teimum ætlanum, sum hava verið nevndar, so eru ein fótbóltshøll á Svangaskarði og eitt nýtt stadion í Havn tær mest ítøkiligu. Og Óli Holm sigur, at í verandi støðu ber illa til at hugsa sær, at talan verður [...] stadion í Havn. Tað er nakað, sum vit áður hava nevnt fyri UEFA, og teir eru positivir mótvegis tí tankanum. So tað er sjálvandi ein møguleiki. - Og so eru sjálvandi nógvir aðrir møguleikar. Einasta treytin er [...] ikki verður gjøgnumførd. - Vit hava fleiri ferðir longt freistina. Í summar varð hon hon aftur longd, og tá góvu vit púrasta greitt til kennar, at talan var um allar seinastu freist. Trupulleikin hjá okkum
í 1. hálvleiki. Teir royndu at stríðast og arbeiða, teir runnu nógv, og síðstu minuttirnar rindaðu teir høgan prís fyri púra óneyðuga útvísing. NSÍ gjørdi væl og virðiliga tað, sum teir skuldu gera. Jógvan [...] hann var dottin. Tað helt dómarin ikki, og í næstu støðu bríkslaði hann fyri NSÍ frísparki. Brynjolvur Nielsen sendi flatt í brotsteigin, og Óli Hansen rann fram og setti tonna undir bóltin, sum snýtti B68 [...] misti B68 ein spælara fyri at brúka seg, og so visti NSÍ, hvat teir skuldu gera. Teir vóru umhugsnir og lótu bóltin gera arbeiðið. Heimamenninir nýttu væl meiri orku, og síðstu tíggju minuttirnar vórðu teir
Teir megnaðu nevnliga at stríða seg til javnleik móti Brøndby, og harvið hjálpa fyrrverandi eigara felagsins. Hann eitur Flemming Østergaard, og er í dag stjóri í FCK. [...] Superliga Jákup Mørk Danska superligan fer nú í vetrarfrí, og hóast FCK enn hevur ein dyst eftir móti Borussia Dortmund, so var talan leygardagin um seinasta heimadystin á árinum. Áskoðarar felagsins kundu [...] fingu leygardagin, tí FCK spílaði seg veruliga út. Longu tíðliga í dystinum høvdu bæði Peter Møller og Thomas Røll góðar møguleikar, men farast skuldi fram við hálva tímanum, áðrenn heimaliðið loksins legði
við teimum nýggju og síðan taka teir verandi, so hvørt umvælt verður ymsastaðni. Vágatunnilin verður so tann fyrsti, sum nýggju trygdarkrøvini raka, og síðan koma Gásadalstunnilin og Norðskálatunnilin [...] svarar Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðinguri, stutt og greitt, at eingin teirra lýkur tey ásettu trygdarkrøvini. Tað ljóðar beinanveg ógvusligt, og tí verður spurt, um teir so ikki verða stongdir við brestin [...] sigur hann. Teir nýggju fyrst Grundin til, at hesi krøvini nú verða sett Vágatunlinum, er, at gjørt er av, at galdandi trygdarreglur skulu lúkast av øllum føroyskum tunlum. Og avgjørt er eisini at byrja
Waterloo sum sjálvstøðug tjóð, er í løtuni fyrst og fremst upp til løgmann. Í fyrsta umfari at bjarga hesi samgonguni, og síðan óttaleysur at taka talvið uppaftur og leika tað liðugt á ein virðiligan hátt [...] Eingin fólkaatkvøða um nakað sum helst, hvørki í mei ella septembur í ár, og also heldur ikki í 2012. Lukket og slukket. Og her standa vit so. Er nú liðugt? Var hetta alt? Ein glantrileikur, ein hvørvisjón [...] ár bæði í skrift og í talu - havi millum annað verið valevni flokksins tvær ferðir - hevur undirritaða nú í nøkur ár frá síðulinjuni roynt at fylgt við gongdini í Føroyum. Blaðkjak og onnur orrustutiltøk
nú eru kunngjørdar, hava verið í Løgtinginum, og kunngjørdu sátt-málarnir vóru galdandi frammanundan. Løgmaður fer ikki at biðja Løgtingið viðgera lógir og sáttmálar, ið longu eru í gildi. Hergeir Nielsen [...] bløðunum 8. desember sett mær nakrar spurningar um kunngering av ískoytum til NATO-sáttmálan og av donskum ríkislógum og kunngerðum herfyri í Kunngerðablað-num B. Høgni Hoydal hevur tikið sama spurning upp í [...] hann, at ein røð av lógum og altjóða sáttmálum, sum Løgtingið ikki hevur viðgjørt, eru kunngjørd í november 2004. Hetta er ikki rætt. Viðvíkjandi altjóða krígsbrotsdómstólinum Fyrst skal verða greitt frá,
ES-samanhangi, skulu kannast á marknaeftirlitsstøðini í Kollafirði. Kannað verður fyri temperatur, merking og um talan er um mannaføði. ? Um eftirlitið vísir, at vøran ikki hevur rætta kuldan, so afturvísa vit [...] mars 2001. Tá fingu føroyskar fiskavørur frítt at fara til ES, men treytin var, at triðjalandsfiskur fyrst var kannaður gjølla á eini sonevndari bip-støð. Føroyingar fingu ikki loyvi útflyta kjøtvøru á ES [...] Evropasamveldinum. Eitt krav er, frystivørur skulu hava minst 18 kuldastig. Í hesum føri vóru tær millum 13 og 15 stig. Spurd, um tað ikki er í so harðrent av Heilsufrøðiligu starvsstovu at afturvísa slíka vøru
konu síni, Shulamith Binah. Í dag skulu tey vitja ymsa staðni í Føroyum og í morgin skulu tey fyrst á fund við føroyskar myndugleikar og síðani til hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum at heiðra Svenning av Lofti [...] føroyska stjórnin hevur og hvørjir møguleikar eru í Føroyum fyri ísraelsku vinnuna. Eg fari eisini at skriva eina frágreiðing til ísraelsku stjórnina, um hvørjir møguleikar eru og hvussu marknaðurin í Føroyum [...] Hetta er fyrstu ferð, at ein ísraelskur sendiharri vitjar Føroyar í arbeiðsørindum. Bæði Barukh Binah og aðrir sendiharrar hava verið á vitjan fyrr, men tá altíð í einum bólki av sendiharrum til Danmarkar
níggju stig fremst undan róðrinum á vestanstevnu, og tí kann manningin hjá Havnar Róðrarfelag tryggja sær FM.heitið við einum sigri leygardagin. Ørnin og Frúgvin, sum eru úr ávikavist Sandavági og Miðvági [...] Tær hava vunnið allar róðrarnar trygt í ár, og tí er ikki annað enn væntandi, at tær eisini vinna róðurin á vestanstevnu og harvið meistaraheitið. Frúgvin og Ørnin umboða Vágar Hjá 5-mannaførum við gentum [...] bæði 6-mannaførum við monnum og 6-mannaførum við kvinnum kunnu føroyameistaraheitini avgerast á vestanstevnu. Hjá monnunum er Sundabáturin átta stig framman fyri Tvørabátin, og sum Sundabáturin hevur róð
veruliga gjørt um seg seinastu mánaðirnar, og í dag er hann aftur á staðnum. Tað vísir eisini eina breidd, sum er komin okkum til góðar í so máta. Og tá meistaraheitið fyrst er endurvunnið einaferð, so er einki [...] uppskriftin til hetta hevði verið. - Tað hevur verið moralurin og breiddin í hópinum. Onkran dyst hava vit havt einar seks mans á skaðalistanum, og at vit kortini hava fingið neyðugu úrslitini vísir ein ótrúliga [...] týðandi orsøkin. - Og so hava vit alla tíðina megna at skotið neyðugu málini. Eisini hóast álopsleikararnir ikki alla tíðina hava syrgt fyri hesum. Vit hava havt skiftandi málskjúttar, og eitt nú hevur Tór-Ingar