Alt stríðið vert

– At spæla aftur á U21-landsliðnum var sera stuttligt, men bara upp á ein annan máta, enn at spæla á A-landsliðnum. Og so var tað heilt ótrúliga stuttligt at vinna, sigur Jóhan Troest Davidsen, ið legði upp til sigursmálið

Tað eru liðini tvey ár, síðani Jóhan Troest Davidsen spældi sín fyrsta A-landsdyst, sum var á útivølli ímóti Ukraina tann 17. oktober í 2007. Síðani eru dystirnir blivnir 14 í tali, men undan tí var hann ein av berandi kreftunum á U21-landsliðnum, og í gjár, tá Føroyar vunnu 1-0 á Lettlandi, var hann aftur á liðnum, hann ikki hevur spælt við hesi bæði farnu árini.
– At hava verið á A-landsliðnum hevur verið ótrúliga stuttligt, og tað var tað sjálvandi eisini, nú eg aftur var á U21-landsliðnum. Tað er bara stuttligt upp á ein annan máta, tí eg haldi, at vit vóru meira við, enn vit eru vanir við tað á A-landsliðnum. Og so var tað eisini heilt ótrúliga stuttligt at vinna henda dystin, sigur Jóhan, ið helt sigurin vera fult uppibornan.
– Eg haldi, at vit vóru líka góðir sum lettarnir, men annars skifti trýstið allan dystin, so tað viðhvørt vóru teir og viðhvørt vit, sum trýstu. Teir brúktu nógvar langar sendingar, tí vøllurin var so vánaligur, men vit í verjuni fingu ikki trupulleikar av tí. Har eru jú nógvir stórir menn, og eg var enntá nógv tann minsti av okkum fýra í aftastu ketuni.

Gott sjálvsálit
Jóhan Troest Davidsen heldur, at sigurin í Riga veruliga hevur gjørt, at tað hevði verið tað vert at vant í langa tíð, nú allir aðrir fótbóltsspælarar langt síðani hava lagt gaggurnar á hillina fyri veturin. – Bara tað, at vit so vunnu, gjørdi sítt til, at eg siti við kensluni av, at tað veruliga hevur verið tað vert, sigur Jóhan, sum í gjár legði upp til sigursmálið, tá hann sendi innfyri til Jóan Símun Edmundsson, ið skoraði við einum góðum skallara.
Leygardagin bíðar so næsta avbjóðingin, og tá er tað Andorra, sum er á skránni. Talan er um eitt mótstøðulið, ið á ongan hátt kann sammetast við Lettland, men fyri tað heldur verjuspælarin, ið hesa ferð var á høgra bakki, at farast má inn á vøllin við rætta hugburðinum:
– Nú hava vit akkurát vunnið, so sjálvandi hava vit gott sjálvsálit. Eg kenni lítið og einki til Andorra, annað enn, at teir ikki hava staðið seg so væl, men hetta átti at verið ein dystur, har vit hava møguleika at vinna. Tað er tó sera umráðandi fyri okkum, at vit fara inn á vøllin upp á sama máta, sum vit gjørdu tað ímóti Lettlandi, sigur Johan Troest Davidsen.