meistari
Fyri fyrstu ferð síðani GÍ miðskeiðis í nítiárunum megnaði HB sunnudagin at endurvinna meistaraheitið.
Eftir dystin spurdu vit liðskiparan hjá HB, Rúna Nolsøe, hvør uppskriftin til hetta hevði verið.
- Tað hevur verið moralurin og breiddin í hópinum. Onkran dyst hava vit havt einar seks mans á skaðalistanum, og at vit kortini hava fingið neyðugu úrslitini vísir ein ótrúliga góðan moral á liðnum. Tað hevur nokk verið mest týðandi orsøkin.
- Og so hava vit alla tíðina megna at skotið neyðugu málini. Eisini hóast álopsleikararnir ikki alla tíðina hava syrgt fyri hesum. Vit hava havt skiftandi málskjúttar, og eitt nú hevur Tór-Ingar veruliga gjørt um seg seinastu mánaðirnar, og í dag er hann aftur á staðnum. Tað vísir eisini eina breidd, sum er komin okkum til góðar í so máta.
Og tá meistaraheitið fyrst er endurvunnið einaferð, so er einki at ivast í, at smakkurin fyri gullinum av álvara er fingin. Og Rúni ivaðist heldur ikki, tá vit spurdu hann, um teir fóru at leggja líka nógv fyri komandi ár.
- Tað er so einki at ivast í. Nú verður felagið eisini hundrað ár, og vit hava møguleikan at vinna FM-steypið til ognar, so vit ætla okkum at geva alt tað, sum vit kunnu, til tess at endurvinna heitið.