Hetta skilur Annika Olsen slett ikki

Hetta er at kippa hønuna, sum verpur gulleggini, heldur hon

Hetta er at kippa hønuna, sum verpur gulleggini. Tað sjónarmið hevur Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin um ætlanina at byggja eitt nýtt tjóðleikahús á Bursatanga.

 

Herfyri varð ein ætlan løgd fram um at byggja nýtt tjóðleikhús – og tað skuldi vera á Bursatanga á Eystaru Bryggju í Havn.  Men tað er ein ætlan, sum tað ikki er semja um, verri enn so. Mest atfinningarsamur hevur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin verið, tí hann hevur kallað tað eina totalt vanvittiga ætlan. Hann sigur, at longu sum er, er tað alt ov trongligt á Bursatanga. Sostatt er farmaflutningur og bilaflutningur til og frá Smyrli, ein stórur ruðuleiki, sum elvir til, at Smyril er forsinkaður hálvar og heilar tímar fleiri túrar hvørja viku.

 

Hann hevur glett seg til at Norrøna skal flyta út í nýggja havnarlagið at liggja, tí verður munandi betri pláss á Bursatanga. Men verður tjóðleikhús bygt har ístaðin, hjálpir tað einki, tí so verður einki pláss eftir til bilar og farm í sambandi við Smyril. Hann minnir eisini á, at Bursatangi er miðdepilin í landinum fyri allar Bygdarleiðir, tí teir hava miðstøð á Farstøðina. 

 

Les meiri um tað er: Hetta kunnu suðuroyingar ómøguligt góðtaka

 

Og sum vit skrivaðu fyrr í dag, heldur ein annar tinglimur fyri samgonguna, Frimodt Rasmussen úr Sambandsflokkinum, at tað hevði verið eitt gott hugskot at flutt tjóðleikhúsið til Klaksvíkar. Hann sigur, at í Klaksvík eru tey longu í ferð við at byggja eitt nýtt, stórfingið mentanarhús, sum eisini kann vera tjóðleikhús

 

Les meiri um tað her: Vil hava tjóðleikhúsið flutt til Klaksvíkar

 

Heldur ikki Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at Tjóðleikhúsið liggur á Bursatanga. Og Annika Olsen sigur, at hon skilur slett ikki eina slíka ætlan. Hon sigur, at tað er nógva aðrastaðni í Havn, at eitt tjóðleikhús kann byggjast. Men bryggjukanturin, hann skal vera til vinnuna, og tað er um bryggjukantin, at allur okkara innflutningur og okkara útflutningur, kemur og ferð.

 

Taka vit bryggjukantin til tjóðleikhús, kippa vit hønuna, sum verpur gulleggið, sigur Annika Olsen. Hon minnir á, at bryggjukanturin hevur avgerðandi týdning fyri inntøkurnar hjá Tórshavnar Havn, og hann skal eisini fíggja ta stóru útbyggingina, sum nú er framd, og sum kostar eina hálva milliard.

 

Tí heldur hon, at tað er óskiljandi, at ætlanin er at taka bryggjukantin til alskyns endamál, sum einki hava við vinnu at gera.