Kollveltandi býarætlan á Tvøroyri

Miðbýur og býurin sum heild verður ikki at kenna aftur, tá langtíðarætlanin hjá Tvøroyrar Býráð kemur á mál. Fríðkan av býnum stendur frammaliga í huganum á tvøramonnum og í dag – mikudag - verður víðfevnd ætlan løgd fram, ið av sonnum brýtur upp úr nýggjum. Sosialurin hevur verið framvið og fingið frammíhjárætt at frætta um ætlanirnar

Sosialurin hevur í samband við jóansøku fingið eitt sindur av innliti í víðfevnda ætlan, ið annars ikki verður løgd fyri almenningin, fyrr enn í kvøld, mikukvøld.

Talan er um miðbýarætlan og eisini ætlan yvir allan býin á Tvøroyri, ið skal renoverast og fríðkast.

Og tað verður farið álvarsamt til verka og tað er ikki hissini ætlan, ið løgd verður fyri dagin. Her er talan um kollveltandi endurnýggjan av býnum, ið veruliga brýtur upp úr nýggjum.

Ætlanin var ikki endaliga avgreidd í teknisku nevnd og í býráðnum, tá Sosialurin fekk innlit í málið. Á fundi í dag kom málið fyri og skuldi so sýnast fram á almenum kunnandi fundi í kvøld.

Men Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur, greiddi mánadagin í stuttum tygara útsenda frá stóru ætlanini.

 

Stór broyting

- Talan er um at renovera ella uppgradera býin. Vit eru komin so gott sum á mál við fyrireikingunum, tekningunum. Hevur ein onkra ætlan, so má ein ætlan vera, eitt projekt, um komast skal á mál, sigur Tummas.

- Vit hava granskað t.d. ferðsluna í býnum og kannað hvar óhapp henda. Vit hava havt serfrøðingar uppi í og hava eisini valt ein fylgibólk av borgarum, ið umboða allar borgarar, so at øll á Tvøroyri áttu at kent seg sum part av hesum. Ein vegur er ikki longur bert ein vegur, men alt skal við, so sum undirlag og fríðkan framvið vegnum og so framvegis, greiðir Tummas Sørensen frá.

- Alt verður lagt fram á kunnandi fundi mikudagin (í kvøld, blðm.), tí hetta verður ikki endaliga viðgjørt í teknisku nevnd og í býráðnum fyrr enn tá, sigur Tummas.

 

Ongir kantsteinar, men listaverk

- Stórar broytingar liggja fyri framman og vit hava roynt at loyst knútapunktini í ferðsluni og eitt annað er eisini, at parkeringspláss vanta í býnum. Vit hava roynt at sæð allan býin sum eina heild og at skipa sjálvan miðbýin við trøum og torgum, meðan onnur støð, sum t.d. Hvítanes, fáa meira maritiman dám við bátaplássum, sigur býarverkfrøðingurin, meðan hann vísir á stórt kort við tekningum, ið fevna um allan býin.

- Vit hava hugskot um at hava sonevndan 40 kilometra veg og eisini verða 3 býarportur við trøum og øðrum, ið markera, at nú nærkast ein sjálvum býnum, sigur Tummas Sørensen.

- Í sjálvum miðbýnum verða ongir kantsteinar, so har verður so vinarligt sum gjørligt hjá øllum, eisini gomlum og illa gongdum. Vit skulu eisini hava torg við listaverkum, har t.d. nøkur relieff, ið vit hava tøk, og standmynd av fiskakonu, koma at vera, sigur Tummas.

 

Rundkoyring og Effersøe

- Eisini hava vit rundkoyring og friðað øki í ætlanunum og framvið sjónum verður samanhangandi gøta allan vegin framvið, sigur Tummas.

Øll vita kanska ikki, at Rasmus Effersøe hevur tilknýti til Tvøroyri og at standmynd av honum er reist á staðum.

- Vit ætla at fáa Rasmus Effersøe fram aftur. Standmynd av honum er reist á Heiðatrøðni, sum fá vita um, men í ætlanini er, at myndin skal koma til sín rætt, sigut Tummas, ið leggur afturat, at allar brýr eisini skulu renoverast.

 

Busslummar

Annað, ið er nýhugsan í býarmyndini, eru støðini, har bussar steðga.

- Bussarnir koma at steðga mitt á vegnum inni í býnum. Ætlanin er at gera sonevndar busslummar ella trongar, so ferðslutrygdin er í hásæti, sigur býarverkfrøðingurin.

Hetta merkir stutt, at við steinseting ella øðrum verður gjørt soleiðis, at vegurin smalkar somikið, har bussurin steðgar, at bert bussurin sleppur at koyra á vegnum og ongin slepur framvið. Við hesum slepst t.d. undan, at børn renna udnan busssinum og út á vegin.

 

Framsýning á jóansøku

- Her á teknisku deild hava vit ta fatan, at fólk taka undir við ætlaðu uppgraderingini og fríðkanini og at fólk eru spent og taka ætlanina til sín. Vit hava roynt at sæð býin sum eina heild. Onki áramál er sett á, men síðsta hond verður løgd á heildarætlan og tekningar í hesum døgum. Ætlanin við tekningum og øðrum verður so víst fram á jóansøku í hølunum hjá Karl Jespersen, sigur býarverkfrøðingurin Tummas Sørensen.

Tað eru arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen, ið hava gjørt tekningar og yvirlit yvir ætlandi renoveringarnar av Tvøroyri.