Øssur og B68 skulu spæla sunnudag

B68 venjarin hevur ætlanir fyri, hvussu ungu menninir, sum nú skulu royna seg í bestu deildini, skulu vera betri fyri, enn teir eru nú

Hann er innføddur B68ari, og hann hevur nógv størsta partin av sínum fótbóltslívi – bæði sum spælari og venjari – verið á Svangaskarði.

Talan er um Øssur Hansen, sum í kvøld hevði ábyrgdina, tá ið B68 á Tórsvølli við 3-2 sigri ímóti AB tryggjaði sær pláss í bestu deildini.

Harvið er tað greitt, at tað aftur í 2021 verður fótbóltur sunnudag á Svangaskarði.

B68 hevur fýra tey seinastu árini verið í næstbestu deildini, og Øssur Hansen ásannar, at tað skal ikki so lítið til, um unga liðið hjá honum skal standa seg ímillum teir bestu.

-Vit sóu tað í kvøld. Teir í AB eru vanir at spæla við hægri intensiteti, enn okkara eru. Tí er tað neyðugt, at vit fyrireika okkum at vera væl betri fyri, enn vit eru nú. Tað snýr seg um styrki, skjótleika og úthaldni. Tað kunnu vit gera nakað við, og tað hava vit ætlanir um at gera nakað við nú í vetur, sigur fegni B68 venjarin Øssur Hansen.

Hvussu stórt er hetta, at tit nú flyta upp?

-Um tú hugsar um sum venjari, so er hetta nógv tað størsta. Eg var við, tá ið B68 flutti upp í 2013, men tað er eingin ivi um, at hetta kennist væl størri, nú tað fyri tað mesta eru teir, sum eru uppvaksnir á Svangaskarði, sum hava spælt okkum upp í bestu deildina, sigur Øssur Hansen.

Tað er avgjørt, at Øssur Hansen verður venjari, tá ið B68 í 2021 fer at royna seg í bestu deildini, og at Alex Jovevic heldur fram sum hjálparvenjari.

Í B68 hava tey fyrr í heyst sagt, at tað fyri tað mesta vera somu spælarar, ið fara at royna seg í bestu deildini, sum hava verið við til at spæla liðið til uppflyting.

https://www.in.fo/myndasavn/