Eg var so heppin at sleppa at síggja spennið sum tey dugnaligu fólkini frá Føroya Forminnissavni júst hava funnið heima á Sandi. Tú fær eina løgna kenslu av at standa við hesum sjáldsama prýðinum, sum uttan iva hevur glett eina vakra gentu á Sandi fyri 1000 árum síðani. Lætt er at gloyma seg burtur seg í dagdreymum, men vit skulu ikki gloyma at hetta gamla víkingaprýði hevur ein boðskap til okkum, nevniliga samskiftið við umheimin og aðrar mentanir, maður er mans gaman.
Víkingaspennið, sum kanska er gjørt í Ruslandi og síðani komið til Føroyar er enn eitt prógv um at Føroyar kanska eru fjarskotnar men hava ongantíð verið avbyrgdar ella gloymdar. Soleingi fólk hevur búleikast her hevur verið samband við umheimin. Hetta er líka týdningarmikið ídag sum áður »No man is an island« sum bretska skaldið tók til.
Sitandi býráð hevur gjørt góðar konstruktivar avtalur um samvinnu við grannabýir í Noreg og Skotlandi. Hesar avtalur fara at økja samstarvið á fleiri økjum sum td oljuvinnu og ferðamannavinnu. Uttan iva fara granskingarætlanir av ymsum slagi eisini at spyrjast burturúr umframt at tær stuðla tað vinnuliga samstarv sum longu er við hesar okkara næstu grannar.
Tað er at vóna, at okkara ungdómar fara at nema sær hægri lestur í hesum londum, og eigur Býráðið at kanna, hvussu hetta kann stuðlast.
Sum eftirkomarar víkingana eigur komandi Býráð eisini at fara víðari og fáa samstarv við aðrar býir í Evropu og í øðrum heimspørtum. Hetta vil stimbra okkara mentan og verða ein stuðul hjá okkara vinnulívið.
Tá vit tosa um Forminnissavnið má nevnast teirra frálíka framsýningarhøll sum er eitt prýði fyri Tórshavn, og sum á hvørjum sumri hevur hópin av vitjandi fremmindafólki.
Tíðanverri vita vit ikki so nógv um okkara víkingaøld, men nógva staðni í Føroyum veit Forminnissavnið um áhugaverdar fornleivdir. Verða hesar grivnar út, kunnu tær geva okkum sera týdningarmikla vitan. Spennið á Sandi er bert eitt lítið dømi um, hvat goymir seg undir flagnum.
Arbeiðið hjá Føroya Fornminnissavni hevur alstóran stóran týdning fyri Føroyar og fyri okkara samleika sum tjóð. Tað er sjálvsagt, at hesin stovnur skal hava rúmligar fíggjarliga ræsur at virka undir soleiðis, at okkara fornminnir ikki fara fyri skeyti, men verða varðveidd fyri framtíðina og okkara eftirkomarar.
Alltjóða heimurin hevur sera stóran áhuga fyri víkingunum. Ein útgrivin víkingabygd heima á Sandi vil hava sera stóran týdning fyri okkara ferðamannavinnuna og tann akademiska áhugan fyri Føroyum yvirhøvur
Johan Mortensen
Valevni til Býráðsvalið
í Torshavn
fyri Tjóðveldisflokkin