Tað er Heilsufrøðiliga starvsstova, sum hevur afturvíst tíggjutals tons av góðum íslendskum kjøti hjá trimum føroyskum heilsølum á eftirlitsstøðini í Kollafirði.
Allar kjøtvørur, sum koma úr einum triðja landi í ES-samanhangi, skulu kannast á marknaeftirlitsstøðini í Kollafirði. Kannað verður fyri temperatur, merking og um talan er um mannaføði.
? Um eftirlitið vísir, at vøran ikki hevur rætta kuldan, so afturvísa vit vøruna. Er talan um heilsuvanda, so skal hon burturbeinast beinanvegin, men er talan bara um krøv, sum ikki eru uppfylt, fær innflytarin valið ímillum at burturbeina vøruna ella senda hana aftur, sigur Ingibjørg Egholm, djóralækni á eftirlitsstøðini í Kollafirði.
Marknaeftirlitstøðin í Kollafirði er eitt úrslit av ES-avtaluni frá mars 2001. Tá fingu føroyskar fiskavørur frítt at fara til ES, men treytin var, at triðjalandsfiskur fyrst var kannaður gjølla á eini sonevndari bip-støð. Føroyingar fingu ikki loyvi útflyta kjøtvøru á ES-marknaðin, men kjøt, sum kom frá tiðjalondum til matna í Føroyum, skal eisini kannast. Sama skili er við livandi djórum, sum koma til Føroya. Ísland er í hesum sambandi eitt triðjaland, tí tað ikki er partur av Evropasamveldinum.
Eitt krav er, frystivørur skulu hava minst 18 kuldastig. Í hesum føri vóru tær millum 13 og 15 stig. Spurd, um tað ikki er í so harðrent av Heilsufrøðiligu starvsstovu at afturvísa slíka vøru, sum er góð mannaføði, svarar djóralæknin:
? Um vit ikki halda ES-reglurnar, so er eingin grund at hava tær. Eitt er, at vit mugu hugsa um okkara umdømi, men eitt annað er eisini, at er vøran undir tey 18 kuldastigini, so vita vit ikki, hvat er hent við vøruni. 18 kuldastig er eitt vanligt mark at seta til frystivørur, sigur Ingibjørg Egholm.










