føddur í 1849. Hann kom at vera við í nógvum almennum virksemi í Havn. Umframt at vera postmeistari var hann eisini sparikassastjóri. Í seinasta parti varð nevnt um teir við Stein, sum áttu leiklut í bókini [...] umrødd í røðini Hendur ið Sleptu. Á posthúsinum var eisini sonur Danielsen, Johan, sum var útbúgvin í postverkinum Umframt var ein skrivstovukvinna, ein skrivstovumaður og eitt postboð, Tummas í Fjósi [...] visti um hann í nógv ár, fyrr enn ein skyldmaður av tilvild hitti hann í eini havn í New Zealandi. Hann eigur ein abbason, sum eisini eitur Peter Jacob Hansen. Hann havi eg, (ÓJ) samband við í samband við
aðrari orsøk vóru í ringum hýri. Ein orsøk kundi vera, at tað hevði gingist illa við snørinum. Hetta merkti í sjálvdrátti inntøku har eftir. So kundu vera aðrir, sum sótu har í góðum hýri. Í lugarinum fór [...] eftir skiparanum. Men fyrst var farið í maskinrúmið eftir meitil og hamara, sum varð lagt við grýtuna. Skiparin var farin í koyggjuna men lat seg í aftur og kom fram í lugarið. Tað vildi vera so forkunnugt [...] á Heygum í Vestmanna. Foreldur hansara vóru Elsa og Edmund Klein. Pápin var ein vælkendur skipari, sum frá 1923 til 1935 førdi vestmannasluppina Milly VN 215, sum hann keypti í Íslandi í 1923. Tá ið
hevði sæð inn í pengaskápið hjá Jóannes. Hann hevði ikki í lívinum sæð so nógvar pengar. Tá í tíðini skuldi kanska heldur ikki so nógv til! Hetta gekk væl í fleiri ár. Men ringu tíðirnar í 30-unum og b [...] søgan um tey hjá Jóannes í Stórustovu og verfaðir hansara Niclas Andreassen, á Kák. Fyrst fara vit til Jóannes Johannes M. Jacobsen, Jóannes í Stórustovu, nevndur, var føddur í Havn. Mamma hansara, Anna [...] Jóannes fór tíðliga til skips við Dauntless við Jens í Dali. Hann tók skiparaprógv í 1895. Tvey ár seinni fekk hann Phebe hjá Jens í Dali at føra. Í 1900 gjørdist hann skipari á Inflexible. Eitt skifti var
talan fall á, at fiskiskapsframsýning skuldi verða í Keypmannahavn í juli sama ár. Johan helt tá fyri, at Føroyingar áttu at vera uppi í har. Kristjan í Dali var beinan vegin fúsur og kundi haft hug at farið [...] stórhavið og luttikið í fiskiskapsframsýning í Keypmannahavn. “So lati eg ein motorbát gera” Ein sunnudag um várið 1912 sótu teir úti hjá Kristjani í Dali og tosaðu um ymiskt. Johan Restorff, versonur Krisjan [...] komandi hósdag, skírisdag. Næsta grein í hesi røð kemur tískil um tvær vikur. Tá fara vit um umrøða Johan Christian Djurhuus, sum var kendur sum Faktorin í Klaksvík í hálva øld
Tríggir dystir vóru leiktir í bestu deildini hjá monnum, Okkara deildini, í kvøld. Í Kollafirði vann KÍF stórsigur á H71 Les eisini: Skelkur í Kollafirði: Føroyameistararnir eyðmýktir Team Klaksvík - Neistin [...] Neistin 20-23 (9-13) Neistin var favorittur í Klaksvík, men tað gjørdist ein tættur dystur í kvøld. tað vóru klaksvíkingar, ið løgdu betri út í kvøld. Eftir 12 minuttum var støðan 6-3 til Team Klaksvík [...] álopinum, meðan Tórður Guttesen í málinum framdi fleiri stórar bjargingar. Hetta úrslitaði í at Kyndil kundi fara til hálvleiks á odda 9-13. Í seinna hálvleiki hildu verjurnar fram at vera avgerandi, og móti
hava búð, og rinda skatt her, í minst tvey ár fyri at kunna keypa hús, ella jørð her. Tey, sum eru farin uttanlands, men hava búð, og rindað skatt her, í minst fimm ár í lívinum, skulu eisini kunna keypa [...] jørð í Føroyum Men nú Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur umrøtt uppskotið, er greitt, at samgongan tekur ikki undir við hesum – og tað ger Framsókn heldur ikki. Meirilutin í nevndini, sum er Johan Dahl [...] hús og jørð í Føroyum, bæði privatfólk og fyritøkur. Tað heldur samgongan, og tað heldur Framsókn eisini. Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at nokta útlendingum at eiga fasta ogn í Føroyum. Tað
fíggjarmálaráðharri 9. mai í 2005 fyri at gerast stjóri í Stórtjørn og fór úr politikki. Verkætlanin hjá Jákup á Dul fór í vaskið, og eftir løgtingsvalið í 2011, var Bárður Nielsen aftur í Løgtinginum. Hin maðurin [...] fíggjarmálaráðharri í landsstýrinum, sum varð skipað í 2004. Men so fekk hann tilboðið um at gerast stjóri í stóru verkætlanini Stórutjørn hjá Jákup á Dul, sum skuldi byggja ein heilan bý í Hoyvíkshaganum fyri [...] finna líka stóra útskifting, sum vit hava í landsstýrinum í dag, sum eisini bara er mannað við monnum. Og menninir á útskiftingarbeinkinum tá ganga eisini aftur í hesum landsstýrinum. Ein er løgmaður sjálvur
til Íslands í gjár, har hann í døgunum 23. okt ? 02. nov. luttekur í sera sterkari opnari kapping í Reykjavík. Rani Nolsøe vann sítt fyrsta talv á Finnbjørn Zachariassen í seinastu viku og í Klaksvík sat [...] plássið aftur í ár, er als ikki ráð at missa tílík stig sum teir gjørdu í vikukiftinum í Kollafirði. Í næstu viku frætta vit nærri frá kollfirðinginum Hans Kristian Simonsen, sum júst nú er í Spania til HM [...] sat Johan E. Hansen yvir av honum. Johan hevur væl lægri styrkistal, men hóast hetta fekk hann hampiliga støðu í miðspælinum. Rani lat tó ikki havnarmannin koma framat, og tá Johan seinni offraði skeivt
remb-ingar innanfloks ella í samgongu. Tey, sum ynskja innlit í danska politiska heimin, kunnu keypa sær DVD útgávuna av filminum Kongekabale. Hóast fleiri persónar í filminum eru lýstir í einfalt svartir ella [...] starvi sínum í danska fíggjarmálaráðnum vegna óreglusemi, og var oyslutur bæði heima og í størvunum. Hetta var alment kent, men var ikki nøkur forðing fyri at Henriette kundi vera ráðharri. Í fornum tíðum [...] formaður, at hann einferð í tíðarinnar morgni hevði kort ávirkaður. Júst orðini ?tað kom fram? eru sera týðandi. Høvdu øll vitað hetta um Per Stig, so var alt í lagi, tí mistøk í ungum árum eru loyvd. Men
húski, í 1855 vóru 43 íbúgvar og seks húski, í 1870 vóru 104 íbúgvar, í 1890 vóru 258 og í 1901 vóru tey 567, sum búðu í bygdini. Tað var heldur sjáldsamt í Føroyum við fast tilsettum kvinnuligum lærarum [...] tvey ár. Omma Bu andaðist í 1928, og nú hvíla hesi trý nærum lið um lið í gamla kirkjugarði í Havn. M. S. Viðstein greiðir frá um Georg Long, at hann var við í tónleikarlívinum í Havn saman við Bakar Hansen [...] einsamøll lærarinna á Tvøroyri tey 33 árini, hon hevði starv í bygdini, til hon í 1926 fór frá við eftirløn. Thora Pállson var fødd á Marknoyri í Vági í 1862. Faðirin var nólsoyingurin Vensil Pállson og móðurin