og sera misnøgdur. - Eg veit ikki hví, tað er so. Men tað vísir seg nærum hvørja ferð, at tá nakað skal gerast fyri føroyska sjómannin og útróðrarmannin, so er tað sjáldan nakað sum er okkum at gagni, sigur [...] nunum, tá hann verður biðin um eina viðmerking til ætlanina at niðurleggja hesa skipanina. Mortan Johannesen er útróðrarmaður og veit tí alt um, hvat tað vil siga at hava trygdina við sær umborð á útróðrarbát [...] teir m.a. ikki altíð kunnu fáa tey nýggjastu veðurtíðindini umvegis telefonina. - Hugsa tær til um ein gjørdi tað sama á landi: At ein tók møguleikan frá fólki at kunna lurta eftir koyrilíkindunum í telefonini
fer ein at keypa inn til 50 familjur, ja so má ein verða tolin. Tað gekk bara so seint fyri seg og eg bleiv bara verri og verri, men til síðst fingu vit tað sum vit vildu hava, men tað tók eisini 5 tímar [...] hugsaði eg um míni børn sum høvdu tað gott, men sum syrgdu og vóru hjartabrotin. Stríð um koppar Um middagsleitið komu vit til leirin og tað var ein syrgilig sjón at síggja. Tað var eitt stórt pláss, bert við [...] inn í stórum tali, men hjálpin nær ikki út til tey sum veruliga hava brúk fyri tí. Tað er so nógv komið inn, at tað er nokk til at endurbyggja alt betri enn tað var áðrenn, men har er so nógv korruptión
um tey veruliga leggja orku í tað. - Vanliga siga vit, at tey, sum fella frá, oftast gera tað í 12-13 ára aldrinum, so tey eru nokk longu farin. So okkurt bendir á, at tað verða onkur av hesum, ið nú eru [...] Talv er ikki so mystiskt, sum fólk ofta hava lyndi at gera tað til. Eitt sindur av gávum krevst ivaleyst, men stóra loyndarmálið hjá einum sterkum telvara er áhaldandi venjing, og at tú veist, hvussu tú [...] ferð sjálvur fekk veruliga talvfrálæru, er hann sannførdur um, at tað ikki var fyrr enn tá, at hann fekk ta fatanina av talvi, sum skal til, fyri at gerast ein góður telvari. - Eg var so heppin at fáa frálæru
Tað verða tvey landslið við ongum stigi, ið fríggjadagin møtast á Mestni Stadium í Ajdovscina til ársins síðsta HM-undankappingardyst. Føroyska landsliðið spælir á útivølli móti Slovenia, og eftir at hava [...] dystunum higartil í undankappingini, vónar landsliðsvenjarin, at eitt gott úrslit er fyri framman. - Aftaná at hava lagt rygg til nøkur stórtap, so vilja vit ógvuliga fegin enda árið væl. Vit meta, at [...] vit eru á útivølli. So mugu vit so síggja hvussu langt tað ber, sigur Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hjá Føroyum við heimasíðuna hjá FSF. Tað eru nakrir mánaðir síðan, at heimliga kappingin hjá føroyskum
framtíðini. - Tað serstaka við hesum berunum er eisini tann framúr góði smakkurin, ið er nógvar ferðir betri enn tann, ið ein fær í handlunum. - Vit rokna tí við at hetta kann gerast eitt gott íkast hjá bóndanum [...] Hetta skal bara bera til. Nøkta tørvin Tey, ið koyra fram við elverkinum á Sundi hava helst varnast pastikk-tunnilin við einum bogaðum hválvi uttan mønu. Húsini verða ikki upphitaði, so tað eru bert sólin og [...] framleiðslu av bæði jarðberum og hindberum. - Um hetta fer at bera til, kundu vit sett okkum sum mál, at hendan framleiðslan gerst eitt ískoyti til raksturin hjá jarðarbrúkarum, verður sagt. - Vit kundu so eisini
Tí er tað gott at hoyra løgmann siga, at tað almenna skal verða við til at menna KT-vinnuna. Men júst hetta hoyrdu vit tó eisini á KT2002 og KT2004, og tíverri ber tað til at staðfesta, at tað í ein ávísan [...] er so afturlatið, og tískil er tað sera trupult at fáa útlendingar til landið. Men tó haldi eg ikki, at KT-vinnan er so lítil, sum flest øll halda. Men eingi hagtøl eru til taks, so trupult er at siga, hvussu [...] edv-skipan til føroysku skúlarnar frá íslendingum uttan yvirhøvur at spyrja føroysku KT-vinnuna. Um tað almenna ætlar at stevna ímóti, at KT-vinnan skal verða eitt berandi bein í Føroyum, noyðist tað almenna
ið renna runt nú og syrgja fyri, at ljóðið er tað besta í Føroyum, at ljósið er so gott sum gjørligt, og at pallurin er klárur. Alt sær út til at vera gott, og bólkarnir, ið framføra fara at gera nógv burturúr [...] skulu handast. Og talan verður um eitt minniligt kvøld, lovar nýggi verturin. - Vit fáa tað besta FMA nakrantíð. Tað tori eg at siga, tí vit hava uppbygt okkum nógvar royndir síðstu trý árini, og eru vorðin [...] Tað verður ein kendur maður í FMA-høpi, ið fer at standa á pallinum í kvøld, tá FMA fer av bakkastokki. Rólant Waag Dam, ið hevur verið fyriskipari øll fýra árini, verður nevniliga á fyrsta sinni at síggja
apríl til september. Heimir heldur føroysku skipanina við at liðini spæla tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum vera eitt gott hugskot, og eisini at kappingarárið verður longt. - Fyri at leingja um tað hava
- Eg havi tað ikki gott, fyrr enn bátar og manningar eru komin trygg heimaftur av bátastevnuni. Tað sigur Leivur Olsen, havnarmeistari í Vestmanna. Hann vísir á, at umstøðurnar til bátar eru góðar í Vestmanna [...] - Jú, tað er ikki frítt. Her kemur nógv fólk, og nógv verður gingið millum bátar. Tá stevnan er av, og alt gekk væl, kennist tað líka sum ein lætti. Leivur Olsen sigur, at hann hevur tað ikki gott, fyrr [...] Vestmanna. Brúgvar eru lagdar út, og her er gjørt pláss til nógvar bátar. Allir bátar, sum koma til bygdar, fáa streym og vatn. Havnarmeistarin sigur, at í Vestmanna verða nógvar vaktir og samarittar, meðan
gongur við rúkandi ferð. - Hjá summum er tað at uppliva Føroyar bara nakað, tú mást royna. Og hjá nógvum føroyingum er tað at búgva í Føroyum bara nakað, tú mást gera. Tað er vorðið kul at búgva í Føroyum. Ja [...] Og nú hava Føroyar megnað at fingið okkara mat á heimskortið! Tað er so ómetaliga stórsligið, at KOKS nú hevur tvær Michelin stjørnur. Tað er kul at búgva í Føroyum Víðari tosaði Annika Olsen um menningina [...] viðurkendar granskarar. Vit hava nógv fólk, sum tora at droyma, og sum tora at gera dreymar til veruleika og evna teir til ítøkiligar vørur at selja øðrum. Ferðavinnan skal blóma Borgarstjórin segði, at Tórshavnar