Tveir tingmenn eru burtur hvørja ferð

Átta tingmenn hava verið á øllum 50 tingfundunum higartil í hesum tingárinum, og tveir tingmenn hava verið burturi frá tíggju ella fleiri ferðir

Hvørja ferð tað er tingfundur, eru í miðal tvey teirra, sum fólkið hevur valt at umboða seg í tinginum, ikki á fundi. Tað sæst í gerðabókini hjá Løgtinginum, sum finst á heimasíðuni hjá Løgtinginum.
Síðani á Ólavsøku hava tað verið 50 tingfundir. Samlaða talið av fráverum hevur verið 105. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í miðal standa reiðiliga tveir stólar hjá tingmonnum tómir á hvørjum tingfundi.
Tingmaðurin við flest fráverum er Sverre Midjord, sum er valdur á javnaðarlistanum í Suðuroy. Hann hevur verið burturstaddur í fjúrtan av teimum 50 tingfundunum. Næstflest fráverur eigur Vilhelm Johannesen, sum er valdur á javnaðarlistanum í Norðoya valdømi. Hann hevur verið burtur í tíggju av teimum 50 tingfundunum. Tað vil siga, at fráveruprosentið hjá Sverra Midjord er 28, og at fráveru prosentið hjá Vilhelm Johannesen er 20.
Á triðja og fjórða plássinum á listanum eru Poul Michelsen og Jákup Mikkelsen ávikavíst úr Fólkaflokkinum í Suðurstreymi og Fólkaflokkinum í Norðoyum. Poul hevur verið burturstaddur níggju ferðir, og Jákup hevur verið burturstaddur átta ferðir.
Átta tingmenn hava verið á øllum 50 tingfundunum. Teir eru tingmenninir í Eysturoy hjá Sambandsflokkinum Edmund Joensen, tingformaður, og Alfred Olsen, javnaðartingmenninir John Johannesen úr Suðurstreymi, Gerhard Lognberg úr Sandoy og Henrik Old úr Suðuroy, tjóðveldistingmaðurin í Eysturoy Tórbjørn Jacobsen, Anita á Fríðriksmørk, sum umboðar Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymi, og Bill Justinussen, sum er tingmaður fyri Miðflokkin og valdur í Eysturoy.
Tað vil við øðrum orðum siga, at fýra av teimum átta tingmonnunum, sum hava verið á øllum fundunum, umboða Eysturoy.
Fimm tingmenn hava verið burturi frá ein tingfund. Tað kann fella ógvuliga illa hjá einum tingmanni, sum eru burturi frá ein einstakan tingdag. Tað kann Hergeir Nielsen skrivað undir upp á. Síðani á Ólavsøku hevur hann verið á øllum tingfundum uttan 2. desember. Henda dagin var hann burturstaddur, og tað kostaði tríggjar tingfundir. Hetta var tann dagin, tá ið Jacob Vestergaard varð landsstýrismaður fyri Jógvan við Keldu, og tá ið tingið veik frá tíðarfreistini í sambandi við viðgerð av eykafíggjarlóg.

Fleiri farloyvi
Í fjúrtan førum hava tingmenn biðið um farloyvi frá tingarbeiðnum. Tað hava teir gjørt sambært grein 63 í Tingskipanini. Har verður sagt, at Eftir áheitan frá tingmanni kann tingið loyva honum farloyvi. Farloyvistíðin er í minsta lagi 10 dagar. Avgerð tingsins verður tikin uttan umrøðu eftir munnligum tilmæli frá formanninum. Og í øðrum stykki verður sagt, at Varamaðurin leggur frá sær, tá ið tingmaðurin skrivliga sigur formanninum frá, at hann møtir aftur á tingfundi, tó í fyrsta lagi 11. dagin eftir, at farloyvistíðin byrjaði.
Sverre Midjord, Marjus Dam og Høgni Hoydal hava tvær ferðir biðið um farloyvi. Sum tað verður nevnt omanfyri, so er farloyvistíðin í minsta lagi tíggju dagar. Eitt farloyvi hava hesir tingmenn biðið um: Kári P. Højgaard, Páll á Reynatúgvu, Poul Michelsen, Andreas Petersen, Jenis av Rana, Heðin Zachariassen, Johan Dahl og Vilhelm Johannesen.

Hálvrunnið
Tingárið man vera umleið hálvrunnið. Tað byrjar á Ólavsøku, og tað heldur fram til á Ólavsøku. Vanliga fer Løgtingið í summarfrí síðst í apríl ella fyrst í mai. Um einki óvanligt mál stingur seg upp, so kemur tingið ikki saman aftur fyrrenn á politiska nýggjárinum, sum sambært fornan sið, ið eisini er staðfestur í Stýrisskipanarlógini, er á Ólavsøku.
Í fjør fór tingið til hús 14. mai, men 6. juli vóru tríggir tingfundir. Tað var møguleiki fyri streymsliti, og landsstýrið legði fyri tingið uppskot um at leingja sáttmálan millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Fimm fundir vórðu hildnir henda dagin, og harvið fór samlaða fundartalið fyri síðsta tingár upp á 81.
20. desember í ár fór Løgtingið í jólafrí. Um sammett verður við í fjør, so kundi tað sæð út sum um, at talið á tingfundum verður hægri í ár, enn tað var í fjør. Tá ið tingið fór í jólafrí 17. desember í fjør, hevði tingið havt 36 fundir. Higartil í hesum tingárinum hevur Løgtingið havt 50 fundir.

Fráverurnar

Niðanfyri standandi uppgerð út frá gerðabókini hjá Løgtinginum vísir, hvussu nógvar tingfundir nevndu tingmenninir ikki hava verið á. Sum tað er nevnt aðra staðni á síðuni, so eru tað átta tingmenn, sum ongantíð hava verið burturi frá.

Anfinn Kallsberg (6)
Jákup Mikkelsen (8)
Jógvan við Keldu (2)
Vilhelm Johannesen (10)
Mamy Dahl Sørensen (2)
Karsten Hansen (2)
Kjartan Joensen (3)
Andreas Petersen (2)
Kári P. Højgaard (1)
Heðin Zachariassen (2)
Ingi Olsen (1)
Heidi Petersen (3)
Olav Enemoto (1)
Óli Breckmann (1)
Poul Michelsen (9)
Kaj Leo Johannesen (1)
Lisbeth L. Petersen (6)
Kristian Magnussen (3)
Finnur Helmsdal (1)
Høgni Hoydal (7)
Jenis av Rana (3)
Jørgen Niclasen (3)
Marjus Dam (6)
Páll á Reynatúgvu (2)
Johan Dahl (3)
Sverre Midjord (14)
Hergeir Nielsen (3)