Um talan verður um grundleggjandi broytingar, er enn ógreitt. Men einki er, sum røkist fyri, at landsstýrissamgongan ætlar at halda lyftið, sum privatiseringslandsstýrið hjá Jóannes Eidesgaard gav í 2007 um, at næsti triðingur í felagnum skal privatiserast.
Nú gongur kjakið heldur uppá, um flogfelagið aftur skal nationaliserast – at tað almenna skal keypa privata partapeningin aftur.
Bjarni Djurholm, sum tá var landsstýrismaður, segði við Sosialin mánadagin, at hann neyvan hevði sett prosessina í gongd, um hann visti, at politiski myndugleikin – sum hann sjálvur er partur av – fór at bróta lyftið, sum tá varð givið privatu íleggjarunum.
Sjúrður Skaale, fólktatingsmaður, sum Sosialurin eisini tosaði við mánadagin heldur, at føroyingar eiga at sleppa so bíliga sum gjørligt til ein ferðslumiðdepil á evropiska meginlandinum. Hann heldur, at tað almenna eigur at lata privatiseringina ganga aftur – at tað almenna skal keypa privata partapeningin aftur, um eingin kapping heilt skjótt verður um flúgvingina.
Magni Laksafoss, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri og løgtingsmaður, er ikki samdur við Sjúrði Skaale. Hann heldur, at Atlantsflog skal privatiserast, og at flogleiðirnar eiga at verða bóðaðar út.
Meðan Sjúrður Skaale heldur, at flogferðaseðlaprísirnir eru alt ov høgir, so er Magni Laksafoss als ikki samdur. Hann heldur ikki, at prísurin longur er so høgur í mun til innøkurnar hjá fólki, at prísurin er enn reel forðing fyri at ferðast.
Stóri spurningurin er so, hvat leiðslan í Atlantsflog vil – og ikki minst hvat Johan Dahl, sum umboðar okkum sum partaeigari, vilja við føroyska flogfelgnum.
Skulu vit hava eitt lítið altjóða flogfelag, sum skal leggja seg eftir at flúgva nógvar ymsar flogleiðir – ella skulu vit hava eitt flogfelag, sum tryggjar okkum motorvegin út í heim við bíligum ferðaseðlum – fyrst og fremst til Kastrup Lufthavn.
Tað síggja vit valla, fyrr enn nýggja stragiin hjá tjóðarflogfelagnum lendir á flogvøllinum í Vágum einaferð í summar....