Løgreglan vil varðhaldsfongsla hóttaran

Skal fyri grundlógaravhoyr í dag

Gongst sum ætlað hjá løgregluni, skal maðurin, sum í gjár hevði verið á gátt hjá einum løgreglumanni og hótt hann eftir lívinum, varðhaldsfongslast, meðan kanningararbeiðið fer fram.

Tað sigur løgreglan, sum í morgun greiddi frá, at maðurin varð skuldsettur fyri hóttanir seint í gjár.

Tað er ikki greitt, nær maðurin fer fyri grundlógaravhoyr, men væntandi verður tað einaferð í dag.

Løgreglan vildi ikki siga ítøkiliga, hví maðurin hevði hótt løgreglumannin, men váttaði, at løgreglan hevði havt fatur á manninum fyrradagin í Klaksvík.

Løgreglan boðaði í gjár frá, at ein maður varð tikin mikukvøldið fyri at gera innbrot á Maverick í Klaksvík, har hann hevði stolið sær nakrar fløskur, so hugsandi er, at talan er um sama mann.