Jóannes Eidesgaard, løgmaður
???????????
Allar donsku lógarásetingarnar, ið nú eru kunngjørdar, hava verið í Løgtinginum, og kunngjørdu sátt-málarnir vóru galdandi frammanundan.
Løgmaður fer ikki at biðja Løgtingið viðgera lógir og sáttmálar, ið longu eru í gildi.
Hergeir Nielsen, tingmaður Tjóðveldisfloksins, hevur í bløðunum 8. desember sett mær nakrar spurningar um kunngering av ískoytum til NATO-sáttmálan og av donskum ríkislógum og kunngerðum herfyri í Kunngerðablað-num B. Høgni Hoydal hevur tikið sama spurning upp í fyrispurningi til danska forsætisráðharran í Fólkatinginum. Her sigur hann, at ein røð av lógum og altjóða sáttmálum, sum Løgtingið ikki hevur viðgjørt, eru kunngjørd í november 2004. Hetta er ikki rætt.
Viðvíkjandi altjóða krígsbrotsdómstólinum
Fyrst skal verða greitt frá, at slíkar lógarkunngerðir, sum her verður talað um, eru samanskrivingar av upprunalógini við øllum broytingarlógum, sum eru gjørdar seinni. Allar lógarbroytingar, sum eru gjørdar í upprunalógini eru formliga góðkendar av Løgtinginum. Tí broytir samanskrivaða kunngeringin ikki rættarstøðuna, men talan er um eina pedagogiska hjálp til borgarar og politikkarar at fáa greiðari yvirlit yvir, hvat er galdandi.
Kunngerðin av samanskrivaðu lógunum er gjørd eftir føroyskum ynski, tí tað ger, at borgarin fær betur kunning um innihaldið í lógunum.
Viðvíkjandi kunngeringini herfyri av donsku kunngerðini um morarentusatsin
Í hesum hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum longu svarað. Her er svarið, at hetta eisini er eftir bókini, tí ásetingin hevur heimild í danskari ríkislóg, ið longu er sett í gildi her eftir galdandi reglum.
Somuleiðis svaraði landsstýrismaðurin spurn-inginum um lógarkunnger-ingina av samanskrivaðu lógini um dómstólin fyri krígsbrotsverk. Lógin varð sum ríkislógartilmæli løgd fyri Løgtingið í 1996, og uppskotið varð einmælt samtykt. Talan er nú um eina samanskriving av lógini við seinni broytingum til tess á ein greiðari hátt at kunna almenningin í Føroyum um galdandi rættarstøðuna.
Kunngering av altjóða sáttmálum
Fyrst er at siga, at NATO-limaskapurin hjá Kongsríki Danmarkar fevnir eisini um Føroyar. Hetta er ein veruleiki, antin einum dámar tað ella ikki. Tá ið Danmark staðfestir ein altjóðarættarligan sáttmála, eitt nú NATO-sáttmálan frá 1949 og seinni sáttmálar (fylgiskjøl) um nýggjar NATO-limir, verða eisini Føroyar bundnar av hesum, uttan so at umveldisfyrivarni verður tikið fyri Føroyum. Tað er ikki gjørt í hesum førinum.
Tað, at ein altjóðarættarligur sáttmáli verður lýstur í Føroyum, er at skilja sum ein kunning til borgaran her. Spurningurin, um ein slíkur sáttmáli er galdandi fyri Føroyar, er hafturímóti púra óheftur av, um hann er kunngjørdur her ella ikki. Eitt nú er sáttmálin (fylgiskjalið) frá 1955 um NATO-limaskap Vesturtýsklands, sum landið æt tá, longu galdandi í Føroyum, hóast hann ikki er lýstur her fyrr enn nú.
Soleiðis er við altjóðarættarligum sáttmálum. Øðrvísi er við lógum, tí tær skulu harafturímóti verða kunngjørdar í Føroyum fyri at galda her, bæði tá ið talan er um danskar ríkislógir og lógir givnar av Løgtinginum.