Tað eru fleiri heilivágsfyritøkur kring heimin, sum eru komnar langt í menningini av einari koronu-koppseting. 13 fyritøkur eru antin í gongd - ella eru lidnar við sínar royndir á triðja stigi - ella í fasu 3, sum tað eisini verður rópt.
Royndirnar á triðja stigi eru tær seinastu innan eina møguliga góðkenning av myndugleikunum. Sambært Heimsheilsustovninum - WHO - eru fleiri enn 200 verkætlanir í gongd í royndini at menna eina koppseting móti covid-19.
Pfizer (USA): Royndirnar á triðja stigi av koppingarevninum, sum fyritøkan er í holt við at menna, hava víst ein virkna á 95 prosent samanborið við ein bólk, sum fekk “placebo”, ið er ein sonevnd lumpikoppseting. Fyritøkan hevur søkt um at fáa neyðgóðkenning í USA hjá heilivágsmyndugleikanum, FDA.
Í Evropa er Det Europeiske Lægemiddelagentur (EMA) í holt við at kanna eftir, um tey kunnu geva eina treytaða góðkenning til koppingarevnið hjá Pfizer.
Moderna (USA): Koppsetingin hjá hesi fyritøku hevur víst ein virkna á 94,5 prosent í fyribils úrslitum á triðja stigi. Fyritøkan væntar, at tey fara at søkja um neyðgóðkenning í USA í endanum av november.
EMA - Det Europeiske Lægemiddelagentur - er í løtuni í holt við at kanna dátur við tí í huga at geva eina treytaða góðkenning.
AstraZeneca (Stórabretland/ Svøríki): Koppingarevnið hjá hesi fyritøku hevur víst ein virknað á 70 prosent í fyribils royndum á triðja stigi. EMA er í holt við at kanna dátur á triðja stigi við atliti til eina treytaða góðkenning.
Johnson & Johnson (USA): Henda fyritøka er í gongd við endan av kanningunum og royndunum á triðja stigi.
Novavax (Avstralia): Fyritøkan er í holt við royndir av sínum koppingarevni á triðja stigi og væntar at leggja fram fyribils úrslit í januar 2021.
Bharat Biotech (India): Byrjaði í november við royndum á triðja stigi við sínum koppingarevni.
Russland: Eitt russiskt koppingarevni varð góðkent í august uttan at hava verið ígjøgnum royndir á triðja stigi. Tíðliga í november vístu fyribils dátur frá kanningum á triðja stigi ein virknað á 92 prosent. Men, royndirnar byggja á nógv færri positivar tilburðir enn aðrar líknandi royndir.
Kina: Seks kinesiskar fyritøkur eru komnar langt í menningini av koppingarevnum og eru í løtuni á triðja stigi í sínum royndum. Eingin av fyritøkunum hevur lagt fram úrslit frá royndum á triðja stigi, men ein av fyritøkunum - Sinovac - legði í síðstu viku fram úrslit frá stigi eitt og stigi tvey, sum vístu ein virknað.
Men, her vórðu eingi tøl sett á kanningarúrslitini.
Keldur til henda greinastubba, sum er leystliga umsettur úr danska Ekstrabladet, eru: Reuters, BBC, New York Times, AstraZeneca, Moderna, Pfizer, Johnson & Johnson.