Janus á donskum

- Janus Djurhuus er avgjørt áhugaverdur hjá øðrum enn føroyingum at lesa um. Hann er ikki bara alheimsligur, hann byggir eisini brýr millum Føroyar og onnur lond, sigur Hanus Kamban, rithøvundur, nú danska útgávan um Janus Djurhuus er komin út

 

ÚTGÁVA


Í gjár kom stóra verkið um føroyska skaldið Janus Djurhuus eftir Hanus Kamban út á donskum í tveimum bindum. Kirsten Brix hevur týtt til danskt og Odense Universitetsforlag gevur út.

- Í byrjanini var ætlanin at gera eina minni útgávu á donskum ella onkrum øðrum norðurlendskum máli, men tá samanumkom vísti tað seg ikki bera til, tí pilkaði eg við heildina, datt alt niðurfyri, greiðir Hanus Kamban frá.

Tí komu Hanus Kamban og Kirsten Brix ásamt um, at alt verkið skuldi týðast. Tað eydnaðist rímiliga skjótt og væl at finna eitt forlag, sum vildi geva verkið út á donskum. Odense Universitetsforlag er eitt av størstu forløgunum í Danmark.

Janus gloymdur

Í dag er Janus Djurhuus rættiliga ókendur fyri danir. Tað hevur hann tó ikki altíð verið.

- Tá ið hann var á lívi, var hann eitt sindur kendur, serliga í tríatiárunum og undir krígnum. Hann hevði nógvar vinmenn í Keypmannahavn, har var hann nógv at síggja í býarmyndini og í bløðunum. Nógv skrivaðu um hann, hansara skaldskap, eisini danir. Men nú er hann fullkomiliga gloymdur.

Hanus Kamban metir, at Janus Djurhuus er áhugaverdur uppá nógvar mátar.

- Bókmentasøguliga er hann áhugaverdur, tí hann er fyrsti føroyski veruligi yrkjarin. Síðani er hann áhugaverdur, tí hann var undangongumaður í tí at byggja upp eina føroyska mentan og føroyskt skaldsligt mál. Eisini hevur hann áhuga sum skald. Ein partur av hansara yrkingum eru sum skaldskapur góðar. Tað er sjálvsagt umráðandi, at hann verður týddur rætt. Tíðin er farin frá nógvum av týðingunum, tí máltónin er gamaldags og minnir um yrkjarar, sum livdu fyrst í 19. øld. Tí er neyðugt at týða hann av nýggjum til eitt aktuelt danskt mál, sum sigur nútíðar dananum nakað, sigur Hanus Kamban.

Í ein vissan mun er hetta gjørt í donsku týðingini. Høvundurin og týðarin hava samstarvað við danska yrkjaran, Vagn Steen, ið hevur nakrar áskoðanir um, hvussu skaldskapur verður týddur til danskt.

- Tað hevur avgjørt havt týdning fyri hesa útgávuna.

Ein partur av skaldskapinum hjá Janusi Djurhuus er eksistensiellur og er tí áhugaverdar hjá øllum at lesa.

- Tað er upplagt at týða eitt úrval av hesum til nútímans danskt ella svenskt, sigur Hanus Kamban.

Lagt afturat

Verkið um Janus Djurhuus snýr seg ikki bert um skaldið Janus. Tað snýr seg í líka stóran mun um føroyska søgu og mentunarsøgu, um sambandið millum Føroyar og Danmark, Føroyar og Norðurlond, Føroyar og Evropa, og Føroyar og ta klassisku tíðina.

- Á tann hátt meti eg, at hon er áhugaverd hjá lesarum uttan fyri Føroyar. Janus er ikki bara alheimsligur, hann byggir brýr millum Føroyar og onnur lond. Sjálvur las hann grikskan, latínskan, evropeiskan og norðurlendskan skaldskap.

Danska útgávan er eitt sindur øðrvísi enn tann føroyska. Í onkrum føri er lagt afturat, eitt nú um sambandið millum William Heinesen, Jørgen-Frants Jacobsen og Janus Djurhuus. Epilogurin er fullkomiliga skrivaður um til eitt slag av niðurstøðu, har høvundurin staðsetir Janus bókmentasøguliga, umframt at meiri er gjørt við innihaldið í skaldskapi Janusar. Eisini skrivar høvundurin um sjónarmið Janusar um mentan og politikk og hevur sett tey í samband við gongdina í Føroyum frá Heimastýrislógini til í dag, vit hava eina fullveldisrørslu og nógv hóma olju í undirgrundini.

- Eg havi roynt at kannað, um sjónarmiðini hjá Janusi kunnu setast í samband við gongdina, sum hevur verið síðstu hálvu øldina, og um nakað perspektiv er í teimum. Spurningurin er jú, um sjónarmiðini hjá Janusi, sum var humanistur, hava nakað at siga okkum í dag, og tað vil eg avgjørt meta. Hinvegin er Janus ikki einfaldur, heldur er hann fløktur, sigur Hanus Kamban.

Móttøkan

Hanus Kamban hevur arbeitt við Janusi Djurhuus og skaldskapi hansara síðani fyrst í áttatiárunum. Í 1987 fór hann at arbeiða burtur av við at savna og skipa tilfar. Umframt gjørdi hann samrøður við fólk, sum kendu Janus. Í 1991 fór hann undir at skriva handritið til ta fyrstu bókina.

- Milllum 8-10 ár havi eg arbeitt burturav við Janusi, og so løgið tað ljóðar eri eg als ikki troyttur av honum. Tað kemst helst av, at hetta arbeiðið er ikki liðugt enn. Meiri kundi verið skrivað um hann. Og tað er ikki ómøguligt, at eg skrivi meiri um Janus. Skuldi tað verið, hevði tað verðið neyvt vísindaligt, sigur Hanus Kamban.

Føroyska verkið um Janus er væl selt og nógv lisið, men hvat væntast kann av donsku týðingini um Janus, er ilt at meta um, heldur Hanus Kamban.

- Tað kann henda, at hon als ikki verður nevnd, at hon verður sáplað niður, og at hon fær positiva umrøðu í onkrum blaði. Eg veit í grundini als ikki, hvussu hon fer at verða móttikin, sigur Hanus Kamban.