Sambært veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Dimmalætting, so missir samgongan hjá Kaj Leo Holm Johannesen meirilutan á tingi.
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin missa hvør sín tingsess. Mest gongur Fólkaflokkurin aftur, sum missir 3,2 prosent. Sambandsflokkurin missir trý 3,0 prosent og Sjálvstýrisflokkurin missir 1,6 prosent. Miðflokkurin er tann einasti av samgonguflokkunum, sum gongur fram, og hann fær eftir kanningini 6,9 prosent, sum er ein framgongd upp á 0,6 prosent.
Harðast gongur hetta út yvir Sjálvstýrisflokkin, sum heldur ikki í hesari kanningini fær umboðan á tingi.
Størsti vinnarin er Javnaðarflokkurin, sum gongur 4,7 prosent fram og vinnur tveir tingsessir afturat. Tjóðveldisflokkurin hevur eisini stóra framgongd, hann fær 3,7 prosent afturat og ein tingsess afturat. Framsókn gongur 0,9 prosent aftur, men varðveitir tveir tingsessir.
Kanningin gevur sitandi samgongu tilsamans sekstan tingsessir. Teir vóru 19 á valinum 29. oktober í 2011. Andstøðan fær hinvegin 17 tingesessir teir vóru 14 á valinum.
Eftir stødd sær politiska myndin sambært kanningini soleiðis út:
Javnaðarflokkurin 22,5% - 8 tingsessir
Tjóðveldisflokkurin 22,0% - 7 tingsessir
Sambandsflokkurin 21,7% - 7 tingsessir
Fólkaflokkurin 19,3% - 7 tingsessir
Miðflokkurin 6,9% - 2 tingsessir
Framsókn 5,1% - 2 tingsessir
Sjálvstýrisflokkurin 2,6% - 0 tingessir









