og hann var á veg á besta liðíð hjá Århus Fremad, tá hann breyt beinið, og síðani tá hevur hann ikki spælt á høgum støði í Danmark. Men nú skal hann royna seg í HB. Kappingin [...] Kappingin B68 hevur verið í B36 og HB eftir tveimum spælarum í hvørjum felagnum, og tað hoyrist tutl í krókunum um okkurt annað felag á bygd, sum tosar við onkran spælara, sum hevur umboðað havnarfeløgini.
og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15.00 í KFUK: Eldrasamkoma v/Una Næs presti. Evni: Fjósið í Bethlehem fyri 2000 árum síðani í samband við 1000 ára haldið fyri kristniboðanini. Týsdagin kl. 16.00 í KFUK: Várgleði [...] Jonnu og Palla Højgaard, Saltangará. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli. Onki møti í Skopun 20.2. vegna felagsmøti í Missiónshúsinum í Skálavík kl. 19. Manskórið syngur. Missiónshúsið [...] um »Carmel« í Århus leygarkvøldið 19. feb. kl. 19.30. Luttøka úr Esbjerg. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á
Rasmussen hevði bríkslað fyuri seinastu ferð í vindinum í Norðragøtu í gjár. Fagnaðurin í NSÍ leguni var stórur. Eftir tvær ferðir 5-1 tap á útivølli – í Klaksvík og í Streymnesi – eydnaðist tað at vinna 2-1 [...] Talan var um tætta uppgerð í ikki serliga góðum líkindum. – Avrikini hava ikki verið so góð seinastu vikurnar. Tað vóru vit samdir um, tá ið vit í vikuni eftirmettu avrikið í Klaksvík. Vit hava stutt sagt [...] segði Jógvan Martin Olsen. At NSÍ spælararnir vóru avgjørdir og løgdu nógv fyri í taklingunum, sást aftur í, at NSÍ í tjúgu minuttir tríggjar ferðir innkasseraði gult kort. Tá ið tað restaðu tríggir
við innihaldið í skaldskapi Janusar. Eisini skrivar høvundurin um sjónarmið Janusar um mentan og politikk og hevur sett tey í samband við gongdina í Føroyum frá Heimastýrislógini til í dag, vit hava eina [...] ÚTGÁVA Í gjár kom stóra verkið um føroyska skaldið Janus Djurhuus eftir Hanus Kamban út á donskum í tveimum bindum. Kirsten Brix hevur týtt til danskt og Odense Universitetsforlag gevur út. - Í byrjanini [...] forløgunum í Danmark. Janus gloymdur Í dag er Janus Djurhuus rættiliga ókendur fyri danir. Tað hevur hann tó ikki altíð verið. - Tá ið hann var á lívi, var hann eitt sindur kendur, serliga í tríatiárunum
undanumfar í Europa League, og mátti eysturevropeiska mótstøðan sigast at vera góð. FC Gomel endaði í fjør á einum triðja plássi í bestu hvítarussisku deildini, og nú verandi kappingarár er komið í helvt, [...] spælir eisini á hvítarussiska landsliðnum. Víkingur hevði spælt væl í Effodeildini undan dystinum í gjárkvøldið, har teir ikki høvdu tapt í seks dystum á rað. Hinvegin vóru teir nakað skerdir, nú teir hava [...] mál Gekk tað væl hjá Víkingi í fyrra hálvleiki at halda FC Gomel frá málinum, so gekk tað ómetaliga illa í seinna hálvleiki. Venjarin hjá FC Gomel var ikki nøgdur við spælið í fyrra hálvleiki og hevði hann
svigarinnum. Fyrstu ferð, eg sá Finn, var í Tungugøtu, har Finnur og Maria búðu í eini íbúð í heiminum hjá Finni. Marna og eg vóru á veg til Danmarkar aftur í lestrarørindum eftir summarfrítíðina. Eg minnist [...] minnist, at tá ið vit bygdu hús okkara í Vági í 1966, høvdu vit vindeygu og hurðar frá virkinum hjá Finni, og vóru tey so góð og vælgjørd, at øll sita tey í tann dag í dag. Eftir at hava selt snikkaravirkið [...] eitt sjokk. Í juli mánaði var Finnur frískur og ferðugur suðuri í Vági og fylgdi pápa mínum, so lítið vardi tað okkum tá, at hann skuldi fara so skjótt. Eina slíka løtu drýpur ein høvur í tøgn, og tankarnir