Víkingarnir kiksaðu fyri fjórðu ferð

Tað hevur kostað Víkingi nógv, at skansin í Sarpugerði ikki hevur hilnast so væl í ár, sum hann ofta áður hevur gjørt

Víkingur stóð eftir við ongum, tá ið Eiler Rasmussen hevði bríkslað fyuri seinastu ferð í vindinum í Norðragøtu í gjár.
Fagnaðurin í NSÍ leguni var stórur. Eftir tvær ferðir 5-1 tap á útivølli – í Klaksvík og í Streym­nesi – eydnaðist tað at vinna 2-1 og harvið at styrkja um støðuna á fjórða plássi, sum tóktist rilla eitt vet, eftir at klaksvíkingar høvdu vunnið tríggjar ferðir á rað.
Talan var um tætta uppgerð í ikki serliga góðum líkindum.
– Avrikini hava ikki verið so góð seinastu vikurnar. Tað vóru vit samdir um, tá ið vit í vikuni eftirmettu avrikið í Klaksvík. Vit hava stutt sagt ikki lagt nóg nógv fyri dagin, og tað vildu vit hava at vera heilt øðrvísi hesa ferð, segði væl nøgdi NSÍ venjarin, Pauli Poulsen, eftir dystarlok, og hann helt fram:
– Hesa ferð var avrikið hjá spælarunum í lagi. Vit arbeiddu miðvíst og hart, og vit megnaðu at halda heimaliðnum frá upp­løgdum málmøguleikum, vildi NSÍ venjarin vera við.
Víkinga venjarin, Jógvan Martin Olsen, staðfesti eftir dystar­lok, at nú eru níggju stig eftir at spæla um, og at tað eru seks stig frá toppliðnum B36 og aftur til Víking:
– FM møguleikin er nógv kám­aður, men vit fara at gera tað, sum vit kunnu fyri at fáa so nógv stig, sum tað ber til. Næstu ferð verður tað ímóti EB/Streymi á útivølli, og nú fara vit at fyrireika okkum til ta uppgávuna, sum vit sjálvandi taka í sera stórum álvara.

Lítil ferð undan
Heimaliðið hevði fríska lotið undan í 1. hálvleiki. NSÍ liðið legði stóran dent á verjupartin. Gest­irnir lógu fyri tað mesta tætt­ir og aftarlaga, og harvið var tað torført hjá Víkingi at bróta ígjøgn­um. Mátin í sovornum støð­um plagar at vera at spæla skjótt og breitt, men tað megnaði Víkingur ikki:
– Fyrsta hálva tíman vóru vit alt ov tungir. At ferðin var so lág bar við sær, at tað bar illa til at spæla okkum til málmøguleikar, segði Jógvan Martin Olsen.
At NSÍ spælararnir vóru av­gjørdir og løgdu nógv fyri í takl­ingunum, sást aftur í, at NSÍ í tjúgu minuttir tríggjar ferðir inn­kasseraði gult kort.
Tá ið tað restaðu tríggir min­uttir av 1. hálvleiki skoraði Víkingur málið, sum tá kendist sum tað, ið skuldi til fyri at loysa upp í 2. hálvleiki. NSÍ málverjin, Andras Gango, var óheppin, tá ið hann rendi Finn Justinussen um koll, og Sam Jacobsen umsetti úr ell­ivu metrum og í málið.

Úrtøku úr deyðbóltsstøðum
Eftir steðgin vendist alt á høvdið eftir lítlari løtu. Hálvleikurin var bara fýra minuttir gamal, tá ið dómarin bríkslaði fyri brots­sparki til NSÍ, eftir at Christian Høgni Jacobsen var farin um koll. Liðformaðurin tók sjálvur ábyrgdina á seg at skjóta, og tað gekk upp á stás.
Og átta minuttir seinni var NSÍ omaná, og aftur var talan um deyðbóltsstøðu. Hesa ferð var tað vong­verjin í vinstru, Einar T. Hansen, sum við nærra stólpan eftir horna stýrdi bóltinum í málið.
– Vit hildu teir frá møgu­leik­um, og eg haldi, at vit høvdu uppi­borið at vinna, segði NSÍ venj­arin, Pauli Poulsen, eftir dystarlok.
Sammett við undanfarnu ferð­irnar var NSÍ liðið rættuliga nógv umskipað. Í staðin fyri skadda Petur Paula Mikkelsen var Fritleif í Lambanum í miðverjuni, har hann stóð seg væl undir lið­ini á raska Jens Joensen. Jann Martin Mortensen, sum oftast hevur verið skiftisspælari úti í borð­unum, var hesa ferð á sentrala miðvøllinum, og Debes Danielsen var síðuspælari.
Tíðliga í 2. hálvleiki gjørdi Jógvan Martin Olsen tríggjar skiftingar. Páll Klettskarð, Hans Jørgen Djurhuus og Hjartvard Hansen komu inn, og sum 2. hálv­leikur leið, trýsti heimaliðið rættuliga nógv. Men tað var ikki fyrr enn síðstu tíggju minutt­irnar, tá ið Atli Gregersen fór úr miðverjuni og fram í álopið, at tað eydnaðist at skapa orduliga spentar støður í brotsteiginum. Finnur Justinussen var meiri enn eina ferð tætt við, men held­ur ikki hesa ferð hevði hann neyð­uga hepnið við sær, og so fóru øll stigini út um Gøtueið.
– Vit høvdu møguleikarnar, sum skuldu til fyri at svara aftur, men hetta var ikki dagurin hjá okkara monnum, staðfesti Jógvan Martin Olsen.
At víkingarnir fýra ferðir eru farnir av heimavøllinum uttan fulla úrtøku hevur kostað nógv. Í hesum fýra førunum hava úrslitini verið 1-1 ímóti B36 og 07 Vestur, 0-2 ímóti B36 og nú 1-2 ímóti NSÍ.