Umboðini fyri vinnuna rýma úr Skipanarnevndini

?Tað er burturspilt at brúka tíð uppá hetta, siga tey fýra vinnuligu umboðini, sum nú takka fyri seg

Skipanarnevndin, sum skal geva landsstýrinum tilmæli í fiskivinnuálum, er nú við at syndrast.

Fyri nøkrum døgum síðani var tað fiskifrøðingurin hjá Fiskirannsóknarstovuni, sum vildi sleppa úr nevndini.

Og nú eru tað umboðini fyri vinnulívið, sum hava gjørt av at rýma.

Báðir partar rýma, tí teir verða ikki tiknir fyri fult.

Teir rýma, tí at teir føla, at landsstýrið ger akkurát, sum tað hóvar tí, sama, hvat limirnir í Skipanarnevndini siga.

Men meðan tað er ivasamt, um fiskifrøðingurin kann fara burturúr, tí hann starvast undir Landsstýrinum, er tað ongin, sum kann noyða umboðini fyri vinnulívið at taka lut í arbeiðnum, tí at vera limur í Skipanarnevndini er ikki tænastuskylda hjá teimum, sum umboða vinnulívið.

Og teir fýra limirnir, sum umboða vinnulívið í Skipanarnevndini, hava nú gjørt av at fara úr nevndini.

? Tað, sum er hent hesar seinastu dagarnar, hevur sannført okkum um, at tað er nyttuleyst hjá okkum at halda fram í Skipanarnevndini, siga Óli Jacobsen, Jónsvein Knudsen, Árni M. Dam og Auðunn Konráðsson, sum umboða vinnuna í Skipanarnevndini.

Tað, sum teir eru serliga misnøgdir við, er, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen, hevur boðað frá niðurskurði í fiskidagatalinum næsta í fiskiári, sum byrjar 1. september, longu áðrenn hann hevur sett seg inn í tilmælið frá Skipanarnevndini.

? Longu áðrenn Skipanarnevndin fór undir arbeiðið at gera Landsstýrinum tilmæli um, hvussu nógvir fiskidagar skuldi vera komandi fiskiár, vóru vit í iva um, um tað yvirhøvur loysti seg at fara undir hesa uppgávuna, siga tey fýra umboðini.

Tað, teir sipa til, er, at teir siga, at longu tá ið fiskidagarnir fyri í ár vórðu ásettir, boðaði landsstýrismaðurin frá skerjingum komandi ár, uttan at Skipanarnevndin upp á nakran máta hevði havt høvi til at viðgera tann spurningin.

?Og nú hevur hann aftur í fjølmiðlunum boðað frá skerjingum í fiskidagatalinum komandi ár, og at hann nústani nú fór at seta seg inn í tilmælið hjá Skipanarnevndini.

? Raðfylgjan skuldi verið tann beint øvugta, siga tey fýra vinnulívsumboðini í Skipanarnevndini.

Og hetta hevur nú sannført teir um, at tað er nyttuleyst hjá teimum at halda fram við arbeiðnum nevndini.

Samstundis hevur tað sannført teir um, at spurningurin um at áseta fiskidagatalið, er eitt politiskt mál burturav.

Teir skoyta eisini uppí, at tann tillagingin av fiskiflotanum, sum fiskimálaráðharrin hevur sóknast eftir, er byrjað.

? Men tær fráboðaðu skerjingarnar í dagatalinum fara bara at elva til eina óvissu í vinnuni, sum ger tað ómøguligt hjá vinnuni at leggja ætlanir fyri, hvussu hendan tillagingin skal leggjast til rættis, tí tað ber ikki til at leggja langtíðarætlanir av tí, at fortreytirnar broytast ár frá ári.

Í blaðnum í morgin, sum verður at fáa nógva staðni í kvøld, hava vit eina meiri nágreinliga frágreiðing frá Óla Jacobsen, fiskimannafelagsformanni um, hví tey fýra umboðini fyri vinnuna í Skipanarnevndini hava tikið hesa støðuna.

Hendan frágreiðingin stendur eisini í FF Blaðnum, sum kemur út í kvøld.sh;tu. Men eg veit, at eg longu havi livað meira enn flestu onnur. Flestu fólk eru bara til - tey liva ikki.


Kallaður til ókent stað

Keith Wheeler hevur konu og tvey børn. Tey eru mangan við á ferðum hansara, men á Føroyatúrinum er hann einsamallur saman við einum hjálpara, ið altíð er við honum.

Undan ferðini til Føroyar hevur hann verið í Noregi, Svøríki og Svalbard og gingið. Í gjár fór Keith heimaftur til Oklahoma í USA, har hann skal vera í tríggjar vikur, áðrenn leiðin gongur til Pólands, har hann skal vera við í eini felags gongu.

Men hví kom hann til Føroya?

- Guð kallar meg har, hann vil hava meg at fara. Fyri at siga tað sum tað er, so visti eg ikki at nakað æt "Faroe Islands", tá Guð heitti á meg um at fara higar. Hann bað meg í sama viðfeingi fara til Svalbard, og tað kendi eg heldur einki til. So eg mátti fyrst finna hvar á landkortinum londini lógu, greiðir Keith Wheeler frá.


Guð viti hví

Hann sigur seg einki vita um hví Guð sendi hann til Føroyar júst nú, so tann spurningin kunnu vit bert gita um.

Vit siga farvæl við amerikanska krossdragaran, sum er blivin eitt sindur kaldur av at standa stillur so leingi. Hann er bara klæddur í buksum, eini skjúrtu og einum vesti, so tað er kanska einki at siga til at føroyska veðurlagið hevur kølt hann eitt sindur niður hesa løtuna.

Men Keith sleppur ikki langt. Í ein hálvan tíma hevur ein maður gingið og válað nakað burturfrá, og tá krossdragarin hevur gingið einar fjøruti metrar, fella teir báðir í tos.

Nei, maðurin við krossinum hevur ongan skund.