verða sera hent, tá kunnast skal um nýggjar mannagongdir og nýtt tilfar. Bert ein mannagongd er alneyðug áðrenn farið verður í holt við at arbeiða við nýggju tólunum. Tað er ein neyv systematisk allýsing [...] skúla. Hugburðsbroyting er neyðug Vit føroyingar verða noyddir til at rista av okkum allar minnilutakenslur yvir fyri útlendingum, ikki minst dønum og øllum tí, sum danskt er. Fyri 30 árum síðan var tað [...] súlur. Onnur súlan skal fevna um føroyska málið, søguna og tað sum serføroyskt er. Her skulu vit sjálvsagt menna fullgott føroyskt undirvísingartilfar. Hin súlan skal fevna um allar aðrar lærugreinar. Hendan
fleiri tingmenn halda, at lógin um fosturtøku er nóg góð, sum hon er. - Vita hesir løgtingsmenn av, at í galdandi lóg stendur, at er barnið í vanda fyri at fáa epilepsi, er tað nóg góð orsøk til at fáa [...] gera lógina um fosturtøku meiri tíðarhóskandi. Hans Pauli Strøm staðfesti, at fosturtøka er ikki á dagsskrá hjá hesi samgonguni. Í kjakinum staðfesti Sjúrður Skaale, at lógin um fosturtøku er kvinnukúgandi [...] Løgtingið um at broyta lógina. Hann heldur, at orsøkin til tað er, at tað eru ávísir áhugabólkar, sum hava lyndi til at brúka hetta málið sum agn fyri atkvøður. - Er vilji til at broyta eina lóg, er neyðugt
lív, har Gud er við allatíðina og allastaðni. Templið er altíð opið, um hann hevur brúk fyri tí, og sjálvur mediterar hann tríggjar tímar hvønn dag fyri at koma tættari at Gudi. Fyri hann er trúgvin ikki [...] myndur eru jú so nógv øðrvísi, enn tað, fólk vanliga síggja í Føroyum. Øðrvísi Eivindur er sannførdur um, at tað er lyndið í okkum, sum ger av, hvat vit síggja. Eftir hansara tykki eru føroyingar sera daprir [...] meining í, at eg nú hevði fingið ábyrgdina av fýra indiskum børnum, sum høvdu brúk fyri mær. Eivindur varð tí verandi í India. Ferðaseðilin heimaftur hevði hann langt síðani gloymt alt um, men eitt ár seinni
ella longu búgva uttanlands, er valið Havnin ella einki, skuldu tey umhugsað at flutt heimaftur. Fyri tey flestu er einki alternativ til Havnina. Soleiðis er veruleikin. Tí er tað so harmiligt, at vit í [...] nøktandi fakligar avbjóðingar. Nú høvuðsstaðurin aftur verður karmur um ólavsøkuna, so verða vit enn eina ferð mint á, at hetta er tjóðarhátíð alra føroyinga. Hetta er ikki bara ein stevna fyri havnarmenn [...] vit drena bygdirnar fyri ungdóm og kradda allar almennar stovnar til okkara. Seinasta dømi um hetta er, at vit nú leggja allan skúlaskap og harvið allan ungdóminum í landinum undir okkum. Veruleikin, at
enn í kvøld, mikukvøld. Talan er um miðbýarætlan og eisini ætlan yvir allan býin á Tvøroyri, ið skal renoverast og fríðkast. Og tað verður farið álvarsamt til verka og tað er ikki hissini ætlan, ið løgd [...] Tvøroyri og at standmynd av honum er reist á staðum. - Vit ætla at fáa Rasmus Effersøe fram aftur. Standmynd av honum er reist á Heiðatrøðni, sum fá vita um, men í ætlanini er, at myndin skal koma til sín rætt [...] broyting - Talan er um at renovera ella uppgradera býin. Vit eru komin so gott sum á mál við fyrireikingunum, tekningunum. Hevur ein onkra ætlan, so má ein ætlan vera, eitt projekt, um komast skal á mál
gjørdi sjálvmál, var alt farið hjá gestunum. Fyri fjórðu ferð á rað noyddist B36 av vøllinum uttan stig, og nú byrjar ein ávísur likamspartur spakuliga at orna. Lokali samleikin Hjá AB er sami likamspartur tó [...] Munurin hjá heimaliðnum var tó nú, at AB í nógv størri mun var til reiðar at svara aftur. Støðugt vóru kantarnir við til at breiða spælið út á vøllin, og við djúpum sendingum niðan um hornið varð B36-verjan fleiri [...] misnýttir, men tá Høgni M. Joensen hevði misnýtt tann størsta av hesum, mundu heimafólkini ivast í, um tey nú skuldi fáa nakra løn fyri stríðið. Men tað fingu tey so hóast alt. Janus M. Joensen slapp at hevna
sum tíðin langt síðan er farin frá, má fáast í eina aðra meira civiliseraða legu Skaðarárin, óstabilitetur og oyðileggjandi umdømi av hesum lemjandi verkføllum er undirgravandi fyri búskapin og er vorðin [...] vaktar- og bjargingartænasta, - og soleiðis kann haldast fram, hetta er dagligdagurin í Føroyum. Øll eru samd um at henda støða er fullkomuliga og aldeilis óhaldbar og at onki framkomið samfelag kann liva [...] anarki er tískil neyðugt at seta nýskipanir í verk, sum kunnu laga reglurnar á arbeiðsmarknaðinum til nútíðarkrøv og treytir, soleiðis at henda kaotiska støða kann fáa ein enda. Ongin ivi er um, at ein
skjótt 30 ár, sum er fyrsta skipið, ið brúkar havnina, haldi eg er í fínasta lagi. Tað hevur henda ediliga skúta so sanniliga uppiborið, helt løgmaður fyri. Eitt annað, sum hann fegnaðist um, er, at kostnað [...] tykkara hegni og førleika, segði løgmaður. Hann segði, at mangan var ivi um, um antin arbeiðið nú fór at verða liðugt, áðrenn nýggi Smyril flaggskrýddur kom grøvandi inn eftir fjørðinum, men tað náddu tit [...] umframt tað umhvørvið, vit hava sæð av norðursíðuni alt lívið. ? Tað er so farið og í dag eru vit ivaleyst eins fegin sum øll onnur um lidna arbeiðið. Løgmaður ivaðist onga løtu í, at vit hava fingið eina
fáa lýst hetta málið gjølligari, og at spyrja landsstýriskvinnuna, um tað er rætt at spara á einum øki, sum hesum. Tað er ikki so langt síðan, at hon í Sosialinum lovaði, at eingin brúkari skuldi rakast [...] setti eld í kjakið um sparingar á almannaøkinum, eftir at Sosialurin fríggjadagin kunngjørdi, at Sambýlið í Pætursgøtu 3 er hótt av sparingum, og noyðist at lata aftur 1. mai. Ætlanin er at flyta teir tríggjar [...] skal merkjast av sparingum. Kortini er avgerðin tikin um at lata aftur einasta bústað av hesum slag í Føroyum. Íbúgvar, avvarðandi og starvsfólk harmast avgerðina um at lata aftur stovnin. Í blaðnum fr
nakað. Møguliga er okkurt spinnandi galið við sjálvari skúlalógini. Lógin er jú ein donsk lóg, sum bert er umsett. Hon er møguliga ikki hóskandi til eitt samfelag, sum tað føroyska. Í dag er støðan hjá flestu [...] sjálvan. Er hetta svanasongurin hjá seinastu idealistunum í føroyska fólkaskúlanum? Eg eri heilt greiður yvir, at eg, tá hugsað verður um ættarbondini til ávísan politikkara, við at úttala meg alment um hesi [...] undirskriftini á. Ja, so langt úti eru vit nú, at vit stóla bert upp á upplýsingar tá teir koma í brævi við undirskrift á. Hvat endin verður av hesari gongdini, sum føroyska skúlaverkið er í, veit eg ikki. Eg