Væl nøgdir

Hóast strótap, so stóð føroyska U-21 liðið seg væl í Minsk

Føroysku U-21 leikararnir, sum júst eru afturkomnir av ferðina til Hvítarusslands, vóru væl nøgdir um avrikini á ferðini.


Stórtap

Svein Rógvi Nielsen, sum er venjari hjá liðnum, sigur við Sosialin, at hóast talan í øllum trimum dystunum gjørdist um stórtap, so vóru teir væl nøgdir um avrikini.

Tríggir dystir vórðu leikti á ferðini, og taptu føroyingarnir 36-16 móti Ungarn, 38-16 móti Hvítarusslandi, meðan tað móti Svøríki endaði 40-16.

Nakað av roki stóðst av U-21 liðnum, stutt undan fráferðini, tí so at siga alt tað upprunaliga liðið var sent heim, eftir venjingarferð til Danmarkar.

Sostatt vóru bert tríggir av upprunaliga liðnum við á ferðini, meðan restin av leikarunum vóru tiknir upp frá U-18 landsliðnum.


Eingin skomm

Svein Rógvi helt tó ikki á nakran hátt, at føroyska liðið hevði gjørt sær fyri skommum á ferðini. ? Úrslitini eru á leið tey somu, sum U-21 liðið fekk í fjør, og eisini fingu vit rós frá mótstøåuliðum okkara, sum hildu nógv um ungu føroysku leikararnar.

Tað skerst tó ikki burtur, at munurin í kropsligu styrkini var øgiligur, og serliga í seinasta dystinum kom hetta sjóndar. Har megnaðu føroysku leikararnir at halda muninum niðri á heilt fáum málum allan fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki orkaðu teir ikki meira, og so skrædnaði alt.

Annars helt venjarin, at nógvi hitin, eini 35 stig, hevði verið til stóran ampa hjá leikarunum, tí eingin air-condition var í nøkrum av hallunum, har føroyska liðið spældi. Serliga helt hann, at hetta bilaði móti Hvítarusslandi, har nógv fólk var í høllini, og har dysturin eisini varð sjónvarpaður.

Besti leikari á ferðini varð Sveinur Justinussen úr StÍF, og afturfyri hetta fekk hann eina gávu frá liðfeløgunum.e;tvegis teimum. Tað metir hann, at tey og Várharra eiga at avgreiða sínámillum.

Øll eru vælkomin í kirkjuna, sigur Heri Joensen. Hinkynt, samkynt, frøknut, tjúkk og kløn. Har verður eingin munur gjørdur. Hjá Harranum er eingin munur.

Heri Joensen heitir á øll um at lesa Johannes 17,12 sum er prædikuteksturin til komandi sunnudag. Har biður Jesus so bønliga um, at tey mugu vera eitt, hóast tey ikki eru eins. Hann forðar ongum at búnast og vaksa sín andaliga vøkstur. Hann biður akurskurðarmenninar um at lata tey vaksa saman til heystar. Tá verður tað ein annar enn vit, sum fer at lúka, og har er slett ikki brúk fyri okkum, sigur Heri Joensen, sóknarprestur.