Avgerðin hjá FSF merkir, at ætlanin um fótbóltshøll í Skálabotni ikki verður gjøgnumførd.
- Vit hava fleiri ferðir longt freistina. Í summar varð hon hon aftur longd, og tá góvu vit púrasta greitt til kennar, at talan var um allar seinastu freist. Trupulleikin hjá okkum er, at grunnurin hjá UEFA, sum vit kunnu fáa 12 milliónir úr, hevur sína seinastu freist í summar. UEFA hevur longu fyri rúmari tíð síðani givið til kennar, at teir vóru bekymraðir um, at endaliga projektið ikki fyrilá, sigur Óli Holm, sum er forseti í FSF.
- Og veruleikin er, at føroyskur fótbóltur kann missa hesa upphæddina, um vit ikki hava eina lidna ætlan í summar. Tí var okkara krav til samtakið handan fótbóltshøllina púrasta greitt. Nevnliga at vit máttu hava eina púrasta greiða ætlan áðrenn ársskiftið. Hana hava vit ikki fingið, og tí eru vit noydd at steðga nú.
Finna nýggja ætlan
Grunnurin, sum UEFA-stuðulin verður latin úr, hevur til endamáls at stuðla íløgum, sum verða gjørdar í menning av fótbóltinum í limalondunum. Og tí er talan sjálvandi um hópin av møguleikum, sum kunnu útloysa stuðulskrónurnar. Næsta stigið hjá FSF verður tí at finna útav, hvussu peningurin nú skal nýtast, men tann viðgerðin er enn ikki byrjað.
- Lat meg fyrst siga, at eg haldi tað vera ómetaliga harmiligt, at ætlanin við fótbóltshøllini nú dettur niðurfyri. Tá møguleikin til UEFA-stuðulin kom, gjørdu vit av, at hetta skuldi nýtast til eina fótbóltshøll. Og her gjørdist tað so ætlanin í Skálabotni, sum fekk undirtøku, tá endaliga støðan skuldi takast.
- Avgerðin, sum nú er tikin, ber so sjálvandi við sær, at vit mugu hyggja at, hvørjir aðrir møguleikar eru. Men tað er greitt, at vit mugu arbeiða skjótt, sigur Óli Holm.
Hann leggur tó afturat, at talan kanska ikki er um nakað heilt ultimativt krav frá UEFA, at ein nýggj fullfíggjað ætlan fyriliggur í summar.
- Eg eri fullvísur í, at vit ikki høvdu fingið longt freistina, um vit framvegis bygdu okkara ætlan á høllina í Skálabotni. Kunnu vit hinvegin vísa á, at talan nú er um nýggja ætlan, sum vit eru komnir væl ávegis við, so ber kanska til at fáa freistina hjá okkum longda. Tað eru so í øllum førum tey signalini, sum vit hava fingið frá UEFA, men tað gevur okkum sjálvandi ikki nakra trygd fyri peninginum, og tí mugu vit arbeiða skjótt.
Líkist nýggjum stadion
Ítøkiliga vil Óli Holm ikki siga, hvat pengarnir nú skulu nýtast til. Men verður hugt at teimum ætlanum, sum hava verið nevndar, so eru ein fótbóltshøll á Svangaskarði og eitt nýtt stadion í Havn tær mest ítøkiligu.
Og Óli Holm sigur, at í verandi støðu ber illa til at hugsa sær, at talan verður um høll á Svangaskarði.
- Har hava vit trupulleikar við argumentatiónini. Er støðan tann, at eitt breitt samtak av Kommunum í Eysturoynni ikki megna at lyfta ætlanina í Skálabotni, so er trupult at argumentera fyri, at Nes Kommuna einsamøll skal kunnu lyfta hesum. Eg skal ikki útiloka nøkrum møguleika, men í verandi støðu vildi eg sagt, at ein fótbóltshøll á Svangaskarði er rættiliga ósannlík.
- Hin møguleikin, sum hevur verið frammi, er eitt nýtt stadion í Havn. Tað er nakað, sum vit áður hava nevnt fyri UEFA, og teir eru positivir mótvegis tí tankanum. So tað er sjálvandi ein møguleiki.
- Og so eru sjálvandi nógvir aðrir møguleikar. Einasta treytin er, at talan er um íløgu, sum er fótbóltinum at frama. Men tað ræður um at arbeiða skjótt. Tað eru ikki so nógvir dagar eftir, áðrenn vit skriva juni í álmanakkanum, og tá mugu vit so hava eina nýggja verkætlan, sigur Óli Holm.