Eingin handilsavtala við Ísrael enn

Ísraelski sendiharrin í Keypmannahavn, Barukh Binah, kemur í dag til Føroya við konu síni, Shulamith Binah.

 

Í dag skulu tey vitja ymsa staðni í Føroyum og í morgin skulu tey fyrst á fund við føroyskar myndugleikar og síðani til hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum at heiðra Svenning av Lofti.

 

Les eisini Ísraelski sendiharrin vitjar í Føroyum

 

Hetta er fyrstu ferð, at ein ísraelskur sendiharri vitjar Føroyar í arbeiðsørindum. Bæði Barukh Binah og aðrir sendiharrar hava verið á vitjan fyrr, men tá altíð í einum bólki av sendiharrum til Danmarkar á eini ferð skipað av danska uttanríkismálaráðnum.

 

Í samrøðu við Sosialin greiddi Barukh Binah frá, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um at gera handilssáttmála millum londini bæði

- Eg fari sjálvandi at kunna meg um, hvørji ynski føroyska stjórnin hevur og hvørjir møguleikar eru í Føroyum fyri ísraelsku vinnuna. Eg fari eisini at skriva eina frágreiðing til ísraelsku stjórnina, um hvørjir møguleikar eru og hvussu marknaðurin í Føroyum er fyri ísraelskar fyritøkur. Men at gera eina handilsavtalu krevur drúgvar samráðingar, so tað verður í besta lagi eftirfylgjari mín, ið skal taka sær av tí, sigur hann.

 

Í Føroyum er støðan væntandi sum í grannalondum okkara, at meðan partar av fólkinum fegin stuðla Ísrael og kundu hugsa sær fleiri ísraelskar vørur í handlunum, eru onnur, sum mæla til eitt boykott av øllum ísraelskum vørum í Føroyum, í øllum førum teimum, sum verða framleiddar á vestara áarbakka og Golan-hæddunum. 

 

Les eisini Jemenittiskar lagnur í Tøting