Amerikanski forsetin, Donald Trump, gramdi seg í gjár enn einaferð um, at dómstólarnir í nøkrum av lyklastatunum ikki vilja fara víðari við málinum um valsvik, sum hann ynskir at fáa viðgjørd. Tað segði hann í [...] teir ynskja, at hægstirættur í USA skal viðgera málið um valsvik. Men tá samveldisdómstólar blankt hava avvíst næstan allar ákærur frá forsetanum, so er tað ósannlíkt, at hægstirættur fer at blanda seg. [...] Fox News, sum er fyrsta samrøða, hann hevur gjørt síðani valið 3. november. – Vit royna at leggja fram prógvini, men dómararnir vilja ikki loyva okkum at gera tað, sigur hann. Trump hevur enn ikki vilja
tá ið vit høvdu lagt okkum á odda, so góvust okkara spælarar ikki. Teir koyrdu á, og at enda eydnaðist tað at vinna og røkka málinum, sum vit hava arbeitt miðvíst fram ímóti. Spælararnir eiga eisini rós [...] næstbestu deildini, og flestu dystirnir hjá besta liðnum hava verið leygardag. Talan var fyrst og fremst um liðavrik, tá ið tað í kvøld eydnaðist at vinna uppflytingina. -Ungu spælararnir eiga rós fyri, hvussu [...] rós fyri, hvussu skilagóðir teir vóru, sigur B68 venjarin Øssur Hansen. Talan var um liðavrik, men tað er einki forgjørt í, at Andri Benjaminsen verður nevndur. Hann skoraði øll trý B68 málini og var harvið
stórt er hetta, at tit nú flyta upp? -Um tú hugsar um sum venjari, so er hetta nógv tað størsta. Eg var við, tá ið B68 flutti upp í 2013, men tað er eingin ivi um, at hetta kennist væl størri, nú tað fyri [...] fýra tey seinastu árini verið í næstbestu deildini, og Øssur Hansen ásannar, at tað skal ikki so lítið til, um unga liðið hjá honum skal standa seg ímillum teir bestu. -Vit sóu tað í kvøld. Teir í AB eru [...] okkum at vera væl betri fyri, enn vit eru nú. Tað snýr seg um styrki, skjótleika og úthaldni. Tað kunnu vit gera nakað við, og tað hava vit ætlanir um at gera nakað við nú í vetur, sigur fegni B68 venjarin
tveir tingsessir. Men um vit taka tingsessin hjá Kristin Michelsen í Sjálvstýrisflokkinum við, so vinnur andstøðan tríggjar sessir, og harvið hevði samgongan falli við einum braki, um eitt løgtingsval líktist [...] sambært veljarakannigini hjá spyr.fo, so fær Javnaðarflokkurin undirtøku frá 28,2 prosentum, sum gevur flokkinum 10 tingfólk. Flokkurin gongur 6 prosentstig fram í kanningini og fær trý tingfólk afturat [...] hálvt prosentstig úr 18,1 til 18,6 prosentstig. Framsókn gongur 0,9 prosentstig fram, og Miðflokkurin gongur 0,1 prosentstig fram. Báðir flokkar varðveita síni tvey umboð sambært veljarakanningini. Úrslitið
Jepsen og hansara NSÍ spælarar ráð um, hvussu tað skal farast fram eftir steðgin. Um tað ikki eydnast at finna annað lag, enn tað, sum NSÍ higartil hevur roynt, so verður tað HB, sum leygardagin fer at [...] lutfalsliga góðum fótbóltslíkindum kappast um, hvat av hesum báðum liðunum – FM vinnararnir í HB og silvurvinnararnir í NSÍ – leygardagin skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti Víkingi. Støðan [...] fótbóltsspæl, meðan teir gulu og svørtu nógv størsta partin av tíðini hava runnið aftaná. Tá ið tað so er eydnast NSÍ at fáa fatur á bóltinum, hava royndirnar at fáa skipað fótbóltslspæl í lag verið jánkasligar
eingin ivi um, hvussu bygningurin skuldi hitast í framtíðini. Tað var ikki ein spurningurin um, hvørt oljutangin skuldi skiftast. - Hetta er ein stór íløga, men vit halda, at tað ger einki, um Maria Poulsen [...] Búnýti setti met. Tað syrgdi korona fyri. Men, handilin í Tórsgøtu hevur so nógv annað, sum fólk spyrja eftir, og her er serliga talan um ymiskar búnytisvørur og lutir. - Vit hava ein breiðan kundaskara, og [...] stongdu í fýra vikur í vár, men hesa tíðina brúktu vit til umbygging og dagføring av handlinum. So, hetta passaði í so máta væl hjá okkum. Súsanna á Dul sigur, at vindeyguni í bygninginum eru skift, og bygningurin
fyri at gera innbrot á Maverick í Klaksvík, har hann hevði stolið sær nakrar fløskur, so hugsandi er, at talan er um sama mann. [...] hjá einum løgreglumanni og hótt hann eftir lívinum, varðhaldsfongslast, meðan kanningararbeiðið fer fram. Tað sigur løgreglan, sum í morgun greiddi frá, at maðurin varð skuldsettur fyri hóttanir seint í
ting. Fyritøkan hevur søkt um at fáa neyðgóðkenning í USA hjá heilivágsmyndugleikanum, FDA. Í Evropa er Det Europeiske Lægemiddelagentur (EMA) í holt við at kanna eftir, um tey kunnu geva eina treytaða [...] í sínum royndum. Eingin av fyritøkunum hevur lagt fram úrslit frá royndum á triðja stigi, men ein av fyritøkunum - Sinovac - legði í síðstu viku fram úrslit frá stigi eitt og stigi tvey, sum vístu ein [...] ein virkna á 94,5 prosent í fyribils úrslitum á triðja stigi. Fyritøkan væntar, at tey fara at søkja um neyðgóðkenning í USA í endanum av november. EMA - Det Europeiske Lægemiddelagentur - er í løtuni í
eftir at hava skorað og kyssur HM-steypið, eru víðagitnar. Tað eru gølurnar eisini. Um ein dystur skal lýsa Diego Maradona, so má tað verða hálvfinalan til HM-endaspælið í Meksiko móti Onglandi. Fyrst skorar [...] 1984 sum Diego. Ein ungur maður úr Argentina, sum er uppvaksin í slummunum, men hevur vunnið vegin fram á altjóða fótbóltspallin. Eftir seks ár, tvey søgulig italsk meistaraheiti, eitt HM-gull og tvær
spæla saman, um vit skulu kunna lata upp fyri jól, men tað arbeiða vit so fram ímóti, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlar. Hann sigur, at um alt riggar, sum tað skal, so verður latið [...] Tunnilin er nú so mikið liðugur, at tað næstan bara manglar at royndarkoyra ymiskar skipanir í tunlinum. - Vit arbeiða fram ímóti, at tunnilin letur upp áðrenn jól, men tað veldst sjálvandi um, hvussu tær