SKÁLA-GÍ
Gøtumenn vóru í størstu neyð, tá ið teir seinnapartin leygardagin komu út á Skála. Tað vistu teir, teir royndu at gera nakað við støðuna, og tá ið bjargingarroyndin eydnaðist, var talan um sovorðið drama, sum í kenslum og arburði tóktist vera størri, enn tá ið GÍ í yvirtíðini í síðsta umfarinum í 1994 tryggjaði sær FM heitið í Klaksvík.
Tað hevur ferð eftir ferð verið staðfest, at tann, sum er í neyð, megnar at framala eyka orku fyri at bjarga sær úr neyðini. Gøtumenn prógvaðu á Skála leygardagin, at soleiðis er tað framvegis.
Hugburðurin var ikki at kenna aftur. Tað sást longu á viðhaldsfólkunum - yngri sum eldri - tá ið tey bjálvaði í gult og blátt stigu úr bussinum, at nú ráddi tað um, og at nú var alt farið til pumpurnar, sum krúpa kundi.
Á vøllinum vóru GÍ spælararnir sum í gomlum døgum. Gamaní bar tað hjá Jóhan Nielsen, gamla meistaravenjaranum í Gøtu, til at staðfesta á Skála beinkinum, at rútman og hugflogið í samanspælinum hjá GÍ ikki er, sum tað var, tá ið hann fyri tíggju árum síðani var við til at vinna fýra FM heiti til Gøtu. Manningarligu fyritreytirnar eru ikki til tað.
Men GÍ stríddist og bardist, og í løtum - um tær ikki altíð vóru so langar - hekk samanspælið eisini hampuliga væl saman. Sámal Joensen gekk undan á miðvøllinum, har Hans Jørgen Djurhuus hóast nógv darvaður av skaða arbeiddi framúr væl. Miðverjarnir hingu væl í, og tað var nógv ein fyri allar og allir fyri ein.
Onkra ferðina vóru gøtumenn í so ágangandi. Einki forgjørt hevði verið í tí, um dómarin - serliga í 2. hálvleiki hevði hann ikki myndugleikan, sum skal til fyri at vísa, hvør tað er, sum hevur tamarhald á støðuni - meiri avgjørt og við frágreiðingum fyri spælarunum fyrri hevði havt kortini á lofti.
Skála hevði betri rútmu í sínum samanspæli, og teir orangu littu høvdu eisini teir størru møguleikarnar frammanfyri GÍ málinum, har tað er sera góður styrkur og tryggleiki fyri verjupartin, at pólverski Marcin Dawid er komin aftur millum stólparnar at standa.
Trupulleikin hjá Skála var, at tað ofta stóð á í høgra borði - bæði í verjuni og í framrættaða spælinum.
Bárður Danielsen og Pætur Dam Jacobsen, sum tíðliga sá gult og tískil var eitt sindur darvaður, arbeiddu sum leyvir á sentrala miðvøllinum. Nenad var arkitekturin aftanfyri samanspæli. Tað eydnaðist toluligt, men orsøkin til at tað ikki var, sum tað oftast hevur verið, var, at Pauli G. Hansen - stríðsmaðurin og spælarin í einum og sams persóni - var leikbannaður.
Popczynski átti fyrsta stóra málmøguleikan, men lobbarin hjá honum upp um Eugen Voda fór eisini omanfyri málið. Talan var ikki um nógvar upplagdar møguleikar. Tann størsta fekk væl upplagdi Jónhard Frederiksberg, tá ið hann sera snilt varð spældur leysur eftir miðásinum. Marcin Dawid blokeraði við beininum, og Hanus Thorleifsson var rangstaddur, tá ið hann fyri opnum máli sendi returbóltin uppum.
Framúr spenningur
Seinna umfarið á Skála lagaði seg soleiðis, sum eingin manuskriptskrivari kann ímynda sær. Skála, sum fekk betri tak á, tá ið teir høvdu broytt til 4-4-2 við Bárði Danielsen á høgra vongverja, var meistari eina løtu, og GÍ var tvær ferðir í 2. deild!
Iulian Florescu umsetti trygt úr ellivu metrum, tá ið væl plaseraði dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum skuldi vera framt móti Jónhardi, sum varð hildin. Løtu seinni tóktist dómarin eisini at vera væl staddur, men tá metti hann ikki, at gøtumenn rendu Boga Gregersen um koll.
Hesa løtuna bendi alt á heimasigur. Hanus Jacobsen, sum við fínum fluktara úr 22 metrum hevði mint um, at hann kundi verða eins vandamikil, sum hann var í steypafinaluni á Ólavsøku, fekk GÍ upp í part aftur. Eftir langa framlegging úr vinstru og eitt sindur trilvandi avrik í Skála miðverjuni høgdi miðvallarin í høgru til. Bólturin brast í tvørtræið og niður í graslíkissvørðin og so uppaftur í nettakið, og gøtufólk vóru um at fara á flog!
So var tað, at Volmar Poulsen, sum var komin á vøllin fyri skadda Milic Curcic eftir deyðbólt og innlegg átti síðstu tonna á. Bólturin fór í GÍ málið, og tað kendist sum um, at fyrsta málið nakrantíð hjá skiftisspælaranum var síðsti naglin í GÍ kistuna.
Men soleiðis endaði tað ikki. Gøtumenn góvu bóltin upp, og meðan dómarin savnaði sær luft til síðsta bríkslið, og meðan gøtufólk hildu ondini, sendi Áslaur R. Petersen úr høgru og fram til innskifta Sverra Jacobsen. Hann tamdi, legði bóltin fram í vinstra borð, og har var tað, at innskifti Poul Andreas Jacobsen við kalda vinstra beininum var púra kaldur og sendi flatt framvið Eugen Voda.
Skála liðið small í vøllin, og gøtumenninir vóru enn eina ferð um at fara á flog. Og so vóru báðir partar heilt fegnir.