Pætursgøta 3 øsir

Einasta heimið í Føroyum fyri fólk við Aspergers syndromi, er í vanda fyri at

lata aftur. Sosialurin bar tíðindini í vikuskiftisblaðnum, og hevur evnið um

vikuskiftið fingið fleiri tungur á glið. Formaðurin í Pedagogfelagnum ákærir landsstýriskvinnuna fyri at lúgva

Tað setti eld í kjakið um sparingar á almannaøkinum, eftir at Sosialurin fríggjadagin kunngjørdi, at Sambýlið í Pætursgøtu 3 er hótt av sparingum, og noyðist at lata aftur 1. mai. Ætlanin er at flyta teir tríggjar íbúgvarnar á sambýlinum, sum eru

sjúkir av Aspergers syndromi, og inn á annan stovn, har menningartarnað búgva. Landsstýriskvinnan lovaði

annars stutt fyri jól, at eingin brúkari skal merkjast av

sparingum. Kortini er avgerðin tikin um at lata aftur einasta bústað av hesum slag í Føroyum.

Íbúgvar, avvarðandi og starvsfólk harmast avgerðina um at lata aftur stovnin. Í blaðnum fríggjadagin hevði Sosialurin eina samrøðu við ein avvarðandi, sum segði:

"Vit fara ikki at sita og hyggja at, meðan tey fara at stongja heimið hjá okkara familjum. Beiggi mín var ein tann fyrsti, sum flutti inn har, og har hevur hann búð tey seinastu níggju árini. Áðrenn búði hann á fleiri ymiskum stovnum, men einki vísti seg at rigga. Á Sambýlinum í Pætursgøtu hevur hann tað gott. Har

hava tey, sum búgva har, hvør sína lítla íbúð á niðaru hædd, meðan ovara hæddin er felagsrúm fyri búfólkini, segði Eliesar Jacobsen.

Um vikuskiftið hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, verið frammi í øðrum fjølmiðlum, og greitt frá

ætlanum viðvíkjandi afturlatingini av Sambýlinum í Pætursgøtu. Hon segði við Kringvarpið í gjárkvøldið, at ætlanin er at teir tríggir íbúgvarnir í Pætursgøtu skulu flytast á stovn, har

menningartarnað húsast. Ætlanin er, at teir skulu hava

egna íbúð á ymsum hæddum í bygninginum, segði hon.


Sparingar raka hóast alt

Enn hevur tað ikki eydnast Sosialinum at fáa orðið á

landsstýriskvinnuna í almannamálum. Ætlanin var at fáa lýst hetta málið gjølligari, og at spyrja landsstýriskvinnuna,

um tað er rætt at spara á einum øki, sum hesum. Tað er ikki so

langt síðan, at hon í Sosialinum lovaði, at eingin brúkari skuldi rakast av sparingum. Tann 23. desember í fjør varð samrøða við landsstýriskvinnuna í almannamálum prentað í Sosialinum.

Har stóð hetta skrivað:

“Nú fíggjarlógin fyri næsta ár er samtykt, er tað greitt, at hon (landsstýriskvinnan, red.) má spara einar 33 milliónir á almannaøkinum. Í hesum sambandi hevur Løgtingið samtykt at lækka stuðulin til heilivág til pensjónistar, samstundis sum stuðulin til dagtilhaldini fellur burtur og pensjónirnar hækka bara 3% ístaðin fyri 4%. Hetta gevur eina sparing upp á runt roknað 13 milliónir, men eftir eru so yvir 20 milliónir, sum beinleiðis skulu sparast, sigur Rósa Samuelsen.

Men hon hevur sett sær fyri, at allar hesar sparingarnar skulu setast í verk, uttan at tað skal raka brúkararnar. Hon endurtekur, at hon stendur fast við, at sparingarnar skulu hvørki raka pensjónistar, brekað, børn og ung við trupulleikum, ella aðrar veikar bólkar undir almannaverkinum.”

Í samrøðu um akutta tørvin á heimahjálp í Tórshavnar

kommunu, sum varð prentað 28. januar, segði Rósa

Samuelsen soleiðis:

"Tað verður ikki pláss fyri at gera nakað nýtt, og í veruleikanum vil tað siga, at vit fara at minka um alt virksemi, sum mann ikki doyr av," sigur Rósa Samuelsen.

Hon greiðir víðari frá, at økini, ið verða harðast rakt eru skeiðsvirksemi, útbúgvingar og so framvegis.

Nú vísir tað seg kortini at sparingar raka tey veiku.

Formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin Feilberg, ákærir landsstýriskvinnuna í almannamálum fyri at siga ósatt, tá hon sigur, at allir partar eru hoyrdir í málinum. Starvsfólk og avvarðandi eru als ikki tikin við uppá ráð, sigur hann í lesarabrævi, og eftirlýsir eini frágreiðing í málinum. Hann finst at, at allir partar í málinum ikki eru hoyrdir, og vísir á álvaran í at sparingar á almannaøkinum kunnu fáa álvarsligar fylgjur

fyri tey búfólk, ið kenna sviðan av sparingunum.

Sosialurin fylgir við málinum.